Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Eins og kvinnurnar, løgdu flog­ bólts­menninir til brots við einum 3-0 sigri, ið bert tók ein lítlan tíma í effektivari tíð. Her var mót­støðu­ liðið Bermuda, ið royndi at geva mót­støðu. – Eg haldi, at flestu stigini, sum teir frá Bermuda fingu, vóru feilir hjá okkum, serliga í servunum. Men tað er gott at fáa ein so mikið tætt­an dyst at byrja við, sigur Suni Hansen, sum er hjálparvenjari hjá Romica Øster. Um somu tíð, sum hetta blað hevði evstamark, klokkan 11, skuldu menn­inir spæla ímóti Gotlandi, og undan tí dystinum var Suni bjart­ skygdur: – Vit taptu seinast ímóti Got­ landi, men tað ætla vit ikki at gera aftur. Liðið hjá okkum hesa ferð er nógv betri, halda vit, so vit eru bet­ur fyri at taka við avbjóðingini, sigur hann. Nakað av nervum Ein av spælarunum, sum ikki hevur verið so nógv at sæð í kappingini í vetur, er sørvingurin Jón Joensen, ið kortini sær út til at vera væl fyri, nú ársins stóra uppgáva stendur fyri framman. Jón ikki spælt so nógv í vetur, men hevur veruliga lagt nógv í venjingina: – Eg havi kent tað, sum havi eg verið eitt sindur aftanfyri, men nú vit eru komnir í gongd, er tað nokk ikki so galið hjá mær allíkavæl, sig­ ur hann. Sjálvt um føroyska mansliðið er betur fyri, enn tað var fyri tveimum árum síðani, sóust ikki sørt av nervum í gjárkvøldið. Hóast sig­ urin á Bermuda var tryggur, so var føroyska spælið ikki líka trygt alla tíðina. – Nú var hetta kanska ikki eitt av sterkastu liðunum, men allíkavæl var tað deiligt at byrja við einum slíkum dysti. Vit hava ikki gloymt, hvussu tað gekst síðst, so vónandi hava vit lært tað, sum skal til, sigur Jón Joensen. Málið hjá monnunum er at koma í finaluna, og nú teir hava spælt ímóti Bermuda og fyrrapartin í dag eisini Gotlandi, hava teir framvegis Saaremaa og Guernsey eftir í bólka­ spælinum. hilmarjan@sosialurin.fo Føroyar - Bermuda 3-0 (25-18, 25-12, 25-15): Vit taptu seinast ímóti Got­landi, men tað ætla vit ikki at gera aftur. Liðið hjá okkum hesa ferð er nógv betri málið er finalan Menninir vilja fram FLOGBÓLTUR Eftir stóra vónbrotið fyri tveimum árum síðani, tá úrtøkan bara gjørdist eitt fimtapláss, vilja flogbóltsmenninir fáa eitt betri úrslit hesa ferð, og málið er at koma í finaluna. Longu í fyrstu royndini, sum var í gjárkvøldið, sóust góðar taktir – Hetta var kanska ikki eitt av sterkastu liðunum, men alíkavæl var tað deiligt at byrja við einum slíkum dysti, sigur Jón Joensen Myndir: Álvur Haraldsen