Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 Sosialurin Ítróttarblaðið ongu teinunum ur torført hjá Vestmenningi, so siga tølini, at tað gerst alt meiri spenn­ andi í kappingini millum 8-manna­ førini: Á Norðoyastevnu var munurin frá Argjabátinum og aftur til Ørv trý sekund. Á Sundalagsstevnu var hann eitt stórt sekund, og hesa ferð var han nett eitt sekund. So fæst at síggja í Fuglafirði, um møguleiki er fyri FM spenningi. Hesa ferð var tað sera tætt og spennandi allan vegin, og við­hvørt var Ørvur fremstur. Men í enda­ spurtinum vóru argjamenn eitt vet drúgvari. Miðvingar rógva í nýggjum báti í ár. Á Norðoyastevnu var Miðvingur aftast. Á Sundalagsstevnu vunnu miðvingar á Kvívíkingi, og hesa ferð vunnu teir eisini á Nevinum Reyða. Stórur munur Í kappingini millum 6-mannaførini við monnum hevur Riddarin úr Miðvági hvørja ferð vunnið á Lómi av Argjum. Soleiðis var eisini hesa ferð, og tað var eingin spenningur um fremsta plássið. Riddarin sprakk avstað, eftir 200 metrar var hann leysur av hinum, og hann varð ongan­tíð hóttur. Á Norðoyastevnu var munurin aftur til Lóm knappliga trý sekund, á Sundalagsstevnu var hann átta sekund, og tað var hann eisini hesa ferð. Talan var eitt sindur um sigur í heimasjógvi, tí tríggar av rógv­ arunum umborð á Riddaranum eru suðuroyingar, sum áður hava umboðað Suðuroy í hesi kapp­ ingini. Støðan 2011: 10 mannafør 1 Klaksvíkingur 21 2 Vestmenningur 18 3 Hoyvíkingur 15 8 mannafør 1 Argjabáturin 21 2 Ørvur 18 3 Nevið Reyða 14 4 Miðvingur 12 6 mannafør menn 1 Riddarin 21 2 Lómur 18 3 Smyril 15 4 Skúgvur 9 Á Norðoyastevnu var eingin munur á Klaksvíkingi og Vest­ menn­ingi. Á 2000 metra teininum í Hósvík var munurin trý sekund, og hesa ferð var munurin fýra sekund Mynd: Jens Kristian Vang Riddarin við monnum, Argjabáturin og Klaksvíkingur. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir hava vunnið allar tríggjar róðrarnar, sum teir higartil hava luttikið í Mynd: Jens Kristian Vang