mánadagur 27. juni 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
26
Sosialurin
Sjálvt
russiski
forsetin,
Dmitrij Medvedev, vil ikki
flúgva við einum Tupolev-
flogfari.
Forsetin
hevur
havt sítt egna flogfar av júst
hesum slagnum, men fyri
tveimum mánaðum síðani
fekk hann sær eitt franskt
ístaðin fyri.
Ein russisk heimasíða,
sum skrásetir flogvanlukkur,
sigur, at undan vanlukkuni
við
Petrozavodsk
sunnu
kvøldið vóru 1.450 fólk deyð
í vanlukkum við flogførum
av slagnum Tupolev Tu -134.
Við Petrozavodsk doyðu 44
afturat.
Vanlukkuhagtølini
hjá
Tupolev-flogfarinum
Tu-
154 eru uppaftur verri. Eftir
upplýsingunum á russisku
heimasíðuni hava vanlukkur
við hesum slagnum kravt
meiri enn 2.000 mannalív.
Tann seinasta álvarssama
vanlukkan
við
einum
Tupolev
Tu-154
var
við
russiska býin Smolensk í
apríl í fjør, tá eitt flogfar
við polska forsetanum og
fleiri týðandi politikarum og
embætismonnum datt niður.
Knappliga 100 fólk vóru í
flogfarinum. Øll doyðu.
Mistak
Enn hava russisku loft
ferðslumyndugleikarnir
ikki sagt nakað um orsøkina
til flogvanlukkuna sunnu
kvøldið. Norska blaðið Aften
posten royndi í vikuni at
spyrja seg fyri hjá Tupolev-
verksmiðjuni, men har hevði
skrivarin fingið boð um at
svara, at tey siga einki, fyrr
enn skaðanevndin hevur
kannað málið.
Longu beint eftir van
lukkuna skrivaðu russisku
tíðindastovurnar, at veðrið
var vánaligt, tá flogfarið datt
niður. Tað sama segði Sergej
Ivanov, varaforsætisráðharri,
mikudagin, men hann gav
flogskiparanum skyldina av
tí, sum var hent.
– Okkara fyribilsupplýs
ingar benda á, at flogskiparin
gjørdi
eitt
mistak.
Tað
vánaliga veðrið gjørdi, at flog
farið kom skeivt niður, men
flogskiparin royndi kortini
at raka lendingarbreytina,
og so hendi vanlukkan, segði
ráðharrin. Orðini samsvara
við tað, sum flúgvileiðarin í
Petrozavodsk hevur sagt.
– Eg bað fleiri ferðir
flogskiparan
flúgva
eina
ferð í ring fyrst, sigur Sergej
Sjamatkov, flúgvileiðari, við
russisku tíðindastovurnar.
Kvetti elleiðingina
Tað var ikki bara tað vánaliga
veðrið,
sum
gjørdi
tað
trupult hjá flogskiparanum
at seta flogfarið á vøllin við
Petrozavodsk. Beint aftan
á vanlukkuna frættist, at
lendingarljósini á flogvølli
num lýstu ikki, men sambært
tíðindastovuni
Itar-Tass
komst tað av, at flogfarið
rakti elleiðingina til flog
vøllin og sleit hana.
Vanlukkuflogfarið
var
á
veg
frá
Domodedovo-
flogvøllinum
uttan
fyri
Moskva til Petrozavodsk,
sum er einar 700 kilometrar
í útnyrðing úr Moskva og
høvuðsstaður í lýðveldinum
Karelen. Sambært tíðindun
um hjá Itar-Tass fór flogfarið
av kós, tá tað nærkaðist flog
vøllinum. Á vengum sleit tað
elleiðingina og bar við eitt
træ, áðrenn tað datt niður á
ein motorveg tætt við sjálv
an flogvøllin, har eldur kom
í tað.
Enn ein Tupolev-vanlukka
hevði kravt 44 mannalív.
arni@sosialurin.fo
TUPOLEV
– deyðans flogfar
Tað kom ikki óvart á russar, at eitt Tupolev 134-flogfar datt niður við býin Petrozavodsk sunnukvøldið.
Vanlukkur við hesum flogførunum hava kravt fleiri túsund mannalív, og nógv vilja ikki flúgva við teimum
44 av teimum 52, sum vóru í flogfarinum,
doyðu. Tey flestu ferðafólkini vóru russar
Mynd: AFP
Sjálvt Dmitrij Medvedev, forseti, vil ikki
flúgva við Tupolev-flogførunum
Mynd: Reuters