fríggjadagur 24. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
16
Sosialurin
Nøvn
Nú leygardagin 25. juni fyllir
mamma mín 70 ár. Hon er
ættað av Tvøroyri, dóttir
Mariannu
og
Johannes
Hammer,
men
Johannes
(pápin) doyði, tá Sonja var
1½ ára gomul. Marianna
(mamman) giftist uppaft
ur við Karl Øster, Gartnara
á Tvøroyri og systkini hjá
Sonju eru Julius, Hans-Jacob
(sáli), Kára og Anton.
Sum 18 ára gomul flutti
hon til Havnar at tæna, hon
kom so seinni at arbeiða
í køkinum á landssjúkra
húsinum og skuldi til Dan
markar at læra til køksstjóra;
men mongum brestur ætlan.
Hon kom fyri eini bilvan
lukku í 1964 og fekk mein í
beini fyri lívið.
Í 1966 giftist hon við
Jákup Paula (Palla) á Lava.
Tey fingu trý børn Hans-
Jacob, Jákup-Eli og Kariann.
Mamma var heimagangandi
tey fyrstu árini við okkum
trimum systkjum, hetta var
ein deilig tíð fyri okkum.
Alt tað eg kann minnast
sat hon og seymaði, og í 1984
opnaði hon handilin Sonja
Design, har hon hongur í
enn.
Eg slapp altíð at vera
skapandi við tær, tískil fór
eg sama veg sum tú, tú hevur
lært meg nógv á leiðini.
Mamma og babba dugdu
væl at geva okkum systkjum
ábyrgd gjøgnum allan upp-
vøksturin, tað kunnu vit bara
takka tykkum fyri í dag.
Saman hava tey givið
okkum systkjum eina góða
og trygga uppaling við Gudi
í hásæti.
Sum omma er hon stuttlig,
tað eru ikki allar ommur sum
tíma at hoppa trampolin,
velta sær á gólvinum við
ommubørnunum og greiða
frá stuttligum søgum, hon
sjálv hevur funnið uppá.
Einki er at ivast í, at hon
er ein spennandi omma at
hava hjá sær. og ikki mugu
vit gloyma at takka fyri allar
tær flottu troyggjurnar, hon
hevur bundið til ommu
børnini.
Mamma, tú hevur klárað
teg fyrimindarliga væl við
einum stívum beini, er viljin
tilstaðar gongur alt.
Eg fari at ynskja mammu
hjartaliga tilukku við teimum
sjeyti og Guds ríku signing
framyvir.
dóttirin
Sonja á Lava
70 ár
14. juni fingu Anja Sjóstein, Viðareiði, og Sigmund
Gunnarsstein Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði 2950 gr.
17. juni bleiv ein didda fødd. Hon var 55 cm long og
vigaði 4700 gr. Foreldur eru Ann Tordis Kelduberg
Hellisdal og Helgi Pauli Olsen Torkilsgøta 10 í Hoy
vík
11. juni fingu Marita og Jakob Eckhardt Tróndheim,
Poulstrup, eina dóttur. Hon vigaði 4190 gr og var 55
cm long.
11. juni fingu Marita og Jakob Eckhardt Tróndheim,
Poulstrup, eina dóttur. Hon vigaði 4190 gr. og máldi
55 cm.
13. juni fingu Heidi og Bogi Næs, Hvalba eina dóttur.
Hon vigaði 3720 g og var 54 cm long.
14. juni fingu Eyð Weisner Johansen og René Restorff
Mouritsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3400 gr.
21. juni fingu Beinta Lisberg og Rógvi Joensen, Oyri,
ein son. Hann vigaði 4630 gr og var 56 cm langur.
Føðingar
Prógv
Nadya
Eyðunsdóttur
Joensen
hevur
lokið
prógv sum e-konseptud
vikler tann 24. juni 2011
á Københavns Erhvers
akademi. E-konseptud
vikling er ein profess
ions bachelorútbúgving
við kvalifikation til at
menna konsept innan
talgildar plattformar á
einum strategiskum og
praktiskum støði. Talan
var um ein internationalan klassa, har øll undirvísing
hevur fyrigingið á enskum. Hetta er fyrsta holdið
í Danmark, sum hevur lokið hesa útbúgving, og
Nadya var einasti føroyingurin.
Seinnapartin í gjár varð eitt
nýtt kapittul í skúlasøgu
Føroya skrivað.
Hetta hendi tá 7 næmingar
á Tekniska skúla í Havn vóru
uppi til próvtøku sum byggi
frøðingar.
Hesir hava áður tikið
prógv sum byggitøkningar,
men við einum samstarvi
millum Tekniska Skúla í
Havn og VIA University í
Horsens hava teir nú fingið
møguleikan at gerast byggi
frøðingar á Bachelor-stigi.
Teir sjey fyrstu byggi
frøðingarnir í hesum sam
starvinum eru: Hanus Ja
cobsen, Rúni Kruse, Olgar
Mortensen, Kristoffur Olsen,
Ada Petersen, Einar Tofte
gaard og Høgni Joensen.
snorri@sosialurin.fo
Fyrstu ferð í Føroyum
Bygningur
Rúni Kruse av Eiði hevði valt at geva sítt boð uppá,
hvussu tann nýggi bygningurin hjá ráðgevingarfyritøkuni
HMP Consult við Karlamagnusarbreyt skuldi
síggja út. Fyri framførslu sína fekk hann eitt
10-tal eftir teirri nýggju skipanini
Mynd: Jens Kristian Vang
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra móðir, vermóðir, omma
og langomma okkara
Jóhanna Sofía Hammer
Hvítanes, Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest.
Tøkk til Theodor fyri sang og góð orð, og til
sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til Frelsunarherin í Vági fyri sangin.
Tøkk fyri peningagávur til Frelsunarherin.
Børnini