Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Nógv gull til h Uni Holm Johannesen Mynd: Jens Kristian Vang Sammett við á Sundalagsstevnu vóru seks nýggir vinnarar í kapp­ róðrinum á Jóansøku. Spildurnýggir vinnarar vóru í kappingunum barna­róður dreingir, barnaróður gentur og 5-mannafør dreingir. Í kappingunum millum 6-manna­før kvinnur, 5-mannafør kvinnur og 5-mannafør gentur vóru tað vinnararnir í norðoy­ astevnuróðrunum, sum eftir at hava mist oddasessin í Hósvík nú endurvunnu gullplássið. Høvuðsstaðurin vann meiri enn aðru hvørja kapping, men aftur hesa ferð stóð gamla og sigursvanda Havnar Róðrarfelag í skugganum av grannunum í Róðrarfelagnum Knørri og Argja Róðrarfelag. HR vann ein róður, meðan hini bæði høvuðsstaðarfeløgini høvdu tvey sett av gullkrónum í part í við­ førinum norður aftur av Tvøroyri. Klaksvíkingar og miðvingar vunnu eina ferð í part í kappingum á 1500 metrum, og Tvøroyri og Sunda­lagið vunnu hvør sína kapp­ ing. Heilt øðrvísi kapping Tá ið Hvessingur á Sundalagsstevnu vann í kappingini millum 6-manna­ førini við kvinnum, var spurn­ ingurin, um hetta var frá­boðan um, at sigursharrin á Norð­oyastevnu, Gongurólvur, orduliga var settur upp á pláss. Hesum boðaði róðurin á Jóansøku ikki frá. Í Klaksvík vann Gongurólvur við trimum sekundum, í Hósvík vann Gongurólvur við tveimum sekundum, og hesa ferð vann Gongurólvur við einum sekundi. Eftir startspurtin var Gongurólvur fremstur, onkra løtu var munurin meiri enn ein bátslongd, og hóast Hvessingur royndi og royndi og í endaspurtinum gekk sera væl, so eydnaðist tað ikki at hótta bátin við drekastavninum. Í tveimum teimum fyrstu kapp­ ingunum vóru fýra luttakarar. Jarn­ bardur hongur framvegis uppií, meðan tað á Jóansøku einki sást til Herning ella Páll Fanga. Eisini í kappingini millum 5-manna­før við gentum var tað vinnarin á Norðoyastevnu, sum hesa ferð stóð við gullinum, eftir at tað hevði kiksað í Sundalagnum. Ta ferðina vann Erla Kongsdóttir, men hesa ferð hilnaðist tað ikki so væl hjá teimum úr Fuglafirði, tí Erla endaði á fjórða plássi, tíggju sekund aftanfyri vinnaran. Erla tapti kappingina um triðja plássið við Beintu úr Miðvági. Erla Kongsdóttir var fremst eftir startspurtin, men so var tað, at Hvassi rann fullkomuliga frá øllum uttan Spógvanum, sum alla tíðina hekk væl í. Á Norðoyastevnu vann Hvassi við trimum sekundum á Beintu. Hesa ferð vann Hvassi á Spógvanum við gott og væl tveimum sekundum. Eisini í kappinginimillum 5-manna­før við kvinnum var tað vinn­arin á Norðoyastevnu, sum eftir kiksara í Sundalagnum, endurvann fremsta plássið. Junkarin, sum vann í Sundalagnum, og Blikur fingu besta startin, meðan Jallurin fyrstu løtuna lá eina bátslongd aftanfyri teir fremstu. Eftir góðar 300 metrar fór blái báturin at ganga rættuliga væl. Eftir lítlari løtu vann Jallurin seg fram á fremsta plássið, og sigurin varð rættuliga sann­ førandi. Spildurnýggir vinnarar Sum so mangan áður so er tað í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, at mest óvæntaðu úrslitini koma. Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, á Sunda­lags­ stevnu vann Drekin, og hesa ferð vann Blikur. Tíðirnar siga, at tað eisini í næstu kappingunum er møguleiki fyri nýggjum vinnarum. Blikur var eitt sekund frammanfyri Jallin og tvey sekund frammanfyri Roynd­ ina Fríðu. Eingin sigur í hesi kapp­ ingini er vunnin við meiri enn einum sekundi. Drekin, sum vann í Sundalagnum, endaði hesa ferð á fjórða plássi – trý sekund frá vinnaranum. KAPPRÓÐUR Argir og Knørrur vunnu tvær ferðir í part, og hinir vinnararnir úr Klaksvík, Sunda­ lagnum, Miðvági, Suðuroy og Havnar Róðrarfelag Støðan 2011: 6 mannafør kvinnur 1 Gongurólvur 20 2 Hvessingur 19 3 Jarnbardur 15 4 Páll Fangi 4 5 mannafør kvinnur 1 Junkarin 19 2 Jallurin 19 3 Blikur 15 4 Beinta 12 5 mannafør gentur 1 Hvassi 20 2 Erla Kongsdóttir 16 3 Beinta 16 4 Spógvin 12 5 mannafør dreingir 1 Blikur 18 2 Drekin 15 3 Jallurin 13 4 Royndin Fríða 12 Barnaróður gentur 1 Ørnin 19 2 Hulda 16 3 Blikur 15 4 Tambar 12 Barnaróður dreingir 1 Spógvin 20 2 Fípan Fagra 16 3 Firvaldur 13 4 Tambar 12 6-mannafør kvinnur, Gongurólvur 5-mannafør gentur, Hvassi