fríggjadagur 24. juni 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
11
av tí ónda, hon er lívsneyðug fyri Før
oyar. Men hon er bara góð, um sam
felagið fær ágóðan av tilflyting. Eg ætli
mær ikki at endurgeva útbúgvingar
og granskingar ramsuna, ið núverandi
politkarar duga í svøvni, men tað eru
tó tríggir faktorar, ið eru týdningar
miklir:
1. Dyrka og menna núverandi út
búgvingar, so at lesandi í Føroyum
fáa somu fíggjarligu sømdir sum tey
í Danmark
2. Byggja kollegium.
3. Steðga við at tosa um bygdamenn
ing, sum um fráflyting er eitt serligt
bygdafyribrigdi, men ásanna, at
Føroyar eru ein útjaðari.
Tú hevur skýrt ungdómar at
vera dovnir. Hvat saknar tú
í føroyska ungdóminum?
– Eg standi fast við, at nakrar av væl
ferðartænastunum verða misbrúktar
av teimum fáu, ið hugsa: hvussu fái eg
best burtur úr skipanini, ístaðin fyri at
hugsa: hvat kann eg gera. Eg fari ikki
at samanbera meg við John F. Kennedy,
tað er heldur tíðliga, men hann segði
tað ógvuliga beinrakið: »ask not what
your country can do for you – ask what
can you do for your country.« Hetta
eru heldur hvøss orð. Eg eri ímóti, at
tænastur verða misbrúktar, tí at tey, ið
veruliga hava tørv, fáa ikki neyðugu
tænastuna, tí eingir pengar eru eftir.
Dámar framfýsni
Saltsiloin á Drelnsi er ein
íløga í útjaðaran, meta
summi. Hvat heldur tú um
verkætlanina Salt? Hvønn
útjaðarapolitikk stuðlar tú?
– Tað er samtykt á løgtinginum, so tað
er býtt at nýta orku uppá nakað, ið eg
ikki kann ávirka. Mær dámar væl, at
fólk í Suðuroynni vísa framfýsni, tí
tað hava vit tørv á. So eg kann bara
siga, at eg vóni, at Saltsiloin ber seg, tí
skuldi tað hent seg, at hon ikki gjørdi
tað, so fari eg ikki at atkvøða fyri eini
bjargingarætlan. Eg taki ikki undir við
nøkrum útjaðarapolitikki, so leingi sum
vit ikki viðganga, at Føroyar eru ein
útjaðari.
Krabbameinsfelagið mælir
til, at tað skal vera bannað
ungum undir 18 ár at taka sól,
tí tað elvir til krabbamein. Hvat
heldur tú um tað hugskotið?
– Eg kenni ikki smálutirnar í málinum,
so tað er torført at svara, men mær
dámar lítið, tá ið landið byrjar at for
bjóða, tí tað hoyrir ikki heima í liberalu
hugsjónini.
Helst verða sjálvstøðugar
Hvussu umráðandi er tað fyri
teg, at Føroyar verða fullveldi?
– Ov nógv orka verður nýtt uppá
spurningin, tí tað tykist, sum fullveldi
verður sett í samband við ekstrema
nasjonalismu, har dentur verður lagdur
á morreyða troyggju og ullintar undir
buksur. Tað er trongligur hugsanar
háttur, ið hoyrir fyrndini til.
Sum liberalur borgari taki eg undir
við, at Føroyar gerast sjálvstøðugar,
men um tað eitur fullveldi, sjálvstýri
ella eitt triðja, tað sigur mær einki,
bara tað verður gjørt við fyrivarni. Tá
ið tað er sagt, so er tað umráðandi, at
Føroyar samstarva við aðrar tjóðir, tí
landafrøðiliga liggja vit so væl fyri,
at tað er rættiliga sannlíkt, at Føroyar
kunnu gerast snúningspunkt, hvat
viðvíkur flutningi millum Amerika og
Norra. Professarin hjá mær í logistikki
á Erasmus University segði tað ógv
uliga gott, tá ið hann greiddi frá størstu
kappingarneytunum hjá Rotterdam
havn. Hann segði, at størsta hóttanin
móti Rotterdam var havnin í Hamburg, í
Hirtshals, og so peikaði hann á Føroyar.
Fyri at møguleikin kann realiserast,
verða vit noydd at samstarva við aðrar
tjóðir. Tað hevði verið best, um tað var
sum sjálvstøðug tjóð, men um tað er við
ella uttan Danmark, tað er ikki so týdn
ingarmikið, bara tað verður gjørt.
Hvør er tín politiska
fyrimynd, og hví?
– Eg havi ikki beinleiðis politiska fyri
mynd, men eg síggi upp til Franklin D.
Roosevelt, tí hann megnaði at gerast
amerikanskur forsætisráðharri, hóast
kropsligt brek.
Heldur enn at køva kappingina skulu vit eggja
øllum næmingum til kapping, hvør eftir sínum
førimuni. Hvørt fak skal verða býtt sundur í tríggjar
bólkar: tey dugnaligu, miðal og mennandi
mynd: jens kristian vang
Mær dámar lítið, tá ið landið byrjar at forbjóða, tí tað hoyrir ikki heima í liberalu hugsjónini, sigur Hanus Samró
Fakta
Navn: Hanus Samró
Flokkur: Fólkaflokkurin
Aldur: 23 ár
Bústaður: Hoyvík
Yrki: Lesur stjórnmálafrøði á Fróðskapar
setrinum, stjóri og partaeigari á Sp/F Ó og
formaður í ungmannafelagnum HUXA
Fyrrverandi yrki: Vikarur í Eysturskúlanum
og Hoyvíkarskúla
Útbúgving: International Baccalaureate prógv
á International School of The Hague, Holland
Stríðið um valdið...
Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa
tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan
svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og
allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um,
at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið.
Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin
og varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni,
sum ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt
at seta serfrøðingum stevnu um valstríð.
Jóanes N. Dalsgaard,
Sjálvstýrisflokkurin
Næstu
ferð: