Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen, Isle of Wight Tað grettir ikki, at føroysku flog­ bólts­kvinnurnar standa seg væl á Oyggjaleikunum, og enda altíð í finaluni. Ætlanin er eisini at koma so langt hesa ferð, men millum kvinn­urnar og gullið standa nógvir dyst­ir hesa komandi vikuna. Ein av teimum, ið mangan hevur verið við til at vunnið, er Helen á Lakjuni, ið fegnaðist um fyrsta dystin í gjárkvøldið, sum endaði við væntaða 3-0 sigrinum á liðnum frá norsku oynni Hitra. – Vit høvdu roknað við at vunn­ ið, og hetta bleiv eisini ein lættur dystur. Tað var eisini fínt, at allar sluppu at spæla, so hetta var ein fín­ur dystur hjá okkum at byrja við, segði Helen á Lakjuni. – Eg haldi, at vit við hesum eru komnar væl í gongd. At vit vunnu sannførandi, hevur nógv at siga, tí vit hava ikki spælt so nógv saman. Ein góð byrjan Talan gjørdist ikki um nakran drúgv­an dyst, tí í effektivari tíð vardi hann 59 minuttir. Í fyrsta sett­inum var stórur munur, tá Hitra bara fekk sjey stig, men í teim­um báðum seinni komu norsku kvinn­ ur­nar betur við, uttan tó at megna at hótta av álvara. – Eg eri ótrúliga væl nøgdur, tí hetta var ein góður máti at koma í gongd uppá. Men so skal eisini sigast, at Hitra hevur tikið seg nógv fram og millum annað hevur ein spæl­ara, sum er í Vordingborg í Dan­mark og spælir. So har er av­ gjørt framgongd í hjá teimum, segði Kristian Mikkelsen, ið fegin vildi lata allar sleppa at spæla í gjár­ kvøldið. – Vit skulu ígjøgnum so nógvar dystir hesa vikuna, at brúk verður fyri øllum. Genturnar spældu ótrú­ liga væl, og vit kunnu bara fegnast um kapping á so at siga øllum pláss­ um. Kvinnurnar skulu í kvøld klokk­ an 20.15 spæla ímóti Álandi, sum saman við Bermuda kann ger­ast ein avbjóðari í okkara bólki, eins og Gotland møguliga eisini er tað, meðan Gibraltar neyv­an hev­ur stór­vegis at bjóða. Í hin­um bólk­ inum bendir alt á, at Saaremaa og Menorca eru tey mest spennandi liðini, ið liggja framvið at fara allan vegin. hilmarjan@sosialurin.fo Hitra - Føroyar 0-3 (7-25, 17-25, 14-25): Kvinnurnar væl í gongd FLOGBÓLTUR Flogbóltskvinnurnar, sum plaga at vera fast inventar í finalunum á Oyggjaleikunum, fingu sum væntað eina góða byrjan ímóti norska Hitra, ið tó sær út til at megna meira enn undanfarnar leikir. Á føroyska liðnum sluppu allar at royna seg Eg eri ótrúliga væl nøgdur, tí hetta var ein góður máti at koma í gongd uppá Kristian Mikkelsen, venjari gott at koma í gongd Mótstøðan var ikki av teimum truplastu, men var dysturin gott høvi at fáa kvinnurnar gott í gongd Mynd: Álvur Haraldsen