fríggjadagur 24. juni 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
8
Eitt nýbrot
fyri framman
Higartil hevur almenningurin bara hoyrt ein minutt og 37 sekund
av tónleikinum. Stívliga hálvanannan minutt, har tónleikararnir
handan nýggja bólkin, glóð, fortelja um trongdina og tørvin á
at gera føroyskan tónleik. Annað enn hetta og fýra nøvn fingu
Føroyar ikki at vita. Sosialurin hevur hitt menninar handan bólkin,
hoyrt tónleikin og kann staðfesta, at eitt nýbrot er í eygsjón
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sigur tú Hans Edward Andreasen, so
hevur tú eisini sagt The Dreams, Eirikur,
Corfitz og Heini. Nøvn, føroyingar flest
kennast við. Lat hetta vera míni ráð til
tín: næstu ferð tú hoyrir navnið Hans
Edward Andreasen, hugsa so eisini
Edmund í Garði, Rúni Mouritsen, Jan
Mýrá og glóð.
Ikki tí, The Dreams livir sanniliga og
har er nógv spennandi í væntu. Hans
Edward er eisini framvegis, og verð
ur framyvir, líka stórur partur av The
Dreams, sum hann altíð hevur verið. Í
so máta er einki broytt. Men við nýggja
bólkinum glóð, sum Hans Edward hevur
tikið stig til, er føroyska ljóðmyndin
broytt med alla. Heimligi tónleikapallur
okkara fær við fløguni frá glóð eitt nýtt
ljóð og eina nýggja dimensión. Júst nær
henda fløgan kemur á marknaðin, vil
bólkurin ikki út við enn. Greitt er tó, at
teir fýra í hesum døgum gera seg kláran
til at fara í upptøkuhølið hjá Kristoffur
Mørkøre, og at fløgan kemur út í hesum
árinum.
Duga at gera tónleik
– Eg havi ikki gjørt annað enn at spælt
tónleik seinastu tíggju árini, so eg dugi
at gera tónleik og veit hvat er gott.
Soleiðis sigur Hans Edward, sum eins
og Rúni og Edmund hevur búð í Dan
mark seinastu mongu árini.
Fyri nógvum árum síðani, sum heilt
ungir tannáringar í Føroyum, spældu
hesir menninir eisini saman. Hans
Edward, Rúni, Høgni Fagraberg og Ísak
Sambleben mannaðu bólkin Salut, sum
var fyrsti bólkurin, Hans Edward var
við í. Seinni spældi hann við í Zink,
sum Edmund í Garði eisini var partur
av. Nú eru teir tríggir, Hans Edward,
Rúni og Edmund savnaðir í sama bólki,
saman við beiggja Hans Edward, Jan
Mýrá, sum vit kenna best frá Onion
Tree.
Tað fyrsta – og inn til henda grein,
varð prentað – higartil einasta, almenn
ingurin hevur hoyrt og sæð til glóð er
stívliga hálvurannar minuttur, har
bólkurin hevur latið seg filmað.
Tørvur á føroyskum
Í sjónbandabrotinum, sum higartil
hevur verið víst umleið 1000 ferðir á
YouTube, greiða teir frá trongdini og
tørvinum á at gera føroyskan tónleik.
Hetta spyrji eg nærri inn til og Hans
Edward svarar, at dreymurin um at
gera føroyskan tónleik aftur, birtist, tá
hann fór undir at arbeiða við Revolt,
ensku fløguni hjá The Dreams, í 2009.
– The Dreams er mítt livibreyð,
sum ger, at alt kann mæla runt. Eg eri
eisini ekstremt stoltur av The Dreams.
Men The Dreams er eisini við at seta
meg í bás. Hinvegin er glóð ikki nakað
livibreyð. Tvørturímóti. Men kortini er
glóð so forbannað umráðandi fyri okk
um at gera.
Hans Edward er ivaleysur, tá hann
greiðir frá. Hann tosar inniligt og
erligt og avdúkar, at glóð á ongan hátt
er nakað hyggeprojekt hjá teimum
fýra tónleikarunum, sum allir hvør í
sínum lagi hava aðrar tónlistarligar
avbjóðingar og uppgávur í gerandis
degnum.
– Fyri okkum er glóð eisini tónlistar
lig menning, har vit hava møguleikar
at vísa aðrar síðir av okkum, greiðir
Hans Edward frá. Sjálvir kalla teir
tónleikin fyri melidiøsan, sveimandi
lofthavs rokk við einum ískoyti av
elektropoppi. Lýsingin er neyv, men
tónleikurin rúmar eisini meira. Ferðin
høg og ein ávís dýpd merkir tónleikin,
sum ger ljóðmyndina meiri kompleksa.
Øðrvísi enn nakað annað, vit áður hava
sæð á føroyskum.
Sambært Hans Edwardi er tað eisini
ein tørvur á, at júst henda genran, verð
ur dyrkað meira í Føroyum. Ikki minst
á føroyskum.
– Eg havi skrivað tekstir á føroyskum,
donskum og enskum. Og líkamikið
hvat øll onnur siga, so er tað meiri
fjart at skriva á einum fremmandum
máli. Tá eg sat við Revolt, føldi eg eina
trongd eftir at sleppa undan at goyma
meg aftanfyri eitt annað mál. Innanfyri
hesa genruna er eisini so lítið gjørt á
føroyskum. Chase hevur gjørt eitt
sindur við tað, tað elskaði eg, men har
er nógv eftir at grava í og nógv eftir
at siga, greiðir Hans Edward frá, sum
tó ikki smæðist fyri at brúka danismur
og orð, sum vanliga ikki verða bólkað
sum føroysk.
Í løtuni telur komandi fløgan 11
løg, men gongst sum ætlað verður eitt
12. lag gjørt ein av døgunum. Felags
nevnarin fyri løgini er, at tey øll eru
føroysk og viðgera evni, sum merkja
gerandisdagin í Føroyum. Eitt nú er
ein sangur um ferðsluvanlukkur, ein
um kærleika, ein um homoseksualitet
og ein veitslusangur. Tekstirnir hava so
statt ikki útgangsstøði í einum ávísum
evni, men spenna víða.
Ikki konsert men show
Sum bólkur ynskir glóð eisini at spenna
víða. Tónleikararnir í bólkinum stremba
eftir, at glóð skal vera ein eksklusivur
og forvitnisligur bólkur.
– glóð skal vera nakað eksklusivt
og serstakt, heilt frá byrjan. Tí lata vit
eisini upp fyri bólkinum soleiðis sum
vit gera, fortelur Hans Edward og sipar
til brellbitan av einum sjónbandi, sum
teir hava lagt á YouTube fyri góðari viku
síðani. Eitt sjónbandabrot rópt »glóð
(Teaser 1)«, sum soleiðis staðfestir, at
fleiri brellbitar – ella teasarar – eru
ávegis. Hvussu hesir koma at ljóða og
nær teir koma út, vil bólkurin ikki av
dúka. Vit kunnu hinvegin avdúka, at
demoútgávurnar av tónleikinum, glóð
higartil hevur spælt inn, liggja rættiliga
langt frá dramatisku og døpru klaver
tónunum, sum eyðkennir fyrsta brell
bitan frá glóð.
– Vit ynskja heldur ikki at vera ein
bólkur, sum spælir annaðhvørt viku
skifti. Tað skal vera eksklusivt og tískil
kunnu vit bara spæla tvær ella tríggjar
ferðir árliga. Men tá vit so gera tað,
verður tað størri enn nakað, vit áður
hava sæð. Vit gera eitt show heldur enn
eina vanliga konsert. Og hóast fløgan
als ikki er liðug enn, gera vit video og
menna hugskot, sum skulu brúkast til
showið, sigur Hans Edward Andreasen,
sum síðani verður avbrotin av telefonini,
sum ringir. Tað er Sverre Nolsøe, sum
tekur sær av bróðurpartinum av prak
tiska arbeiðinum kring bólkin. Hann
hevur fingið fatur á einum platti, sum
kann tryggja, at ljóðførini verða flutt
trygt til Føroya, har fløgan, sum hevur
fingið heitið »Mítt stríð er mítt ríki«,
skal takast upp.
Hans Edward hevur ikki meiri enn
lagt á, so ringir aftur. Hesaferð er tað
ein av stóru tónleikafyriskiparunum
í summar, sum spyr seg fyri. Hans
Edward undrast, tí tað einasta við
komandi hevur hoyrt til bólkin, er
tað avmarkaða tilfarið, sum liggur á
YouTube.
Eftir at hava hoyrt partar av tilfar
inum frá glóð undrist eg ikki. Tvørtur
ímóti gleði eg meg at síggja næsta
brellbitan, hoyra fløguna og uppliva
showið. Tað átti tú eisini at gjørt.