mánadagur 27. juni 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
Sosialurin
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í Føroyum við týdningar-
miklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðs-
plássið. Sum stovnur bjóða vit tær eitt spennandi og avbjóðandi starv
sum deildarleiðari á nýggjari byggideild.
Arbeiðsuppgávur
Byggideildini varðar av strategiskum ætlanum og raðfestingum í sambandi við
alla nýbygging og viðlíkahald undir landinum. Uppgávurnar fevna bæði um
smærri verkætlanir frá eini hálvthundrað túsund krónum og heilt upp í risaverk
ætlanir sum eitt nú Skúladepilin við Marknagil fyri fleiri hundrað mió. krónur.
Harafturat umsitur deildin leigumál hjá landsmyndugleikunum og reglur við
víkjandi bygging; herundir ávegis byggireglugerð. Í løtuni starvast 11 starvsfólk
á byggideildini, men væntandi fer deildin at vaksa.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Harafturat hevur tú gott
innlit í byggivinnu, leiðsluroyndir og førleikar innan verkætlanarstýring og eftirlit.
Sum persóni dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at
skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Harafturat ert tú bæði væl
skipað/ur og hevur góð analytisk evni.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Deildarleiðari til nýggja byggideild á Landsverki
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og
byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og
flogvallamál, herundir tyrlupallar. Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu
stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juli 2011 kl. 08.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo
Brót upp úr nýggjum
Starvslýsing
Umsóknarfreist
Við gildi frá 1. januar 2011 eru reglurnar
um stuðul til uppihaldspening broyttar
soleiðis:
Fyri at fáa stuðul til barnagjøld og hjúna
felagagjøld, sum eru goldin áðrenn
01.01.2011, má umsókn um hetta vera
Almannastovuni í hendi í seinasta lagi
01.07.2011.
Hevur tú goldið álagt barnagjald ella
hjúnafelagagjald í 2010 ella fyrr, men ikki
søkt um stuðul fyri goldnu upphæddina,
er umráðandi at umsókn um stuðul er
Almannastovuni í hendi í seinasta lagi
01.07.2011.
Frá hesum degi ber ikki longur til at søkja
um stuðul fyri uppihaldspening, sum er
goldin í 2010 ella fyrr.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjalds
avgerð um barna ella hjúnafelagagjald
frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi út
lendskum myndugleika sendast inn saman
við umsóknini.
Kvittanir, sum vísa til hvønn barna ella
hjúnafelagagjøld eru goldin, skulu leggj
ast saman við umsóknini. Um goldið er til
TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.
Á heimasíðu okkara undir familja og børn
er meira at lesa um lógarbroytingina.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heima
síðuni www.almannastovan.fo undir oyðu
bløð og fáast við at venda sær til økis
deildirnar.
Økisdeildin í Tórshavn
Økisdeildin í Norðoyggjum
Smyrilsvegur 20
Klaksvíksvegur 78A
100 Tórshavn
700 Klaksvík
tlf. 35 35 10 – fax 35 35 71
tlf. 45 72 40 – fax 45 72 41
Økisdeildin í Eysturoy
Økisdeildin í Suðuroy
Heiðavegur
800 Tvøroyri
620 Runavík
tlf. 35 35 60 – fax 35 35 61
tlf. 47 47 10 – fax 47 47 11
Endurgjald fyri goldin
barnagjøld og hjúnafelagagjøld
(stuðul til uppihaldspening)
Sosialurin 341800
rás2 hvønn dag
Kl. 07.10 Kl. 09.45 Kl. 20.45
Heilsusendingin
fimleikur, Samrøður
og góð koStráð