Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72 14 Sosialurin Kjak Fróði Magnussen fm@formula.fo Samanumtøka Ætlanin við hesi grein er at geva eitt íkast til sam­felags­ kjakið, tí verandi kjak ber á tann bógvin at tey, sum tørva meira frá landinum hava verið at hoyra í miðlunum, meðan vit nærum ikki við­ gera, hvussu hesin tørvur skal fíggjast. Í hesi grein mínari fari eg at nema við, at útreiðslurnar hjá almenna geiranum vaksa nógv skjótari enn inntøkur­ nar, og at tað er avmarkað, hvussu nógv er møguligt at fáa inn í meira skatti. Vit kunna øll ynskja okkum fleiri og betri almennar tænastur, men ein fyritreyt fyri vøkstri í almennu tænastunum er, at hesar tænastur, uppá longri sikt, kunna gjaldast uttan lántøku, og fyri at hesar tæn­astu frá almennari síðu fram­haldandi skula standa við, krevst búskaparvøkstur. Trupulleikin er í løtuni, at við verandi skatta og avgjalds­ politikki ber illa til at ímynda sær størri bú­skapar­vøkstur, tí verandi arbeiðsmegi fast nærum ikki at arbeiða meira, orsakað av høgum margi­nal­skatti. Í løtuni hava vit eitt arbeiðsloysi uppá áleið 7,7% og minkar hetta nakað, kanska eini 3%, ber illa til at hugsa sær, at størri búskaparvøksturin kann koma frá at hava fleiri í arbeiði, serliga havandi í huga, at vit hava avmark­ ingar fyri at fáa nýggja arbeiðs­megi til landið. Hvørja loysn kann ein ímynda sær? Hægri skatt, ella sum onkur er farin at nevna tað, “at breiðka skatta­grundar­ lagið”, er neyvan loysnin, tí skatta­trýstið er longu so høgt, at tað ávirkar virkis­ hugin hjá fólki. Neyðugt verður at hyggja at útreiðslunum soleiðis, at vit í fyrsta umfari fáa betur javnvág millum inntøkur og útreiðslur, samstundis sum vit fara í holt við at føra ein skatta og avgjaldspolitikk, ið eggjar til størri virksemi. Nevndu átøk kunna sjálv­ andi ikki standa einsamøll, men eru ein byrjan. Onnur átøk, sum at skipa betri og meira lang­tíðar tryggjaðar karmar við tvørpolitiskum semj­um fyri vinnuna sum heild, eru neyðugar sam­ stund­is, sum politiski myndug­leik­in má halda sær at stýra vinn­uni í smálutum. Meginreglan um, at vit muga hava ráð at gjalda fyri almennu tænasturnar, sum vit seta í verk, uttan lántøku, má vinna frama, soleiðis at hesa tænastur framhaldandi kunna standa við, og tað ikki er neyðugt at broyta hesar ár undan ári, til stóran ampa fyri borgaran, ið móttekur hesar tænastur. Gongdin í almennu útreiðslunum Ein frágreiðing gjørd av Fíggj­ armálaráðnum 17. august 2010 um fíggjar­viður­skift­ini vísir, at inntøkurnar í tíðar­skeiði­ num frá 2000 til 2010 vuksu við 18% meðan útreiðslurnar í sama tíðar­skeiði er hækkað við 72%. Úrslitið er, at vit í hava eitt hall á fíggjar­lógini, sum áhald­andi liggur væl omanfyri ein hálva milliard. Sí talvu 1 Gera vit eina mynd, ið vísir gongdina síggja vit kanska betur at útreiðslurnar vaksa javnt og samt í tíðar­skeiði­ num, meðan inntøkur­nar slettis ikki fylgja við. Sí talvu 2 Í tíðarskeiðinum er tað serliga árini 2001/2002 og árið 2008 at vit hava størri lop í útreiðslunum. Tað eru búskaparfrøðingar, ið ikki halda, at tað at koyra við undirskoti er nakar størri trupulleiki, men havandi í huga gongdina tey seinastu árini, har vit hava økt munandi um útreiðslurnar uttan at inntøkurnar fylgja við, má takast í álvara. Ein uggi er at skuldin í 2006 er eina helvt av skuldini í 1997. Skuldin í 2010 er tó hækkað við umleið 50% í mun til 2006, tí er neyðugt at venda gongdini. Avleiðingin av verandi gongd verður, at vit koma at brúka alt størri part av fíggjarlógini til rentur, og fyri at gera ilt verri, er tað vandi fyri rentustøðið hækkar, orsakað av verri rating frá Moody’s. Heldur verandi gongd fram, er vandi fyri at vit líða sonevnda “rentudeyðan”. Nú kundi ein ímynda sær, at trupulleiki loysti seg sjálvan við størri búskapar­ vøkstri, men her er ikki nógv troyst at heinta, tí for­sagn­ir­ nar meta, at búskapar­vøkst­ urin verður eitt stað millum 2% og 5% kom­andi árini, sum ikki er nokk til at lyfta vøkst­ urin í útreiðslunum. Ein frágreiðing uppá stóru broytingina í almennu útreiðslunum kundi verið at tað vóru fleiri ung og eldri, sum tørva einhvørja veiting. Sí talvu 3 Havi gjørt ein talvu, sum vísir talið av fólkum 18 ár og yngri umframt 67 ár og eldri. Talvan vísir, at tað ikki eru fleiri ung, meðan tað er ein ávísur vøkstur av eldri 67 ár og eldri. Samlað sæð, er hetta tó bert ein vøkstur uppá 5%, so ein broyting í fólkasamansetingini er ikki frágreiðingin uppá vøkst­ urin innan almennu útreiðsl­ urnar. Talan er soleiðis um eina upprað­festing innan ávís øki. Er loysnin at hækka skattin? Av ávísum bólkum verður áhaldandi ført fram, at tað ber til at krevja meira inn í skatti og avgjøldum, tvs. leggja fleiri byrðar á privat fólk og virkir. Summi hava funnið eitt minni neiligt orðaval og kallað tað “at breiðka skattagrundarlagið”. Hetta er hvørki realistiskt ella skilagott. Fylgjandi yvirlit sum KPMG hevur gjørt vísir, at Føroyar hava ein sera høgan marginalskatt. Yvirlitið vísir, at Føroyar liggja ovast. Sí talvu 4 Marginalskatturin er í ávís­ um økjum av landinum 62,5%. Hetta merkir við øðrum orðum, at av hvørj­ um 100 kr. seðla ið ein for­ vinnur, fær man bert 37,5 kr. í lumman. Um ein keypir vørur fyri hesar 37,5 kr. fara í minsta lagið 7,5 kr. til landskassan í mvg. Ella sagt við øðrum orðum, at tað í hægsta lagið fara 30 kr. til keyp av vørum og tænastum. Keypir ein vørur, ið hava onnur avgjøld eisini, so sum góðgæti, bilar og annað, tá hækkar skatturin upp aftur meira. Trupulleikin verður rætti­liga eyðsýndur um vit hyggja at yvirlitinum, sum TAKS hev­ur gjørt fyri lands­ skattin fyri 2011. Yvir­litið á heima­síð­uni www.taks. fo/00023/00027/01036/01042/ hjá TAKS vísir fylgjandi mynd. Sí talvu 5 Myndin vísir at um ein for­ vinnur kr. 250.000,- um árið ella kr. 20.833,- um mánaðin, so rindar ein næst hægst marginalskatt, harafturat kemur kommunu- og kirkjuskattur. Hetta merkir at meginparturin av løn­ móttakarunum verða raktir av høgum marginal­skatti, ikki bert háinntøkurnar. Buskaparráðið sigur í 2010 at: “Ov høgur marginal­ skatt­ur er skaðiligur fyri pro­ duktivitetin í einum búskapi” Hví er høgi marginal­skatt­ urin ein trupulleiki? Heilt ein­falt, tí virkishugurin hjá fólki minkar. Í 2006 vístu kann­ing­ar hjá Rockwool Fonden í Danmark á, at um man – lækkaði- topskattin í Dan­mark, vildi hetta viðført – hægri - skatta­inn­tøkur til statin. Hetta bleiv av mong­um tulk­að sum um, at Dan­mark var farið upp um tað opti­mala skatta­trýsti/satsin í Laffer kurvini. Føroyski og danski marginal­skatt­urin á løn­um er á stórt sæð sama støði. Sí talvu 6 Kurvan her verður nevnd Laffer kurvan, og grund­ hugsjónin við henni er, at tú kanst hækka skattatrýstið til eitt ávíst, men fer trýstið uppum eitt ávíst, lækka skattainntøkurnar aftur, tí virkishugi hjá fólki minkar, harafturat fáa vit eina øking­in í svørtum arbeiði vm.. Í “Eco­nomic Outlook No. 86” stað­festir OECD, at høgur margi­nalskattur á inn­tøku­skatt er ein forðing fyri bú­skapar­vøkstri. Aðrar kanning­ar vísa tað sama. Kann­ing­ar­nar vísa at arbeiðs­út­boði minkar so hvørt, sum marginal­skattur­ in økist m.a. Prescott (2004) Fredrik­sen (2001). Arbeiðs­út­ boðið er m.a. tengt at, hvussu nógvar vørur og tænastu­ veit­ing­ar ein kann keypa fyri ein eyka tíma til arbeiðis. Lønar­skatt­urin minkar um tann tøka peningin. Um ein t.d. skal eisini skal gjalda mvg av hesi vørunum, so verður enn minni eftir at gjalda fyri vøruna og úrslitið er tí, at tað verður minni áhugavert at arbeiða tann eyka tíman. Hatta merkir við øðrum orðum, at tað verður meira attraktivt at halda frí. Eg havi her víst til kann­ ingar og teoretisk ástøði sum vísir, at tað ikki er skilagott at hækka skattin í Føroyum, men tað øvugta. Tosar tú við arbeiðsgevarar og onnur, sum hava fólk í arbeiði verður hetta staðfest. Hugurin hjá starvsfólki at arbeiða yvir ella arbeiða leygardagar er sera avmarkaður av tí ein­ føldu orsøk, at tey siga seg ikki hava nakað eftir. Fyri samfelagið, sum heild, kann hetta merkja, at aktivitet støðið verður lægri enn neyðugt, meðan tað fyri tað einstaka virkið merkir at kapital apparatið stendur óvirkið, hetta hækkar um eindar­kostnaðin og minkar um kappingarførið. Soleiðis er niðurstøðan hon, at tað er ikki skilagott at hækka skattin, tí vit longu hava eitt sera høgt skattatrýst. Niðurstøða Tað ber illa til at ímynda sær, at føroyska samfelagið slepp­ ur undan at tillaga seg tann beiska veruleika, at vit í løt­ uni lána til nýtslu. Sum eg havi víst á, er loysnin ikki, sum ávís áhaldandi føra fram, at “breiðka skatta­grundar­lagið” (hægri skattir og avgjøld). Jú skjótari vit, flest øll, verða samd um at vit hava ein trupulleika, og harfrá miðvíst fara at arbeiða við at fáa javnvág millum inn­ tøkurnar og útreiðslurnar Er hægri skattur vegurin fram? Talva 1