Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 Sosialurin blýgg, sum hingu uppi í nótini, men tað ber ikki til at hava so tung blýggj, tí annars skrædnar nótin. Hann leggur aftrat, at van­ liga vektin á søkkum hevur verið 30-40 kilo fyri hvønn metur, men søkkringurin, sum brúktur verður til henda stóra aliringin, vigar 80 kilo fyri hvønn metur. – Ein slíkur søkkringur ger, at plássið hjá laksinum í nótini verður nógv størri, og serliga hevur hetta stóran týdning á streymasjógvi. Vit kunnu róliga siga, at menn­ ingin, sum vit saman við alivinnuni hava bygt upp á hesum øki, er gjøgnumbrot innan havaling í Føroyum. Jóannes Mørkøre vísir á, at umstøðurar at ala í Føroyum og Noregi kunnu slett ikki samanberast. – Norsku firðirnir eru langir, og teirra bólkingar av aliøkjum eru slett ikki tær somu sum tær, ið vit hava í Føroyum. Aling í Føroyum á firðum og sundum, sum liggja út móti havinum, hevði verið sonevnt max hjá norðmonnum í váða, meðan vit í Føroyum í dag slett ikki snakka um hetta, tí hetta er vorðið ein náttúrligur partur av okkara aling. Sølumaðurin hjá KJ- Hydraulik vísir á, at øll menningin, sum hevur verið innan føroyska aling, og sum felafgið á Kambsdali hev­ ur verið við í, er farin fram í neyvum samstarvi við vinn­ una. – Tað er ongantíð soleiðis, at tú smoyggir nakað yvir høvdið á einum alara. Ger tú tað, keypir hann ikki vøruna, leggur Jóannes Mørkøre aftrat. 5-6 ítróttarhallir Spurdur, um tað ikki kennist yvirdrivið at gera aliringar av slíkari stødd og styrki til aling á firðum og sundum, er svarið hjá Jóannesi Mørk­ øre: – Hevði tú spurt meg fyri 10 árum síðan, hevði eg sagt, at hetta var vanvid. Nú er hetta heilt normalt og bara ein liður í menningini av føroyskari aling, leggur hann aftrat. Sølumaðurin vísir á, at stóri aliringurin og tungi søkkringurin eru ógvuliga áhugavert í føroyskari aling. – Í staðin fyri at fylla firðir og sund við aliringum, kunnu vit bara gera ringarnar størri. Jóannes Mørkøre vísir á, at rúmmetarnir í einum slíkum aliringi eru einir 33.000 sum svarar til rúmdina í eini 5-6 ítróttarhallum. – Men á Gulanum, har nýggi ringurin og hin næsti eisini koma at liggja, er ikki so djúpt, og tí verða rúm­ metrarnir nakrir færri, men hetta er framvegis stórir ringar – og nógv størri enn teir, vit áður hava havt við at gera í føroyskari aling. Jóannes Mørkøre vísir á, at áðrenn ILA-sjúka fór at gera um seg í føroyskari aling, vóru eini 800 tons av laksi í einum aliringi á 128 metrar, tá byrjað varð at taka laksin. Tá so alt var tikið, var nøgdin í ringinum umleið 1000 tons. Í somu ringum í dag ganga eini 500 tons, tí ansað verður betri eftir, at fiskurin ikki gongur ov tætt og gerst strongdur. – Alarar hava givið fisk­ inum betri pláss, og hetta ger, at hann trívist betri. Eg dugi ikki at siga, hvussu nógvur fiskur kann verða í einum aliringi, sum er 160 metrar í ummál, men eg vænti, at her kann væl meiri fiskur ganga enn í nøkrum øðrum aliringi, sum vit hava á føroyskum firðum og sundum í dag, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ-Hydraulik. Sosialurin kann leggja aftrat, at besløgini ella stútt­ urnar, sum KJ-Hydraulik brúkar í sínari framleiðslu av aliringum, enn sum áður koma úr Rumenia, har Kári Johannesen, sáli, í sínari tíð legði lunnar undir eina verksmiðju fyri at hjálpa fólkinum í bygdini. vilmund@sosialurin.fo KJ-Hydraulik hevur framleitt 34 aliringar í ár. Einir 6-7 mans hava burtur av verið í hesi framleiðslu síðan í november í fjør Mynd: Jens Kristian Vang Hevði tú spurt meg fyri 10 árum síðan, hevði eg sagt, at hetta var vanvid JÓANNES MØRKØRE