Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 10 Sosialurin Rólant Waag Dam Sunnumorgunin klokk­ an 04.39 komu neyðar­ róp frá eini kvinnu til løgregluna frá einum bústaði í Havn. Tveir minuttir seinni, altso klokkan 04.41, var løg­ reglan á staðnum og hoyra, at okkurt er á vási inni. Inni í bústaðnum finna tey eina kvinnu við merkjum, sum eft­ir øllum at døma koma frá harðskapi, og fyrrveranda maka hennara. Løgreglan fór av­ stað við manninum og kvinnan varð flutt á sjúkrahúsið til kann­ ing­ar. Seinnapartin sunnudagin varð mað­ urin, sum er fyrstí fýrati­ árunum, fyri grund­ lógarhoyri og síðani varð­haldsfongslaður í fýra vikur, ákærdur fyri at hava bukað fyrr­ verandi unnustu sína. Sum skilst skal maðurin hava roynt at gjørt seg inn á kvinnuna í miðbýnum í Havn, áðr­ enn kvinnan ringdi og meldaði mannin frá hennara egna bústaði. Sambært ákæranum, Lindu Hesselberg, eru fleiri orsøkir til at varð­ haldsfongsla mannin í fýra vikur. Millum annað ynskja tey at sleppa und­an, at maðurin frem­ur harðskap aft­ur, tí tað hava tey grund­ aðan illgruna um, at tað kann koma fyri. Eis­ ini ynskja tey, at varð­ haldsfongslaði maðurin ikki skal hava møguleika at ávirka kvinnuna soleiðis, at hon fer at broyta frágreiðing sína. Nú maðurin er varð­ haldsfongslaður, er løg­ reglan farin undir sítt kanningararbeiði. Hetta fevnir millum annað um okkurt blóðplettað klædnaplagg og seingja­ klæði, sum skal kannast. Eisini skulu blóðroyndir staðfesta um rúsdrekka ella rúsevni vóru upp í leik­inum. Sambært ákæranum styrkja kanningarnar av kvinnuni á sjúkra­ húsinum illgrunan um, at varðhaldsfongslaði mað­urin hevur bukað kvinnuna. Vanligt vikuskifti Annars siga tey av løg­ reglustøðini í Havn, at vikuskiftið ikki hevur verið ólíkt so mongum øðrum. Løgreglan hand­ tók ein útlending, sum koyrdi bil og hevði fing­ ið dekan ov nógv inn­ anborðs. Eisini vóru tey í klubbagarðinum har tónleikurin spældi, hóast klokkan var farin av fýra sunnumorgunin og tað eigur at vera sløkt. Okkurt dømi um leys djór og menn, sum høvdu hug at fara til hendurs á Havnargøtum, var eisini, men annars einki álvarsamt burt­ ur­sæð frá áður um­ rødda húsaófriði, sum harðskapur móti konu­ fólki heima við hús ofta verður róptur. rolant@sosialurin.fo Fongslaður fyri at buka unnustu Varðhaldsfongsling Ein maður fyrst í fýratiárunum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, fyri at hava bukað unnustu sína sunnumorgunin Rólant Waag Dam Jóansøka var um vikuskiftið og nakað av fólki var í oynni. Á Tvøroyri var bæði kapprógving, dansur, húsa­ gongd og tað sum hoyrir stevnum til, á skránni og nakað av fólki norðani frá vitjaði í oynni. Og sjálvandi vóru onkur fólk full og kát, men nógv tey flestu skikkaðu sær væl og løgreglan hevði ikki nógv at síggja til. Tað siga tey av løgreglustøðini í Suðuroynni fyrrapartin í dag. – Ikki ein einasti ein er handtikin, eru boðini. Út á leygarkvøldið varð veðrið einki serligt. Tískil hildu tey allarflestu seg inn­ andura og tað gjørdi sjálvsagt eisini mun, tí væl færri fólk gingu runt býnum í mun til onkra aðra jóansøku. rolant@sosialurin.fo Jóansøkan spældi væl av Jóansøka Løgreglan í Suður­oynni letur bara væl at viku­ skiftinum í oynni, tí stevna var og nakað av fólki vitjaði, so var eingin handtikin Merkini, kvinnan hevur fingið, benda á, at talan er um harðskap frá varðhalds­ fongslaða manninum Modelmynd Tónleikur og gott lag í einum tjaldi á Tvøroyri Mynd: Jens Kristian Vang Ung og eldri hugnaðu sær uttandura, men tá veðrið versnaði leygarkvøldið fóru tey allarflestu inn Mynd: Jens Kristian Vang