fríggjadagur 24. juni 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
7
seg fyri. Krøvini eru heilt einfalt, at
politikarin umboðar seg sjálvan, fremst
av øllum.
Hvat kunnu miðlarnir gera fyri at
sleppa undan stríðsmálunum?
– Teir kunnu handfara søgurnar
øðrvísi. Hvør verður ávirkaður, tá
skatturin fer upp? Tað eru heimini,
ikki fíggjarmálaráðið. Hvar búgva tey
heimleysu? Á gøtuni, og ikki í inn
lendismálaráðnum. Politikkur er annað
enn politikarar. Eg sakni fleiri søgur frá
fólki, sum greiða frá avleiðingunum av
avgerðunum, sum politikararnir taka.
Pressan tykist heldur ikki vera serliga
væl kunnað, um tað er samanhangur
millum tað, sum politikarar siga og tað,
teir gera. Tú sleppur ongantíð undan
persónsstríðunum, men tú kann varpa
ljós á aðrar síður av málunum.
Hvussu var so fyri 30
árum síðani?
– Tá vóru bara avísirnar, sjónvarpið og
útvarpið. Samskiftispallarnir vóru færri.
Tað tók rúma tíð hjá journalistunum
at skriva eina søgu. Tilgongdin frá, at
søgan varð skrivað, at blaðið fór til
prentingar og borið út í kioskirnar, tók
nakrar tímar. Útvarpið og sjónvarpið
vóru heldur ikki eins skjót sum í dag.
Politikarin hevði eisini nakrar minuttir
at greiða frá sínum sjónarmiði. Tað fer
við rúkandi ferð í dag. Um nakað hendir,
kann tú lesa um tað á internetinum
nakrar minuttir seinni. Fjølmiðlarnir
vita, at fólk tíma ikki at brúka somu tíð
sum fyrr upp á miðlarnar. Tað skal vera
skjótt, lætt og áhugavert. Politikarnir
fáa sostatt sløk 10 sekund at sannføra
veljaran, og so má røkka ella støkka.
Tá er tað, at politikarnir brúkar aðrar
hættir fyri at sleppa framat.
Hvussu tá?
– Politikararnir draga sín egna persón
við inn í politiska arbeiðið. Tað eru
óteljandi dømi um, at tey fólkavaldu
bjóða fjølmiðlunum heim at síggja,
hvussu snøgg hús, tey hava, ella
hvussu einstandandi góð foreldur, tey
eru. Privatpersónurin og politikarin er
mest sum sami persónur. Tað var tað
ikki fyrr. Tá snúði tað seg um politiska
arbeiðið, og einki annað. Kappingin um
umtaluna í almenna rúminum er stór,
og tað ræður um at skilja seg burtur
úr rúgvuni. Ljósið verður varpað á
einstaklingin, sum stundum traðkar
fram sum umboð fyri seg sjálvan
heldur enn sín politiska flokk.
Viðgerðin skal vera kritisk
Men hví tíma fjølmiðlarnir at
renna eftir teimum søgunum?
– Tað vísir seg, at fólk gjalda fyri
hesar søgurnar, sum snúgva seg um
privatpersónin handan politikaran.
Hitt er, at miðlarnir skulu vísa, hvør
hesin persónurin veruliga er. Tað er
eisini áhugavert tilfar. Fólki hevur
givið politikarunum sítt álit at stýra
demokratinum. Eg sakni hinvegin
eina meira kritiska viðgerð. Burtur
við hesum myndunum av smílandi
politikarum, sum keypa sínum fittu
børnum ein ís í góðveðrinum, takk!
Saknar tú ikki gravandi
journalistikk?
– Jú, avgjørt. Pressan dugir ikki nóg væl
at skilja ímillum, hvat er politikkur, og
hvat er sjónleikur. Tað er hinvegin ikki
lætt at vera journalistur. Redaktiónirnar
eru sperdar, og einstaki journalisturin
fær ikki stórvegis tíð at skriva søgurnar.
Teir hava lítla tíð at kunna seg nærri
um ymsu málini. Tú skal heldur ikki
gloyma, at journalistar eru bara menn
iskju. Teir vita ikki alt um alt. Teir
skulu eisini hava tíð at kunna seg um
politisku málini.
Pressan spyr hví
Hvussu vil tú lýsa politisku
miðlarnar í dag?
– Tað minnir ikki sørt um ítróttar
journalistikk. Tað verður serliga skrivað
og tosað um taktikk. Innihaldið snýr seg
ikki um, hvat politikarnir siga, men um
hví, teir siga tað. Miðlarnir eru vitandi
um, at teir eru miðdepilin í einum
politiskum spæli um atkvøðurnar. Tann
dystin vil pressan ikki tapa – eingin vil
lata seg brúka. Tað er orsøkin til, at tað
eru alsamt fleiri politiskar greiningar í
miðlunum nú. Søgur um spælið handan
politikkin.
Hvussu ávirkan tað veljaran?
– Tað kann geva eina mynd av einum
kyniskum spæli um valdi. Ein mynd av,
at tað er eingin álvari í politikkinum,
men at tað bara snýr seg um vald.
Snýr tað seg bara um vald?
– Nei. Journalistarnir eru ongantíð
við handan leiktjøldini. Tað eru fáir
politikarar, sum ikki taka sína uppgávu
í álvara. Teir kunna seg væl um málini
og lesa neyðugu skjølini. Tað er nógv
størri arbeiðið, enn tey flestu halda. Tað
veit veljarin ikki. Teir vita bara um tað,
sum fer fram á sjónvarpsskugganum.
Tað er spell.
Men niðurstøðan er, at slagið
um atkvøðurnar er í miðlunum, og
politikarnir eru atvoldin til stríðsmálini,
men fjølmiðlarnir gera ikki nógmikið
fyri at sleppa undan teimum?
– Ja, tað er rætt.
Borgarliga samfelagið, sum hevur vunnið seg fram seinastu árini, er eisini grundað á einstaklingar. Tú velur
persónarnar, og ikki politisku flokkarnar, í dag. Tað er orsøkin til, at teir marknaðarføra seg sjálvar, heldur
enn sín flokk. Tað ræður ikki um at hava rætt. Tað ræður um at sannføra veljaran um, at tú hevur rætt
Stríðið um valdið...
Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa
tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan
svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og
allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um,
at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið.
Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin
og varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni,
sum ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt
at seta serfrøðingum stevnu um valstríð.
Billy Adamsen
48, er rithøvundur og fyrrverandi
spurnasmiður. Hann er útbúgvin
mag.art. í bókmentafrøði og Ph.d í
politiskum málpsykologi. Adamsen
var fyrsti danski spunasmiðurin, tá
Poul Nyrup Rasmussen, táverandi
forsætisráðharri, setti hann í starv í
1996. Hann arbeiddi fyri Poul Nyrup
Rasmussen í fimm ár. Billy Adamsen
hevur síðani staðið á odda fyri fleiri
ítróttarverkætlanum. Hann var
spunasmiður hjá Brian Mikkelsen
eitt stutt skifti fyri jól í fjør, men
fór frá, tá BT kunngjørdi nøkur brøv,
sum hann og Poul Nyrup Rasmussen
høvdu skrivað. Hann starvast hjá
samskiftisfyritøkuni Sylvester Hvid &
Co. í dag, umframt at hann heldur fleiri
fyrilestrar á Københavns Universitet,
Roskilde Universitetscenter og
Copenhagen Business School.
Hann hevur givi út fimm bøkur:
Tv – en god babysitter (1994), Tv
og Computeren – gode babysittere
(1995), Tv-valg og Tv-vælger
(1996), En enkel sag – en tanke om
enkeltsager og politik (1998) og
Spindoktor (2005).
mynd: Polfoto