fríggjadagur 24. juni 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 24. juni 2011
14
Matstova
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Síðani matstovumentanin tók seg upp
fyri nøkrum árum síðani og fram til í
dag, hevur trendurin verið, at matskráin
skal vera so útlendsk sum tilber. Tað
hevur staðið upp á pizza, spaghetti,
pasta og annan italienskan mat, ella
kinesiskt, turkiskt, spanskt...
Og ikki eitt einasta ilt orð um tað.
Føroyingar hava veruliga trongt til at
víðka sín kulinariska sjónarring. Men
í allari hesari víðkanini er miðdepilin
nærum blivin burtur.
Og tað gav Remy á Kamarinum og
Allan Hjaltalin eitt gott hugskot. Teir
lótu upp eina matstovu við mati, sum
mamma borðreiddi við.
Báðir hava drúgvar royndir í mat
stovuvinnuni.
– Eg havi starvast innan matstovu
vinnuna í mong ár, og havi staðið fyri
matarseðlinum á fleiri matstovum,
bæði uttanlands og í Føroyum, sigur
Remy á Kamarinum.
Allan Hjaltalin er útlærdur bakari,
men hevur starvast sum kokkur, bæði
á landi og sum skipskokkur.
– Vit hava arbeitt saman leingi við
at gera mat til veitslur av ymiskum
slag, og vit hava leingi gingið og spælt
okkum við tankanum um at lata upp
okkara egnu matstovu, sigur Remy á
Kamarinum.
Teir hava hugt eftir fleiri hølum,
men tá teir fingu gomlu Rio Bravo høl
ini í boði, tóku teir av.
Serlig matskrá
Men skal tú hava eina matstovu, so eru
karmarnir ikki nóg mikið, tú skal eisini
hava eina matarskrá.
– Tað var soleiðis, at vit spurdu okk
um sjálvar, hvat vit høvdu vilja havt,
fóru vit inn á eina matstovu, og tað stóð
okkum skjótt greitt, at tað skuldi verða
ein matskrá við mati, sum vit fingu frá
mammu, tá vit vuksu upp, sigur Remy
á Kamarinum.
Hann hevur síðani sett saman eina
matskrá, sum ikki líkist nakrari aðrari
í býnum. Til sjálvtøkuborðið á døg
urða eru heilt vanligir rættir so sum
karrybollar, hakkibúffar, stoktur fiskur,
kotelettir, smáir búffar, kjøtstrimlar og
milliónbúffur. Eisini eru vanlig smá
epli, eplabátar og rís at velja ímillum.
Og sjálvandi salat.
– Vit ætla at variera matskránna eitt
sindur soleiðis, at ikki allir rættirnir alla
tíðina verða teir somu. Men summir
av rættunum koma kortini at ganga
aftur. Tað sæst beinanvegin hvat tað er,
gestirnir vilja hava, og teir populerastu
rættirnir verða fastir, meðan vit koma
at skifta millum hinar, sigur Remy á
Kamarinum.
Afturvið er so tað vanliga sum hoyrir
til ymsu rættirnar, so sum sós, súltaðar
agurkir, reyðkál og remulada.
– At drekka afturvið matinum hava
vit sjálvandi vín og øl, men til sjálv
tøkuborðið á døgurða er tað mest vatn
og serliga sodavatn, sum fólk vilja hava
afturvið, sigur Remy á Kamarinum.
Nýggj fimm-rættar-skrá
Sjálvtøkuborðið á døgurða er frá klokk
an 11.30 til 13.30, men tað er kortini
ikki tað einasta, matstovan 11 hevur at
bjóða upp á.
– Nei, vit hava eisini opið um kvøld
arnar við einari a la carte matskrá. Vit
hava roynt at hildi okkum til eina rím
iliga einfalda matskrá við neytakjøti,
reinsdjórakjøti, fiski og onkrum øðrum,
sigur Remy á Kamarinum.
Í heila tikið halda teir seg upp at
uppskriftini hjá Bo Bech um einfalda
matskrá, einki pulvur, eingir skjótir
»smuttvegir«, alt verður bygt upp frá
grundini. Men teir báðir hava í eina tíð
arbeitt við einari nýggjari, spennandi
og serligari fimm rættir matskrá, sum
teir ætla at innføra um nakrar vikur.
– Talan er um eina fimm rættir skrá,
sum byggir á føroyskar rávørur. Hetta
verður ein eksperimenterandi matar
skrá, ið skal appelera til smakksansin.
Men sigast skal, at hóast matskráin er
grundað á føroyskar rávørur, so skal
talan eisini verða um góðsku. Vit brúka
ikki føroyskt, bara tí tað er føroyskt,
sigur Allan Hjaltalin.
Av tí at hendan matarskráin er á
fyrireikandi støði vilja teir báðir ikki
siga so nógv annað um, hvussu hon fer
at síggja út.
Óvæntað vælumtókt
Tá farið verður undir eitthvørt virksemi
er tað við einari vón um, at gangast
skal væl, og hjá 11 hevur gingið yvir
alla væntan.
– Vit høvdu ein tanka um, at fáa 15-
20 fólk til sjálvtøkuborðið á døgurða,
men vit hava rættiliga verið tiknir á
bóli. Talið av gestum á døgurða ligg
ur millum 60 og 100, og vit hava upp
livað, at bíðirøð stendur langt niður í
trappurnar. Tað er ikki dagur, at fólk
ikki mugu bíða eftir borði, so vit mugu
siga, at tað hevur gingið væl higartil,
sigur Remy á Kamarinum.
Matstovan læt upp miðan mars,
men longu nú siga teir báðir, at teir
hava fingið kundar, sum mugu kallast
stamgestir.
– Okkara motto hevur alla tíðina
verið, at eingin er ov høgur og eingin
ov lágur at vitja matstovuna 11, og her
koma eisini øll sløg av fólki, sigur Remy
á Kamarinum.
Hann heldur, at tað eru tvær orsøkir
til, at matstovan er so væl umtókt.
– Tað er serliga heimliga matskráin,
sum dregur, og so eisini tað, at vit liggja
í lægra enda av prísstøðinum, sum ger
munin, sigur Remy á Kamarinum.
Men júst tað, at so nógv fólk vitjar
matstovuna, hevur gjørt, at teir báðir
hava ætlanir um at økja um sitiplássini,
uttan tó at minka um komfortin hjá
einstaka gestinum.
– Vit leggja dent á, at fólk skulu hava
albogarúm, men við stóra gestatalinum
í huga, samstundis sum vit halda, at
vit saktans kunnu útnytta hølini betri,
fara vit at fáa fleiri sitipláss, sigur Allan
Hjaltalin.
Langir arbeiðsdagar
Stóra sukse'in hevur eisini merkt, at teir
báðir hava havt ógvuliga nógv at gera,
og harvið eisini ógvuliga lítla frítíð.
– Ja, tað hevur verið strævið, men
tíbetur hava vit ógvuliga góð starvsfólk,
so tað er vorðið til onkran frídag inn
ímillum, sigur Remy á Kamarinum.
Men teir kendu bransjuna og vóru
innstillaðir upp á langar arbeiðsdagar
framman undan. Og tað var eisini
framman undan, at teir skuldu finna
eitt rámandi navn til matstovuna.
– Vit kannaðu nøvn og býir í kendu
vínøkjunum í eitt nú Fraklandi, men
vit funnu einki har vit kundu siga, at
hattar er tað. Tí kom tað so líðandi, at
brúka gøtunummarið sum navn á mat
stovuni, sigur Allan Hjaltalin.
Soleiðis kom matstovan at eita 11.
– Vit hildu, at tað riggaði, júst tí
talan var um 11, tvey eitt tøl. Eg haldi
ikki tað hevði riggað, um vit lógu á
nummar 12 ella 18, men júst 11 virkar,
sigur Allan Hjaltalin.
Men hóast matstovan bert hevur
góðar tríggjar mánaðir á baki er 11
longu kend sum staðið, har tú fært
mammusa mat.
11 bjóðar
mammusa mat
Matstovan 11 í Tórsgøtu 11 bjóðar øðrvísi mat enn vanligu døgurða
buffet'irnar. Har er matskráin hakkibúffur, karrybollar, fiskaflak,
kotelettir, búffur, stutt sagt matur, sum mamma plagdi at gera
Hugnalig matstova
mynd: Jens Kristian Vang