mánadagur 27. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eyðun Klakstein, Isle of Wight
19 ára gamla Bjørk Herup Olsen
hevur nú vunnið sítt fyrsta heið
ursmerki á Oyggjaleikum. Fyri
tveimum árum síðani varð hild
ið, at hon kundi gera seg galdandi
í heiðursmerkjastríðnum, men í
10.000 metrum kiksaði hon. Tann
kappingin var eitt stórt vónbrot og
hevur verið trupul at leggja aftur
um seg. Tí var trýst á Bjørk Herup
Olsen, tá ið hon í gjár kappaðist í
hálvum maraton. Hon hevði fyri
kappingina sagt, at hon ætlaði sær
heiðursmerki og vildi kappast um
gullið.
Helt seg til sína ætlan
Hálva maratonið varð runnið í góð
um og lýggjum veðri sunnumorg
unin. Tríggjar aðrar kvinnur løgdu
hart út, og tað fekk Bjørk at ivast
í, um hon skuldi halda seg til sína
ætlan ella ikki.
– Eg ivaðist í, um eg skuldi fara
aftan á teimum, men eg valdi at
renna mítt egna tempo, sigur hon.
Fyri tveimum árum siðani byrjaði
hon renningina í 10.000 metrum
í sera høgum tempo, men móti
endanum av kappingini megnaði
hon ikki at halda ferðini og
datt mest sum niður ímillum.
Hesaferð varð øðrvísi.
– Eg lá leingi nummar fýra, men
tá tað var hálvur annar kilometur
eftir, fór eg fram um hana, sum
hevði verið nummar 3, og eg helt
meg frammanfyri hana seinasta
teinin, sigur Bjørk Herup Olsen.
Hon var sera fegin, tá ið hon
kom um málstrikuna og harvið
prógvaði fyri sær sjálvari og
øllum hinum, at hon kann vinna
heiðursmerki
á
Oyggjaleikum.
Bjørk kom í mál við tíðini 1:24:35,
og tað er føroyskt met. Bjørk skal
seinni í vikuni renna aðrar tvær
aðrar kappingar.
eydun@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein, Isle of Wight
Foreldrini
hjá
Bjørk
Herup
Olsen fylgdu henni í kappingini
á Isle of Wight sunnudagin – og
tey vóru sera spent. Seinastu
8 kilometrarnar sást einki til
Bjørk, tí tey runnu uttan fyri
stadion, og tí var spenningur
stórur um, hvussu støðan var, tá
ið Bjørk skuldi koma á stadion.
Hon lá leingi nummar 4, og tær,
sum lógu aftan fyri hana, hóttu
hana. Men tá ið tvær tær fremstu
í renningini vóru komnar inn
á leikvøllin og runnu runt
breytina, var Bjørk tann næsta
í røðini. Hon hevði á seinasta
teininum tikið seg fram um tað
triðfremstu, og hon rann frá
henni seinastu løtuna. Sunneva
Olsen, mamma Bjørk, var sera
fegin, tá ið tað gjørdist greitt, at
Bjørk hevði vunnið bronsuna.
– Hetta var fantastiskt –
serliga tí, at tað gekk so illa
fyrstu og aðru ferð á Oyggjaleik
unum. Hetta var væl uppiborið,
sigur Sunneva Olsen.
– Tað sá kanska ikki so gott
út fyrsta partin av renningini,
og tað sá næstan út til, at hon
skuldi detta niður á fimta pláss,
men ístaðin stríddi hon seg fram
á triðja pláss. Tað var deiligt.
eydun@sosialurin.fo
Bjørk vísti
at hon kann
OYGGJALEIKIR Fyri tveimum árum síðani kiksaði hon
á Oyggjaleikunum, men sunnumorgunin vísti Bjørk
Herup Olsen, at hon veruliga kann verða við í altjóða
kappingum og vann bronsu í hálvum maraton
Bjørk Herup Olsen fekk revansju fyri kiksaðu renningina á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani
Mynd: Álvur Haraldsen
Mamman gav Bjørk eitt
klemm, eftir at Bjørk var
komin á mál sum nummar
3 í hálvum maraton
Mynd: Álvur Haraldsen
Mamman var fegin
OYGGJALEIKIR Mamma Bjørk Herup
Olsen helt, at dóttirin hevði uppiborið
at vinna heiðursmerki á Oyggjaleikum