fríggjadagur 24. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
12
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Vágs Byráð setir nú ferð á
arbeiðið at gera nýggjan
barnagarð.
Í hesum sambandi hevur
býráðið samtykt at biðja
teknisku umsitingina hjá
býráðnum um at fyrireika
arbeiðið, so at tað kann byrja.
Hesi seinastu árini hevur
býráðið sett tilsamans 3,2
milliónir
av
til
nýggjan
barnagarð og tær eru nú
tøkar at arbeiða fyri.
Ætlanin er at byggja
barnagarðin í stigum. Fyrsta
byggistig er mett at kosta
sjey milliónir og tað røkkur
til eina barnagarð til 50-60
børn.
Tilsamans verður hann
450 fermetrar til støddar.
Gongst sum ætlað, verður
farið undir eitt byggistig
afturat seinni, men, hvussu
stórt tað verður, er ikki greitt
enn.
Men býráðið hevur sett
sær sum mál at nøkta tørvin
sum er í kommununi til
barnaansing.
Seta krøv
Men tað er kortini ein
spurningur
um
seinasta
orðið er sagt í hesum máli.
Vága Kommuna skyldar
meiri enn eina álíkning, sum
er tað mesta, ein kommuna
kann skylda.
Tí hevur Fíggjarmálaráðið
kravt, at kommunan brúkar
tær 3,2 milliónirnar til at
rinda skuld fyri ístaðin fyri
at byggja barnagarð.
Tað góðtekur Vágs Býráð
ikki, men enn er málið ikki
avgreitt
Orsøkin til, at skuldin hjá
Vágs Kommunu er vaksin
upp um eina álíkning, er hon
hevur lænt til nýggja ellis- og
røktarheimið.
– Tað var samgongan sjálv,
sum setti hesa ætlanina íverk
og vit hava tikið lánini eeftir
avtalu við Fíggjarmálaráðið
og har vóru ongar treytir
við, staðfestir borgarstjórin,
Kirstin Strøm Bech.
Tá ið Fíggjarmálaráðið
hevur tikið endaliga avgerð,
tekur Vágs Kommuna støðu
til, hvussu farast skal víðari
fram.
Verður avgerðin ikki eftir
vild, er Vágs Kommuna sinn
að at fara í rættin við máli
num, hevur borgarstjórin
áður boðað frá.
Men tað kann so eisini
hava við sær, at barnagarð
urin verður drýggjaður yvir
nøkur ár. Men gongst sum
ætlað, verður hann liðugur
næsta ár.
Barnagarðurin
skal
byggjast yviri á Bakka, har
kommunan
eigur
grund
stykki til endamálið.
aki@sosialurin.fo
Vágbingar fara nú
at byggja barnagarð
BARNAANSING: Vágs Kommuna ætlar nú at byggja barnagarð,
men higartil hevur Fíggjarmálaráðið sagt nei
Í Vágs Býráði eru tey
rættiliga fortørnað yvir,
at
fíggjarmálaráðið
ætlar at nokta teimum
at byggja barnagarð.
– Og verður tað
neyðugt, eru vit eisini
sinnað
at
stevna
Fígg jamálaráðnum,
staðfesti Kirstin Strøm
Bech,
borgarstjóri
í
Vági, fyri Sosialinum
fyri stuttum.
– Hesi seinastu árini
hava vit tilsamans sett
3,2 milliónir av til ein
nýggjan
barnagarð
í Vági, sigur borgar
stjórin.
– Men 9. mai fáa vit
heilt óvæntað bræv úr
Fíggjarmálaráðnum,
har kravt verður, at vit
skulu sleppa ætlanini
um at byggja barna
garðin og ístaðin fyri
skulu vit brúka tær 3,2
milliónirnar til at rinda
skuld við, tí skuldin
skal vera ov stór, sigur
Kirstin Strøm Bech.
Hon vísir eisini á,
at tað var landsstýrið
sjálvt, sum kom við
ætlanini um at byggja
ellis- og røktarheim í
Vági og sum eggjaði
kommununi til at taka
lán til endamálið.
Fundir hava verið
ímillum
fíggjarmála
ráðið og kommununa,
men enn er ongin
loysn funnin.
Kirstin Strøm Bech
vísir á, at í løtuni er
nettoskuldin hjá Vágs
Kommunu 33 milliónir
og skatta inntøkan var
36 milliónir.
Tá eru 10 milliónir
av láninum til nýggja
ellis- og røktarheimi
num tald við.
Sostatt skylda vit
minni enn eina álíkn
ing, sum er tað mesta,
vit kunnu skylda eftir
lógini.
– Vit skulu læna
12 milliónir afturat til
ellis- og røktarheimið,
so tá verður skuldin
sostatt 45 milliónir.
– Men hesi næstu
árini skulu vit rinda
fimm milliónir um árið
í avdráttum, so longu
um trý ár eru vit aftur
undir einari álíkning í
skuld.
Vágbingar
til reiðar
at stevna
Træta
Enn er óvist um vágbingar sleppa at byggja barnagarð. Fíggjarmálaráðið sigur nei, tí kommunan skyldar ov nógv. Men talan er um skuld, sum
Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur eggjað okkum til at taka, siga vágbingar. Myndina hevur Erik Christensen tikið eftir høvuðsvegnum í Vági
Býráðið hevur sett
sær sum mál at nøkta
tørvin sum er í komm
ununi til barnaansing