Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 24 Sosialurin Kjak Sterkur høvuðsstaður er treyt fyri fólkavøkstri Heðin Mortensen borgarstjóri Tann konstruktiva ósemjan er góð. Tað er í ljósinum av hesum, at eg havi loyvt mær at gera viðmerkingar til eina kronikk hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, í Dimmalætting frá 7. juni. Konservativ sjónarmið Hennara kronikk gekk í høvuðs­heitum út uppá at skrúva føroysku samfelags­ klokk­una aftur. At spola okk­ um aftur í eina farna tíð. Aftur til sjey valdømir. Aftur til eina gamla hugsan um »lands­part­ ar«. Fasthalda nógvar komm­ unur. Og fyri alt í verð­ini ikki fjálga um høvuðsstaðin. Kronikkin vísti eina kon­ servativa hugsan, og nú eg havi lisið hana aftur, er hon framvegis líka konservativ. Skilt á tann hátt, at hon peikar aftureftir fyri alt okk­ ara sam­felag. Onki boð uppá, hvussu vit sum land skulu standa okkum í kapp­ing­ini um fólk – føroy­ingar og út­lend­ing­ ar – ið hava vilja og megi til at skapa nýtt virk­semi, nýggjar fyri­tøkur og nýggj­ar inn­tøk­ ur til landið. Har var ongin visjón fyri eitt land, sum hevur brúk fyri fólka­vøkstri og búskapar­vøkstri. Onki peikaði frameftir. Sterkur høvuðsstaður neyðugur Nú hevur Gunvá við Keldu so aftur veri úti við einari grein. Nú er undirliggjandi tónin, tann gamli og slitni, at »í Havn liva tey av at klippa hvørjum øðrum«. Havi ikki hug at fara út í ein primitivan orðadrátt við borgarstjóran í Klaksvík. Tá gerst ósemjan ókonstruktiv. Mítt høvuðspoeng er í stuttum, at Føroyar fáa bert fólkavøkstur, um høvuðs­ staðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og tiltrekkja ung, virkisfús, væl útbúgvin, og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður. Hví, spyr onkur. Svarið er ikki so trupult at síggja. Føroyingar eru eftirspurdir Okkara dugnaligastu fólk – tey sum duga, vilja og megna at seta ferð á og dríva landið frameftir – eru eftirspurd allastaðni í Europa í dag. Og víðari úti í verðini. Tey hava møguleikan at velja millum at búgva í Føroy­ um ella London. Millum at selja fisk í Klaksvík ella at arbeiða við designi í París. Velja millum at arbeiða á skriv­stovu í Tórshavn ella at ráð­geva stórum fyritøkum í Keypmanna­havn. Veruleikin er, at fyritøkur og býir uttanlands hava ong­ an­tíð havt so stóra at­drátt­ ar­megi sum júst nú. Tey vilja hava fatur á okkara ungu og virkis­fúsu. Og tað er ikki løgið, um okkara fólk velja sera spennandi avbjóð­ingar og høgar lønir aðrastaðni. Hetta er veruleikin, sum vit í Føroyum eru uppí ímóti. Taka kappingina upp Í Tórshavn velja vit at taka dyst­in upp við útlendskar metropolar. Tað gera vit m.a. við at hava so nógv og góð til­boð til borgararnar sum møgu­ligt: barnaansing, skúla, møgu­ leikar at seta búgv, ung­dóms­ virksemi, um­støð­ur fyri eldri, list, ítrótt, mat­stov­ur, býarlív og so frameftir. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grund­leggj­andi og góð tilboð til allar borgarar. Vit leggja kreftir í at menna eitt sterkt alterna­tiv til útlendsku høvuðs­staðir­ nar. Vit skapa eina føroyska útgávu av einum metropoli. Mitt í hesum arbeiði – í stríðnum fyri at fasthalda og tiltrekkja føroyingar og út­lendingar – er tað, at eg sum borgarstjóri í land­sins høvuðsstaði reageri uppá sjónar­miðini hjá borgar­ stjóra­num í Klaksvík. Savnandi føroyskur metropolur Føroyar hava ikki brúk fyri, at landið aftur skal skræðast sundur í sjey valdømir. Tað tænir ikki Føroya landi at hugsa í »landspørtum« heldur enn í einum sam­eindum og samlaðum landi. Ongin fær fyrimun av at spola Føroyar aftur til eina farna tíð. Hetta sigi eg ikki fyri at seta niður á Klaksvíkina ella aðrar býir ella bygdir. Heldur ikki fyri at upp- ella framhevja Tórshavn. Sjálvandi skulu Klaksvík eins og aðrir býir og bygdir kring landið mennast. Alt ann­ að hevði verið løgið. Tað ræð­ ur um at gera tað, sum man á staðn­um dugur væl og at fáa sum mest burturúr teim­um góðu før­leik­unum á staðn­um. Hetta hevur stóran týdn­ing fyri Føroyar sum land. Hinvegin, so skal Tórs­ havn ikki bløða fyri at út­jað­ arin skal mennast. Prísur­in fyri lokala menning eigur ikki at vera, at høvuðs­stað­ urin skal avmonterast. Veruleikin er hann, at tess meira vit spjaða tilf­eingi og orku, tess veik­ari standa vit í kapp­ing­ini við tey, sum vilja hava fat­ur á okkara góðu fólkum. Tí er brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði. Einum kraftdepli við atdráttarmegi. Einum savnandi føroyskum metropoli. Bert við einum sterkum høvuðsstaði og savnandi miðstaðarøki, ið megnar at fasthalda og tiltrekkja fólk til landið, kunnu vit gera okkum vón um føroyskan fólkavøkstur. Viðmerking til borgarstjóran í Klaksvík Ársroknskapur hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri 2010 ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 25 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðs heitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel 349550 • Faks 349551 als@als.fo • www.als.fo (1.000 kr.) 2010 2009 RAKSTRARROKNSKAPUR Inntøkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 140.450 137.222 Útgjøld og útreiðslur til arbeiðsleys . . . . . . . . . . . . . -259.543 -157.270 Aðrir kostnaðir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . -11.142 -6.705 Bruttovinningur -130 236 -26 753 Starvsfólkaútreiðslur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . -8.211 -6.325 Úrslit áðrenn av og niðurskriving -138 447 -33 078 Av og niðurskriving av materiellari støðisogn. . . . . . . -2.009 -1.066 Úrslit áðrenn fíggjarpostar -140 456 -34 144 Fíggjarligar inntøkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32.426 58.838 Fíggjarligar útreiðslur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . -199 -4.849 Úrslit áðrenn skatt og avgjøld -108 230 19 845 Skattur og avgjøld . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . -3.925 -2.075 Úrslit -112 156 17 770 Býti av úrsliti Úrslit . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . -112.156 17.770 Flutt úrslit, primo. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 620.134 602.364 Til nýtslu 507 977 620 134 Flutt úrslit . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 507.977 620.134 Tilsamans 507 977 620 134 FÍGGJARSTØÐA PR 31 DESEMBER AKTIV Grundøki og bygningar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27.633 23.460 Tøkniogn og maskinur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3.538 1.186 Rakstrargøgn og innbúgv . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.481 500 Materiell støðisogn tilsamans. . . . . . . . . . . . . . . . . 32.653 25.146 Støðisogn tilsamans 32 653 25 146 Vøru og tænastuáogn. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7.509 2.361 Onnur áogn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 0 Tíðaravmarkingar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 7 Áogn tilsamans 7 546 2 368 Virðisbrøv . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 564.442 496.466 Íløgukapitalur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.047 24.207 Virðisbrøv og kapitalpartar tilsamans 565 489 520 673 Tøkur peningur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9.273 179.036 Ogn í umferð tilsamans 582 309 702 077 Aktiv tilsamans 614 962 727 223 PASSIV Stovnsfæ. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 93.840 93.840 Flutt úrslit . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 507.977 620.134 Eginogn tilsamans 601 817 713 974 Vøru og tænastuskuld . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.420 766 Onnur skuld . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10.724 12.483 Stuttfreistað skuld tilsamans . . . . . . . . . . . . . . . . . 13.145 13.249 Skuld tilsamans 13 145 13 249 Passiv tilsamans 614 962 727 223 www.sansir.fo