mánadagur 27. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eyðun Klakstein, Isle of Wight
Føroyar hava sent seks ítróttar
fólk í frælsum ítrótti til Isle of
Wight. Fimm ungfólk og ein veru
ligur veteranur umboðað Før
oyar í hesum ítrótti. 16 ára gamli
Marner Djurhuus av Mokranesi er
stjørnuskot í føroyskari renning,
og hann er yngsti luttakarin á
landsliðnum í frælsum ítrótti.
43 ára gamli Heri Ziska luttekur
fyri 11. ferð á Oyggjaleikunum, og
á undanfarnu Oyggjaleikum hevur
hann vunnið 13 heiðursmerki – av
tveimum hava tvey verið úr gulli.
Hann er er heili 27 ár eldri enn
Marner Djurhuus.
Skal seta persónlig net
Heri Ziska kann framvegis kappast
við teir bestu í klingrukasti á
Oyggjaleikunum.
– Oyggjaleikirnir eru ein kapping,
sum – tíverri, hevði eg næstan sagt
– passar væl til mítt støði. Hetta er
blivið eitt sindur sosialt eisini, tí
eg kenni væl teir, sum eg kappist
ímóti. Men eg kann framvegis verða
við, og eg ætlaði at kappast um
heiðursmerki í klingrukasti, sigur
Heri Ziska.
Marnar Djurhuus hevur ongar
royndir at byggja sínar vónir á, men
hann ætlar sær fyrst og fremst at
betra seg.
– Eg ætli mær at seta persónlig
met, og verða tíðirnar líknandi
tær, sum vóru á leikunum seinast,
so kann eg kanska kappast um
okkurt heiðursmerki, sigur Marner
Djurhuus. Marner fer at kappast í
5.000 og 10.000 metrum. Heri Ziska
kappast í klingrukasti og hamara
kasti.
Spennandi framtíð
Heri Ziska, sum nú brúkar meira
tíð sum venjari í frælsum ítrótti
enn sum íðkandi, heldur, at Føroyar
hava eina spennandi framtíð innan
ymiskar greinar í frælsum ítrótti –
til dømis køstum og lopum.
– Vit hava stórt potentali í frælsa
ítróttinum, og miðvísa ungdóms
arbeiðið hevur gjørt stóran mun.
Vit hava fingið nøkur ungfólk,
sum veruliga vilja nakað, at venja
frælsan ítrótt, og eg rokni við, at
vit longu um tvey ár kunnu manna
fult lið í øllum lopunum og onkur av
køstunum, sigur Heri Ziska. Hann
roknar við, at hann innan stutta
tíð verður yvirhálaður av teimum
ungu íðkarunum.
– Tað verður ikki leingi, til eg
fái bank av teimum ungu, og tað
gleði eg meg. Tað er stuttligt at seta
nýtt fólk við og fáa flutt metini hjá
okkum, sigur Heri Ziska.
eydun@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein, Isle of Wight
Øssur Debes Eiriksfoss vann
sunnukvøldið bronsumerki í
hæddarlopi á Oyggjaleikunum.
Hann hevur áður vunnið heið
ursmerki í fimleiki á Oyggja
leikum, men seinasta árið hev
ur hann vant frælsan ítrótt
eisini. Hann hevur serliga lagt
seg eftir trístøkk og hæddar
lopi.
– Hesar greinar kunnu
samanlíknast við fimleikin, og
eg kann brúka onkrar styrkir
hjá mær frá fimleikinum í hes
um greinum, sigur Øssur D.
Eiriksfoss.
Stór framstig
Framstigini hjá Øssuri í trí
støkki og hæddarlopi hava
verið so stór, at hann varð tikin
út til Oyggjaleikirnar. Serliga
varð roknað við, at hann kundi
kappast um heiðursmerki í
trístøkk.
– Tá eg nú alíkavæl fór av
stað at kappast í trístøkk,
hugsaði eg, at eg kundi tað
sama melda meg til hæddarlop,
tí har havi eg ment meg nógv
seinastu tíðina, sigur Øssur.
Og framstigini vóru sanniliga
at síggja. Øssur setti nýtt
føroyskt met, og hann tók meti
í lopi uttandura við smáum 20
sentimetrum. Hægsta lopið hjá
Øssuri var 1,95 metrar. Hann
royndi seg eisini við tveimum
metrum, men tað lukkaðist
honum ikki at gjøgnumføra
hetta lopið.
Hann heldur tó, at tá ið
hann hevur fingið meira venj
ing og hevur fínpussað tek
nikkin, kann hann leypa yvir
tveir metrar. Fríggjadagin skal
Øssur D. Eiriksfoss taka lut í
kappingini í trístøkk – kapp
ingini, sum hann upprunaliga
skuldi kappast um heiðurs
merki í.
eydun@sosialurin.fo
Fimleikarin, sum í gjár vann bronsu í hæddarlopi á Oyggjaleikum
Mynd: Álvur Haraldsen
OYGGJALEIKIR Øssur D. Eiriksfoss
skuldi taka lut í hæddarlopi sum
eina roynd, nú hann alíkavæl
fór á Oyggjaleikir at kappast
í trístøkk. Men hann tók øll á
bóli og vann bronsumerki
16 ára gamli Marner Djurhuus og 43 ára gamla Heri Ziska eru liðfelagar á landsliðnum í frælsum ítrótti
Mynd: Álvur Haraldsen
Øssur var
ovfarin av
sær sjálvum
27 ár á muni
millum liðfelagar
OYGGJALEIKIR Teir eru á sama landsliði á Oyggjaleikunum.
Annar er ein veteranur, sum hevur vunnið nógv heiðursmerki.
Hin er ein unglingi, sum luttekur fyri fyrstu ferð
Oyggjaleikirnir eru ein kapping,
sum – tíverri, hevði eg næstan sagt
– passar væl til mítt støði