fríggjadagur 24. juni 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
10
Valevni
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hann trein ósmæðin á pallin fyri
tveimum mánaðum síðani og segði,
at føroyingar rinda ov nógv fyri rús
drekkamisnýtarar og tann reyvasíða
ungdómin, sum ikki orkar at arbeiða.
Hanus Samró, sum seinastu árini hevur
verið formaður í ungmannafelagnum
hjá Fólkaflokkinum, Huxa, skrivaði í
lesarabrævi, at nakrar vælferðartænastur
verða misbrúktar.
Nú ætlar hann sær í løgtingið. 23
ára gamli havnarmaðurin, sum lesur
stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum,
dámar lítið, at landið forbjóðar, og hann
ætlar sær at sláa manngarð um liberalu
hugsjónina, samstundis sum hann skal
umboða yngra ættarliðið, verður hann
valdur.
Fólkaflokkurin
sterkur á valdegnum
Hví bjóðar tú teg fram
fyri Fólkaflokkin, og
ikki fyri Framsókn?
– Svarið er ógvuliga einfalt. Eg taki
undir við grundhugsjónini hjá Fólka
flokkinum.
Veljarakanningar vísa,
at Fólkaflokkurin missir
undirtøku millum veljararnar.
Hvat ger flokkurin galið?
– Veljarakanningar kunnu vera vill
leiðandi, tí Fólkaflokkurin plagar ikki
at standa seg væl, men á valdegnum er
flokkurin millum teir størstu. Tá ið tað
er sagt, so hevur flokkurin verið heldur
tungur í vendingini, tá ið tað kemur til
nútímans tøkni. Tað eru vit farin undir
at menna. Fólkaflokkurin er komin á
Facebook, ein nýggj heimasíða er á veg,
men næstu veljarakanningarnar fara at
vísa, um tað er nógmikið. Mín partur
skal heldur ikki liggja eftir, tí eg fari at
gera mítt til, at Fólkaflokkurin eisini
verður ein flokkur fyri ungdómin.
Hanus eggjar til kapping
Hvat dámar tær hugskotið við
færri og størri skúlaeindum?
– Við fáum, men størri skúlum, gerst
tað bæði betri og bíligari, tí kostnaðurin
av lærarum fyri hvønn næming lækkar.
Næmingar sleppa út um bygd/bý, teir
sleppa at sosialisera við børnum úr
øðrum bygdum/býarpørtum, teir hava
ikki sama lærara frá fyrsta til sjeynda
flokk, men lærararnir gagnnýta sítt
serøki, so at nakrir lærarar taka sær av
fyrsta og øðrum flokki, aðrir av triðja
og fjórða og so víðari. Sostatt fáa næm
ingar fjølbroyttari frálæru. Eg hoyrdi
eisini í tíðindunum, at triðja hvør króna
í fólkaskúlanum fer til sernámsfrøði, og
tað er ein greið ábending um, at skúla
skipanin er skeiv. Heldur enn at skipa
flokkar eftir bústaði, áttu flokkar at
verið skipaðir eftir førleikum. Við nú
verandi skúlaskipan verður eldhugurin
hjá góðu næmingunum køvdur, meðan
veikaru næmingarnir ikki orka at fylgja
við.
Heldur enn at køva kappingina skulu
vit eggja øllum næmingum til kapping,
hvør eftir sínum førimuni. Hvørt fak
skal verða býtt sundur í tríggjar bólkar:
tey dugnaligu, miðal og mennandi.
Hetta sigi eg av egnum royndum í
Hollandi, tí eg havi aldri havt tað
so gott, sum tá ið eg var í mennandi
flokkinum. Eg var ikki nóg stinnur til
miðal, og eg var av tí sannføring, at
tað ikki loysti seg at lesa, tí at eg skilti
einki kortini. Men so skjótt eg fór ein
førleika niður, hómaði eg ein glotta, tí
eg skilti okkurt hóast alt. Tað skal loysa
seg at arbeiða, og tískil skal ein gularót
innførast í nýggju skúlaskipanina, so at
næmingar, ið hava ment seg so mikið,
at teir eru ov dugnaligir til at vera í
mennandi flokkinum, verða fluttir upp
til miðal.
Hetta brýtur tó frá gomlu hugsjónini
um, at hvør bygd skal hava sín skúla, at
miðað verður í móti miðal góðum næm
ingum, men eg eri av tí sannføring, at
skjótari vit sleppa av við snævurskygdu
áskoðanina, skjótari klúgva vit upp eftir
PISA-stiganum.
Steðgið við tosið um
bygdamenning
Fólkafráflyting er ein tann
størsta avbjóðingin hjá føroyska
samfelagnum. Hvussu heldur tú,
at vit steðga fólkafráflytingini?
– Fráflyting er sunn. Hon víðkar sjónar
ringin, gevur íblástur, og hon breiðkar
um altjóða netverkið. Fráflyting er ikki
vælferðar
tænastur
verða
misbrúktar
– Eg standi fast við, at nakrar av vælferðartænastunum verða
misbrúktar av teimum fáu, ið hugsa: hvussu fái eg best burtur úr
skipanini, ístaðin fyri at hugsa: hvat kann eg gera, sigur Hanus Samró,
23, sum bjóðar seg fram fyri Fólkaflokkin til komandi løgtingsval
Eg standi fast við, at nakrar av vælferðar
tænastunum verða misbrúktar av teimum fáu,
ið hugsa: hvussu fái eg best burtur úr skipanini,
ístaðin fyri at hugsa: hvat kann eg gera