Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72 Sosialurin hjá landskassanum umvegis eina miðvísa raðfesting, jú skjótari kunna vit miðsavna okkum, um at skapa ein bú­ skap­arvøkstur, umvegis lægri marginalskattir og ein virknan vinnupolitikk. Tað, ið her verður sagt, skal ikki misskiljast á tann hátt, at tað er møguligt, í ver­andi støðu, at lækka skatt­in og hækka almennu út­reiðslurnar um somu tíð, við tí próv­grund, at tann so­ kall­aði multi­plika­to­reffekt­in og harav av­leiddi búskapar­ vøkstrin økir um almennu inntøkur­nar. Undan­farin lands­stýri hava roynt hetta kynstur við óhepn­um av­ leiðing­um. Tá nógvur aktivi­ tet­ur framman­ undan er í sam­felagnum og arbeiðs­ loys­ið er minkandi, so er vandi fyri, at slíka átøk bert skapa inflatión, sum skaðar kappingarføri hjá út­flutnings­ vinnuni, ið aftur merkir mink­ andi búskap og færri krónur til almennar tæn­astur. Stutt sagt, noyðast vit at skapa pláss fyri vøkstrinum. Tað er ein beisk sann­roynd at tann skilabesti veg­ur­in úr hesari búskap­ar­ligu nagga­ tódn Før­oyar eru endað­ar í, er at fáa javn­vág millum almennu út­reiðsl­urnar og inntøkur­nar, soleiðis at pláss er fyri einum minkandi marginal­skatti, sum saman við einum virkn­um vinnu­ politikki vil skapa búskapar­ vøkstur. Ein búskapar­ vøkstur okkum tørvar, fyri at varðveita tænastu­støði innan almenna geiran. Talva 2 Talva 3 Talva 4 Talva 5 Talva 6 Magni E. Dalsgaard arkitektur Flytið Havnará oman í Tórsgøtu Eg var í Århus í fjør, tað var fyrstu ferð síðani 1970. Sjálvdan hevur eitt býarele­ ment gjørt so stórt inntrykk á meg sum áin, tey hava lati upp aftur. Eg fekk alt fyri ett hugskotið, at Havnará skuldi verið flutt oman í Tórsgøtu. Hví? Jú tí niðasti partur av Tórsgøtu liggur nógv lægri enn Vaglið, so tú kanst fáa ein foss, og tí Vágsbotnur er vorðin Perlan í Tórshavn. Hugskotið er, at leggja eitt rør frá Havnará, norð­ an­fyri Sjón­leikarhúsið oman til Tórs­gøtu við Frels­ un­ar­herin. Her kann so áin fossa oman til handilin hjá Kissa, haðani kann áin renna á sløtt­um út á sjógv í Vágsbotni. Áin kann vera smøl, so­leið­is, at tað ber til hjá sløkki­liðn­um at koyra inn til bygn­ing­ar­n­ar. Men hugsið tykk­um, tann hugna og teir møgu­leik­ar tú fært á eystara áarbakka. Turbina undir Steina­ túni. Sum eitt einastandandi íkast, verður ein sjónlig turbina sett upp har áin kemur út undir Steinatúni. Henda turbina iltar vatnið og kann geva ókeypis ljós ella hita til áarbakkarnar alt árið. Ganga turrskødd fram við bygningunum. Regnið í Føroyum kann vera ein plága, men sum Jóannes Skaale segði, einki er sum at ganga úti í regni í góðum olju­klæð­um. Jú, hugskotið er, at fram við øllum bygn­ ing­unum á eystara áar­ bakka verða glastøk, har ein kann ganga turr­skøddur bæði summar og vetur. Vágsbotnur er vorðin ein perla. Vágsbotnur, har vit plagdu at fiska ternumurtar við epli sum agn hevur altíð haft ein serligan tokka hjá mær. Nú veit eg hví, jú tí har er vesturskin, og sólin speglast í sjónum. Har er meira friður enn á Kong­ brúnni, tí har er minni bilferðsla. Við at flyta Havnará oman í nið­asta enda av Tórs­gøtu vildi Havnin fingið eitt heilt eina­stand­andi býar­rúm. Tann hugni, ið er skapt­ur í Vágs­botni, vildi verið styrktur og longdur niðan í mið­býin. Eg minnist tá Havnará var opin fram við ”Vagli­num”, tað var als ikki so gott, sum tað verður gjørt til. Kærlig­heds­stien aftanfyri Spari­kassan var hugna­ligur, men áin skar Vaglið frá Ting­hús­vølli­num. Økið á Vagli­num er ófriða­ligt og opið, har skal okkurt heilt annað gerast. Við at flyta Havnará oman í Tórsgøtu fært tú eitt uttandura hugnapláss afturat í Tórshavn. Uttan­ dura hugni er, tá tú situr turt og lítt, við rygginum móti einum heyggi ella sum her móti einum bygningi. Hugskot