mánadagur 27. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Sama søgu á lo
Uni Holm Johannesen
Riddarin við monnum, Argjabáturin
og Klaksvíkingur. Felags fyri hesar
tríggjar er, at teir hava vunnið allar
tríggjar róðrarnar, sum teir higartil
hava luttikið í, og at tað bara er í
teirra kappingum, at tað hevur verið
kappast á longu róðrarteinunum.
Kappróðrarárið er um at vera
hálvrunnið, og hóast hesir tríggir
bátarnir mugu roknast at vera
stórfavorittar at vinna FM, so
er tað framvegis møguleiki fyri
kapping um hesi trý FM heitini.
Um tann spenningurin skal verða
varðveittur, so er neyðugt, at onkur
annar enn Riddarin, Argjabáturin
og Klaksvíkingur verða fyrstir
á mál, tá ið fjórði FM róðurin nú
leygardagin verður á Varmakeldu
stevnu í Fuglafirði.
At tað framvegis er spenningur
í, hóast hesir tríggir hava vunnið
hvørja ferð, kemst av, at tað í
teimum trimum kappingunum, sum
hesir eru partar av – 6-mannaførini
við monnum, 8-mannaførini og
10-mannaførini – hevur lagað seg
soleiðis, at tað hvørja ferð hava
verið somu bátar, ið hava verið
næstfyrstir.
Í kappingini millum 6-manna
førini við monnum hevur Lómur
av
Argjum
hvørja
ferð
verið
næstur eftir Riddaran úr Miðvági,
í kappingini millum 8-manna
førini hevur Ørvur hjá Havnar
Róðrarfelag hvørja ferð verið næstur
Argjabátinum, og í kappingini mill
um 10-mannaførini hevur Vest
menningur allar tríggjar ferðirnar
verið næstur Klaksvíkingi.
Tað leingist
Á Jóansøku varð tað ikki mett
ráðiligt, at 10-mannaførini kapp
aðust á 2000 metra málinum. Ættin
lá inn eftir fjørðinum, og tað bar við
sær, at talan var um havaldu úti á
2000 metra málinum, og harvið
varð tað mett vandamikið.
Tí
var
róðrarteinurin
hjá
10-mannaførunum tann sami, sum
hann var á Norðoyastevnu. Hann
skuldi annars havt verið tann sami,
sum hann var á Sundalagsstevnu.
At tað í dýrdarveðrinum á Norð
oyastevnu var eitt evarska lítið lot
ímóti, meðan tað á Jóansøku var
nógvur undanvindur sást aftur í
tíðunum. Vinnaratíðin í Klaksvík
var 6.52.17, og leygardagin var hon
6.32.03. Gamaní er venjingarstøðan
betri nú, enn hon var fyri trimum
vikum síðani, men sjálvsagt hevur
ættin eisini stóran týdning.
Á Norðoyastevnu var eingin
munur á Klaksvíkingi og Vest
menningi. Á 2000 metra teininum
í Hósvík var munurin trý sekund,
og hesa ferð var munurin fýra
sekund.
Vestmenningur leyp avstað, men
tað var skjótt, at Klaksvíkingur
legði seg upp á síðuna av honum og
legði stavnin framum. Á fyrstu 500
metrunum bjóðaðu vestmenningar
fleiri ferðir av aftur, men so tók at
dragna, og tá ið Klaksvíkingur hevði
vunnið eina bátslongd, megnaðu
treisku vestmenningarnir ikki at
svara aftur.
Tað styttist
Meðan tølini benda á, at tað verð
1500 METRAR
Hóast tríggir bátar
hava vunnið allar
róðrarnar, so er
tað framvegis
spenningur um
FM heitini
Argjabáturin
Mynd: Jens Kristian Vang