mánadagur 27. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
8
Sosialurin
Aliringurin
er sum 5–6
ítróttarhallir
Vilmund Jacobsen
Higartil í ár hevur KJ-
Hydraulik
á
Kambsdali
gjørt ikki færri enn 34 ali
ringar,
og
nakrir
ringar
verða gjørdir aftrat tað, ið
eftir er av árinum. Hvussu
nógvir ringar liggja fyri
framman, vil fyritøkan ikki
siga ítøkiliga, men sum skilst,
væntar felagið rímiliga nógv
virksemi fram eftir.
Síðan
í
november
í
fjør hava 6-7 mans hjá KJ
-Hydraulik burtur av fingist
við at gera aliringar, og hetta
virksemi fer fram á havna
lagnum á Eiði.
Tað, sum er serliga áhuga
vert við hesum virksemi hjá
KJ-Hydraulik í løtuni, er,
at felagið júst er liðugt við
størsta aliringin, sum felagið
nakrantíð hevur framleitt.
Hetta er ein aliringur, sum
má metast at vera egnaður
til havaling og er soleiðis eitt
frambrot innan føroyska
aling.
Hesin veldugi aliringurin
er ikki færri enn 160 metrar
í ummál, og hann hevur ein
søkkring, sum vigar heili 13,5
tons.
Størri og tyngri
Jóannes Mørkøre, sølumaður,
sigur, at vanligu ringarnir,
sum felagið í ár hevur fram
leitt, eru 128 metrar í ummál.
– Alt er nógv størri og
tyngri í hesum nýggja ring
inum. Slangurnar eru sum
vanligt tríggjar í tali, men tær
eru heilar 45 sentimetrar í
tvørtmát, sum er nógv meiri,
enn vanligt hevur verið.
Hann vísir á, at stútturnar
ella besløgini eisini eru einar
80 sentimetrar hægri enn
vanligt, soleiðis at tær nú
røkka 1,80 metrar úr sjónum.
- Hetta verður alt gjørt
fyri, at nýggi ringurin skal
klára seg í havalduni, og
hæddin er størri, soleiðis at
laksur ikki skal sleppa upp
um girðingina, tá stór alda er
í sjónum.
Sølumaðurin vísir á, at
tað er Bakkafrost, sum eigur
henda stóra aliringin, sum
skal liggja á Gulanum út fyri
Argjalandinum. Felagið skal
hava ein slíkan ringt aftrat,
og hesin seinni skal latast í
august í ár.
Veldugur søkkringur
– Eg haldi, at ein aliringur av
hesi støddini saktans kundi
ligið eystan fyri Nólsoynna,
um so var.
Jóannes Mørkøre sigur
seg ikki vita um, at ein slíkur
søkkringur, sum vigar 13,5
tons, er gjørdur í Føroyum
áður – og hann veit heldur
ikki um, at hann er gjørdur í
heiminum yvirhøvur.
– Vit gjørdu fyrsta søkk
ringin í 2004 og hava gjørt
fleiri síðan. Áður hevði man
– Alt er nógv størri og tyngri í hesum nýggja
aliringinum. Ringurin er 160 metrar í ummál.
Slangurnar eru sum vanligt tríggjar í tali, men tær eru
heilar 45 sentimetrar í tvørtmát, sum er nógv meiri
enn vanligt. Stútturnar ella besløgini eru einar 80
sentimetrar hægri enn vanligt, soleiðis at tær nú røkka
1,80 metrar úr sjónum. Søkkringurin vigar 13,5 tons,
sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ-Hydraulik
Tummas Lervig og Jóannes Mørkøre, sølumenn hjá KJ-Hydraulik vísa okkum
munin á slangum og beløgum í teimum gomul og nýggju aliringunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Í staðin fyri at fylla firðir
og sund við aliringum, kunnu
vit bara gera ringarnar størri
JÓANNES MØRKØRE