fríggjadagur 24. juni 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað var ein dag oktobur í Kekkia í
1997, at tveir ungir miðvallarar hjá
HB komu ov seint til eina hvíld hjá
landsliðnum. Táverandi venjarin,
Allan Simonsen, hevði beint undan
tosað við stórum bókstavum um
týdningin av at halda allar avtalur.
Eftirspælið av hendingini bleiv
blást upp í fjølmiðlinum. Teir fingu
tveir møguleikar. Antin kundu teir
gjalda eina minni bót ella leikbann
í eitt ár. Nýggi hjálparvenjarin hjá
HB, Ingi Rasmussen, valdi tað fyrra,
meðan Mikkjal Thomassen valdi tað
seinna. Teir spældu um tað mundi
saman á miðvøllinum hjá HB. Stutt
eftir skifti Mikkjal til B36. Sunnu
dagin standa miðvallarnir hvørsínu
megin miðvallarstrikuna.
Lærumeistarin
og næmingurin
Tað er eisini ein annar áhugaverdur
dystur
millum
mennninar
á
bonkunum. Í tíðini hjá Sigfríði
Clementsen sum venjari hjá B36, var
Mikkjal millum drúgvastu leikarar
nir hjá honum. Sigfríður tók hann
eisini við sær til Streymnesar í 2008.
Í 2009 gjørdist Mikkjal Thomassen
á fyrsta sinni ein partur av venjara
toyminum hjá B36. Tað gekk illa í
hond hjá árstalsfelagnum, meðan
Sigfríður Clementsen var koyrdur
í EB/Streymi. Tað endaði við, at
Sigfríður rætti B36 og Mikkjali eina
hjálpandi hond og sama hóraðu
undan niðurflyting.
Endurtøka
Í kvøld verður ein dystur Voda
fonedeildini. Við Margári tekur EB/
Streymur ímóti B68 í eini endurtøku
av hálvfinaluni í steypakappingini.
EB/Streymur hevur veruliga fingið
ferð á og líkjist meira og meira ein
um liðið, ið kann kempa við um FM
heitið. Søguligi dysturin móti HB,
har EB/Streymur upp á 28 minuttir
brendi trý brotsspørk, hevur sett
ljóskastarin á EB/Streym.
Víkingur heldur fast
Við sigri á Toftum megnaði Víking
ur at halda fast um annað pláss
ið, hóast øll trý liðini kring eir í
landskappiingini
eisini
vunnu.
Tað er enn ein ábending um, at
Víkingur í ár skal takast í álvara í
FM stríðnum. Gestir í Sarpugerði
eru KÍ, sum skiftast um at spæla
góðar og minni góðar dystir.
Vinnur Víkingur hendan dystin,
samstundis sum B36 ikki fær
fult í grannauppgerðini, so liggur
Víkingur ájavnt ella frammanfyri
B36 í summarsteðginum.
NSÍ skjýtur mál
NSÍ er tað liðið, ið hevur skotið
flest mál í ár, meðan B71 er liðið við
veikastu verjuni. Tað er tí sannlíkt,
at NSÍ vinnur dystin í Runavík
leygardagin. Tað kemur óiva eisini
at merkja NSÍ, at teir skulu møta
Premier League liðnum, Fulham,
í Evropa League. Ein slíkan dyst
vil ongin sita uttanfyri og hetta er
seinasti møguleikan at prógva fyri
venjarinum, at tú hoyrir heima á
liðnum.
ÍF aftur í Sørvági
Tað var sannur dramatikkur, tá ÍF
seinast var í Sørvági. Samanlagt var
ÍF á odda 2-0 í seinnu hálvfinaluni,
tá 90 minuttir vóru leiktir. Tað end
aði við at 07 Vestur var um reppi at
skorað fyri triðju ferð í 97. minutti.
Og seinast dystur var í Sørvági,
komu heili tíggju mál, so undir
haldandi verður tað helst sunnu
dagin. 07 Vestur er uttan Tór-Ingar
Akselsen
Tað verður fyrrverandi miðvall
arin hjá HB, Ingi Rasmussen, sum
skal hjálpa Sigfríða Clementsen
við at fáa vent ringu gongdina
hjá HB.
Heimasíðan hjá HB boðar frá,
at tað verður ein gamal kenn
ingur í felagnum, sum verður
nýggjur hjálparvenjari hjá HB.
Ingi Rasmussen hevur ongantíð
umboðað annað felag enn HB í
Føroyum.
– Eg havi fyrst og fremst
valt at taka av, tí eg bleiv biðin
og tí støðan er sum hon er. HB
hevur brúk fyri at øll standa
saman í løtuni. Annars er hetta
ein spennandi uppgáva og eg
meti at liðið hevur dygdir til at
liggja longri frammi enn stiga
talvan vísur í løtuni, sigur Ingi
Rasmussen
42-ára gamli miðvallarin hev
ur lokið B-venjaraútbúgving.
Hann er útbúgvin bókavørur
og hevur eisini starvast sum
tíðindamaður á millum annað
Dimmalætting og Kringvarp
inum, umframt eitt ár á Sosial
inum.
– Eg eri onkuntíð blivin
spurdur fyrr, men tá hevur upp
gávan verið ein onnur. Felagið
setti sær í ár fyri at byggja
eitt nýtt lið upp. Málið hevur
millum annað verið at seta
nýggjar yngri leikarar úr okkara
egnum felagi við. Eg vóni, at vit
kunnu siga, tá ið kappingarárið
er lokið, at tað eydnaðist, sigur
Ingi Rasmussen.
Ingi og venjarin hjá B36,
Mikkjal
Thomassen,
spældu
saman á miðvøllinum hjá HB
fram til 1998, umframt at Ingi
eisini hevur spælt eitt sindur
saman við Sigfríði, áðrenn hann
eisini skifti til B36. Tað eru tí
tríggir mans, sum eru upp
vaksnir í HB og kennast væl, ið
standa á odda fyri grannunum
sunnukvøldið.
trondur@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen
skal hjálpa HB
Lærumeistarin
møtir næminginum
Fótbóltur Sigfríður Clementsen og Ingi Rasmussen
standa sunnudagin fyri fyrstu ferð á odda fyri HB.
Mótstøðu liðið er B36, við Mikkjal Thomassen á odda.
Sigfríður og Mikkjal hava fleiri ferðir arbeitt tætt saman,
meðan Ingi og Mikkjal hava eina felags landsliðssøgu
Næmingurin. Mikkjal Thomassen og lærumeistarin, Sigfríður Clementsen