fríggjadagur 24. juni 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
6
Valevni
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Billy Adamsen, sum er fyrrverandi
spunasmiður hjá Poul Nyrup Ras
mussen, vendir eisini kanónini móti
politikarunum.
– Fatanin er ofta, at tað eru journa
listarnir, sum ikki gera sítt arbeiðið
til lítar. Tað er eisini lutvíst rætt. Tað
eru sanniliga eisini politikarnir, sum
eru orsøkin til mongu persónsstríðini
í fjølmiðlunum, sigur hann.
Feskasta føroyska dømið er eljustríðið
millum fyrrverandi partamenninir í
Tjóðveldi, Høgna Hoydal og Sjúrð
Skaale. Stjórnarskipanarmálið, sum
bar við sær, at Sjúrður Skaale fór úr
flokkinum, var ikki persónsstríð, men
um fatanir og metingar av fólkaræði
og rættindum hjá Føroya fólki, skrivaði
Høgni Hoyal tann 18. mai.
– Tað er sjálvandi væl skilligt, at
fjølmiðlarnir vilja viðgera eitt mál, har
álvarsligar ákærur verða settar fram.
Ikki minst millum floksfelagar og ímóti
floksformonnum. Men tá haldi eg, at
fjølmiðlarnir sum minsta mark eiga at
finna fram, greina og meta um fakta í
málinum, helt formaðurin í Tjóðveldi.
Sjúrður Skaale tók undir við sjónar
miðnum hjá Hoydal.
– Persónsstríð kveikir altíð áhuga hjá
journalistum. Tí var tað sum at festa í
krút tá eg herfyri, í einum illsinnisglepsi
á netinum, kallaði Høgna Hoyal »óluk
sáliga frekan«. Miðlarnir ringdu straks
at frætta meira. Journalistarnir hava
gjørt lítið at fortelja fólki, hvat stendur
í uppskotinum til hesa góðu stjórnar
skipan. At eg læt áðurnevna lýsingar
orð gleppa frá mær, hevði størri áhuga.
Men pressan setir dagskránna, skrivaði
Sjúrður Skaale tann 27. mai.
Tíðin, har røðarapallurin í Løgting
inum, valfundirnir í bygdarhúsunum
og alinlangar greinar í partapolitsku
bløðunum vóru samskiftispallarnir, er
væl og virðiliga farin. Politikarin skal
marknaðarføra seg og síni sjónarmið
í útvarpinum, sjónvarpinum, politiskt
óheftum bløðum, á tíðindaportalum á
internetinum, bloggum og øðrum. Tað
verður eisini karmurin um næsta løg
tingsval. Tað er her, at stríðið um at
kvøðurnar verður.
Úrslitið er, at politikkur er vorðin til
ein sjónleik í fjølmiðlunum. Tað er spell,
tí virðingin fyri politikkinum er minkað
av politiska ruðuleikanum í miðlunum.
Sum Johan Dahl, landsstýrismaður
tók til í Sosialinum, tá Kringvarpið fór
at varpa frá løgtingsfundunum, eru
fundirnir eisini ein sjónleikur.
– Tá sjónvarpingin í løgtinginum
steðgar, fara politikarar at bera seg at
sum vanligt, og løgtingslimir taka ikki
orðið meir enn neyðugt. Tað er spell,
at tað ikki ber til at geva lurtarum
og hyggjarum møguleikan at síggja
tað veruliga politiska arbeiðið – tað
seriøsa arbeiðið, sum er í teimum ymsu
løgtingsnevndunum – men bara sjón
leikin í miðlunum, segði Johan Dahl
tann 9. februar í 2007.
Ósemjan millum persónar er
meira áhugaverd fyri journalistar
enn málið, persónarnir eru ósamdir
um. Persónsstríðini fara sanniliga
eisini at stinga seg upp undir hesum
valdystinum. Ósemjan er lættari og
skjótari at fyrihalda seg til enn at fara
í dýpdina við málinum. Hvør hevur
ábyrgdina? Politikarnir spæla eins
stóran leiklut sum pressan, heldur Billy
Adamsen, fyrrverandi spunasmiður hjá
Poul Nyrup Rasmussen.
Marknaðarføra seg
sum einstaklingar
Politikarar gremja seg ofta um, at
miðlarnir varpa bara ljós á politisku
orrusturnar millum politikarar. Tekur
tú undir við teimum?
– Tað eru ikki miðlarnir, sum skapa
stríðsmálini. Tað eru politikararnir.
Politisku málini hava altíð verið
miðdepilin í politikki, annað hevði
verið undarligt. Politikarar virka mun
andi meira sum einstaklingar enn sum
viðspælarar í dag. Teir marknaðarføra
seg í miðlunum sum einstaklingar
og seta sítt navn, og ikki navnið hjá
flokkinum, undir politisku málini.
Politikarar gera lítið og einki fyri at
sleppa undan persónligu stríðsmál
unum.
Men er tað ikki rætt, at krøvini til
politikarar eru nógv størri enn áður?
Teir skulu tekkjast veljarunum í miðl
unum, og tað er púra einfalt ein treyt,
at teir kunnu standa seg í miðlunum
fyri at fáa atkvøður.
– Tað er rætt. Tað er heldur ikki lætt
at svara spurninginum, hví tað eru so
nógv persónlig stríðsmál, sammett við
fyri 20 árum síðani. Orsøkirnar eru
fleiri. Kappingin millum miðlarnir eru
økt munandi, meðan alnetið hevur
ment seg støðugt. Tíðindaportalarnir
eru fleiri enn nakrantíð, og tað hava
ongantíð verið so nógvar dagligar søgur
sum nú. Politikararnir skulu skilja seg
burtur úr rúgvuni og gera vart við seg
fyri at verða valdir. Borgarliga sam
felagið, sum hevur vunnið seg fram
seinastu árini, er eisini grundað á ein
staklingar. Tú velur persónarnar, og
ikki politisku flokkarnar, í dag. Tað er
orsøkin til, at teir marknaðarføra seg
sjálvar, heldur enn sín flokk. Tað ræður
ikki um at hava rætt. Tað ræður um
at sannføra veljaran um, at tú hevur
rætt. Tá er tað, at politikarar heita á
spunasmiðir um at hjálpa sær. Tann
støðan er íkomin, tí tøknin hevur verið í
ógvusligari menning. Tað kunnu hvørki
politikarar ella fjølmiðlarnir verja
Politikararnir
kynda undir
persónsstríðini
– Politikararnir draga sín egna persón við inn í politiska arbeiðið.
Tað eru óteljandi dømi um, at tey fólkavaldu bjóða fjølmiðlunum
heim at síggja, hvussu snøgg hús, tey hava, ella hvussu einstandandi
góð foreldur, tey eru. Privatpersónurin og politikarin er mest sum
sami persónur, og tað er orsøkin til persónsstríðini í fjølmiðlunum,
heldur Billy Adamsen, rithøvundur og fyrrverandi spunasmiður