Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73 Sosialurin Út­ferð vest­uri í Vágum Sunnudagin 19-06-2011 vóru kirkjufólk av Sand­ oynni og Skúvoy, 70 í tali saman við presti útferð vesturi í Vágum. Fari var úr Skopun kl. 9.00 við Teistanum á Gomlurætt. Av Gomlurætt við bussum til Sandavágs til har vit fingu drekka við øllum góðum afturvið í Meinigheitshúsinum. Síðan í kirkju, har Inga Poulsen Dam var prestur. Aftan á kirkjugangin var fari inn aftur í kirkj­ una, har deknurin, Heini, gav eina gjølla frá­greið­ ing um kirkj­unar sum hava verið í bygdini og um ver­andi kirkju, ið er ein av teim sjálvsamastu í landi­num, og sera væl hildin. Tá tað var gjørt, var fari á Hotelli har vit fingu ein góðan døg­ urða. Av Hotellinum býttu vit okkum sund­ ur. Annar helm­ing­urin av fólkunum fór á Krígs­ savnið meðan hin part­ urin fór til Gásadals. Tá tey vóru aftur­ komin var umbýti aftur so báðir partar komu at síggja savnið. Á savni­ num var sera áhugavert og frá­søgu­maðurin, Karl Jóhan, fortaldi gjølla frá tí har er at síggja. Og tað er ikki smávegis ið har er inni. Í bussinum til Gása­ dals høvdu vit eisini nær­lagd­an frásøgu­ mann, Ed­vard í Skorini, tað skal hann eiga. Øll tit ið vóru um okkum, og ikki at for­ gloyma konufólkini ið vartaðu upp við øllum møgu­ligum góðum eiga stóra tøkk uppiborna fyri ein ógloymandi dag. Palli Dalsgaard Levi Mørk býráðslimur Fótbóltsvøllur í Hoyvík, verður á fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu í 2012 Vit eru nú øll samd um í býráðssamgonguni hjá Tórs­ havnar komm­unu, at tað er neyðugt at fáa ein fót­bólts­ vøll til Hoyvíkar. Hetta varð av­gjørt á sam­gongu­fundi herfyri. Vit eru eisini samd um í býráðs­samgonguni, at fyrsta stigið er at fáa stað­setingina av fót­bólts­vølli­num endaliga ígjøgnum. Fyri mítt viðkomandi er tað líkamikið, hvar plaser­ ingin av fótbólts­vøll­i­num í Hoyvík verður. Um tað verður í Dali­num Langa, við skúlan við Løg­ manna­breyt ella onkra aðra­ staðni, er líka mikið. Tað sum er umráð­andi er, at vøllurin verður gjørdur, og at vøll­ur­in lýkur øll FIFA krøv, og at vit nú eru samd um at hetta arbeið­ið skal gerast. Sum nú er, hava vit lagt upp til at finna fígg­ing av fót­ bólts­vøllinum longu í kom­ andi fíggj­ar­ári, t.v.s. í 2012. Ein má siga, at tað hevur verið neyðugt at kjakast innanhýsis í sam­gonguni, fyri at finna ta røttu politisku loysn­ina. Tí vit eru øll samd um, at tørvurin er stórur fyri hesum fót­bóltsvølli til tey um­leið 4000 fólkini sum búgva í Hoyvík. Ætlanin við at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík er nú komin nærri einari loysn Ætlanin við at gera nýggjan fótbólts­vøll í Hoyvík er nú komin nærri einari loysn Tað er ein løgin meinhugi, sum kemur upp í fólki, tá syndabukkar verða út­ nevndir. Nú kókar skaðafrøin yvir hjá summum, tí endi­ liga er dómur sagdur yvir leiðsluna í Eik banka. Og nú Karsten Fode vegna Fíggjarligt Støðufesti hevur sagt dómin, hóast onki sakarmál hevur verið, og Fíggjareftirlitið samstundis fer undir sína egnu kanning av Eik banka, hevur fest í bæði hjá fjølmiðlum og politikkarum. Vit føroyingar mugu ómøguligt standa aftanfyri danir í sjálvrættvísu kanningarherferðini, og tí skulu skattapengar á borðið, so onkur frammanundan vælforsýnaður sakførari kann stinga enn eina kanningar­millión niður í fóðrið. Tí vildi lands­stýris­ maðurin Johan Dahl hava Løgtingið at játta eina millión til Skráseting Føroya at kanna Eik Grunnin. Fíggjarnevndin mælti í áliti sínum 27. mai í ár Løg­tinginum frá at taka undir við eykajáttanini, og Løgtingið so gjørdi. Hin altíð herklæddi Tórbjørn Jacobsen hevur eina súra viðmerking í fjølmiðlunum um mína støðu í álitinum frá fíggjarnevndini. Har sigur hann: “Nú kundi onkur fingið ta fatan, at øll fíggjarnevndin hevði somu jánkasligu støðu til stórmál sum hin substansleysi Mið­ flokkurin, ið sum kunnugt bara hevur moralsk og etisk mørk í málum sum við­víkja kviðinum hjá fólki. Soleiðis liggur landið tó ikki. Als ikki.” Helst er trupulleiki Tórbjarnar, at hansara viðmerkingar í álitinum telja null orð. Tað er nú ikki minni jánkasligt í slíkum stórmáli og ber ikki boð um substans. Einasti nevndarlimurin, sum greitt segði sína hugsan í hesum máli, var undirritaði. Er tað jánkasligt og substansleyst? Og hvat hevur tað við kviðið hjá fólki at gera? Eg haldi framvegis, at tað er uttan meining at lata Skráseting Føroya kanna Eik Grunnin. Skráseting Føroya varð ov nógv vovin inn í viðurskiftini, tá Eik Grunnurin 9. mars í fjør fekk tilsøgn frá Skráseting Føroya at veita trygd fyri Eik banka, so hesin kundi fáa veðhald frá danska statinum upp á 9,1 mia. kr. Ikki minni enn tveir fyrispurningar hava verið á tingi um hesa hending. Men báðir spurningarnir snúðu seg um at kanna leiklutin hjá Skráseting Føroya – ikki Eik Grunnin. Báðir okkara fólkatingslimir hava reist málið á Løgtingi, har Johan Dahl hevur greitt frá, at Skráseting Føroya ikki fremur fíggjareftirlit, men grunnaeftirlit. At koma sum ketta úr høvdatrog, nú alt er riðið undan, er held­ur seint. Mín fatan er, at grunnaeftirlitið er leyp­ andi og samstundis, og at gransking av nærri útgrein­ aðum viðurskiftum sambært § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar eigur at fara fram í sambandi við avgerðir, sum m.a. tann, sum varð tikin 9. mars í fjør. Hevði Skráseting Føroya framt sína gransking av viðurskiftunum í Eik Grunninum tá fyri Grunsins rokning, hevði alt bankamálið møguliga sæð øðrvísi. Nú øði er komin í grind­ ina, eiga vit at umrøða leik­lutin hjá Fíggjarligum Støðu­festi og serliga Fíggj­ar­ eftir­litinum. Hvør var teirra leik­lutur, tá Eik banki fekk eitt ár afturat frá banka­ pakka 2? Var politikkur í máli­num frá danskari síðu? Var nøkur goymd ætlan um at smoyggja tapini yvir føroy­ska skattgjaldaran? Kendi Fíggjar­eftirlitið støð­ una í Eik longu í 2008 og 2009, men læt bankan halta víðari, heilt inntil føroyski partur­in veðhelt fyri danska partinum? Tað verður áhugavert spyrja landsstýrið um hesi viðurskiftini. Kanning av Eik Grunninum Bill Justinussen