mánadagur 27. juni 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
Sosialurin
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í Føroyum við týdningar-
miklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðs-
plássið. Sum stovnur bjóða vit tær eitt spennandi og avbjóðandi starv
sum deildarleiðari á nýggjari byggideild.
Arbeiðsuppgávur
Byggideildini varðar av strategiskum ætlanum og raðfestingum í sambandi við
alla nýbygging og viðlíkahald undir landinum. Uppgávurnar fevna bæði um
smærri verkætlanir frá eini hálvthundrað túsund krónum og heilt upp í risaverk
ætlanir sum eitt nú Skúladepilin við Marknagil fyri fleiri hundrað mió. krónur.
Harafturat umsitur deildin leigumál hjá landsmyndugleikunum og reglur við
víkjandi bygging; herundir ávegis byggireglugerð. Í løtuni starvast 11 starvsfólk
á byggideildini, men væntandi fer deildin at vaksa.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Harafturat hevur tú gott
innlit í byggivinnu, leiðsluroyndir og førleikar innan verkætlanarstýring og eftirlit.
Sum persóni dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at
skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Harafturat ert tú bæði væl
skipað/ur og hevur góð analytisk evni.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Deildarleiðari til nýggja byggideild á Landsverki
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og
byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og
flogvallamál, herundir tyrlupallar. Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu
stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juli 2011 kl. 08.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo
Brót upp úr nýggjum
Starvslýsing
Merkisdagar
95 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. juli 2011 verður Edith í
Jákupsstovu 95 ár. Tey, ið ynskja at hitta
hana merkisdagin, eru vælkomin á Hotel
Hafnia millum kl. 3 og 6 seinnapartin til
ein drekkamunn.
90 ára føðingardagur
27. juni verður Josefina Holm, Argir, 90 ár.
Dagurin verður hildin kl. 12.00 hjá dóttrini í
Granagøta 2, Norðasta Horn.
85 ára føðingardagur
Mánadagin 27. juni verður Jansi Nielsen
Sæbúð í Vestmanna 85 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 2. juli frá kl. 17.00 hjá
dótturini í Líðini 61 í Kollafirði.
80 ára føðingardagur
Mikudagin tann 29. juni fyllir Fanny Jo
hannesen, Leirvík, 80 ár. Dagurin verður
hildin hjá dóttrini Millum Svalir 4, frá kl.
18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 8. juli verður Poula Poulsen
Tórshavn 80 ár. Vælkomst verður heima á
Tinghúsvegi 63 frá kl 11.
Gullbrúdleyp
Tann 1. juli kunnu Helena og Hanus Samuel
sen halda gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í Hollandi hjá soninum og hansara
familju í den Haag.
hanushelena@gmail.com
Silvurbrúdleyp
Fríggjadagin 8. juli 2011 hava vit bæði, Fríða
Lómstein og Janus Jensen, silvurbrúðleyp.
Dagurin verður hildin í Ítróttarhúsinum á
Svangaskarði frá kl. 14.00. Tey, sum vilja
gleða okkum við at halda dagin saman við
okkum, verða vinarliga biðin um at boða
okkum frá hesum innan týsdagin 28. juni
á tlf. 279704 (Fríða), 220254 (Janus) ella á
hesum teldupostum: fridalomstein@yahoo.
dk ella janus.jensen@skulin.fo
Brúdleyp
Leygardagin 2. juli giftast Anna Kristina N.
Niclasen og Kristin Gærdbo. Vígslan verður
í Havnar kirkju kl. 13. Dagurin verður hildin
fyri innbodnum á Verkstaðnum Vón frá kl.
14.
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli kl. 15 giftast í Vágs kirkju,
Gunvá Hovgaard og Heðin Magnussen.
Brúdleyp fyri innboðin verður í VB-húsinum
kl. 19.
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli giftast Jona í Garðinum
og Poul Norðoy. Vígslan verður í Betesda kl
11.00. Døgurði verður fyri innboðin kl 17.00
í Skálanum. Opið hús við kakuborði verður
kl 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli, giftast Barbara Næs og
Bjartur Nattestad, Miðvágur. Vígslan verður
í Miðvágs kirkju kl. 12.00. Døgurði verður
fyri innbodnum kl. 15.00 í Missiónshúsinum
Libanon í Sørvági. Opið hús verður í Missi
ónshúsinum Libanon kl. 19.30, øll eru hjarta
liga vælkomin.
Brúdleyp
9. juli kl. 13 verða Marita Hansen, Hvalvík, &
Dan Eli Hellisá, Haldórsvík, vígd í Haldórs
víkar kirkju. Eftir vígsluna eru øll vælkomin
til kaffi og køkur í Avhaldshúsinum í Hal
dórsvík til kl 17. Døgurin verður í Gimbra
stovu Ljósá kl 19 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli 2011 giftast Brian Bech
Jacobsen, Sørvágur og Elin Djurhuus Poul
sen, Tvøroyri. Vígslan verður í Tvøroyrar
kirkju kl 14 og veitslan verður fyri innbod
num í høllini í Trongisvági kl 18.
Brúdleyp
Leygardagin 16. juli giftast Hanna Guðrun
Alstrup, Tórshavn og Hergeir Pauli Vang,
Oyrarbakki. Vígslan verður í Havnar kirkju
kl 14. Døgurði verður fyri innboðin í Starvs
mannafelagshúsinum kl 18.
Brúdleyp
Leygardagin 23. juli giftast Annika Bolton
Mortensen og Jónas Bloch Danielsen, Velba
staður. Vígslan verður í Kirkjubøar kirkju
kl. 15. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum eru vælkomin í brúdleypsveitslu
í skúlagarðinum á Velbastað kl. 18. Vinarliga
sigið frá umvegis teldupost áðrenn 1. juli.
annikaboltonmortensen@gmail.com og
jonasbloch@gmail.com
Brúdleyp
Leygardagin 23. juli giftast Sólvá Jónsdóttir
úr Hósvík og Asbjørn Johannessen úr Ritu
vík. Vígslan verður í Hósvíkar kirkju kl.
11.00. Opið hús verður í bygdarhúsinum í
Hósvík kl. 13.00. Tey, ið vilja gleða okkum
við at halda dagin saman við okkum, verða
vinarliga biðin um at siga frá innan 10. juli
á telefon 504187 (Sólvá), 218381 (Asbjørn) ella
við telduposti á solva.jonsdottir@skulin.fo
Prógv
Yrsa Hauksdóttir Frýdal hevur á Háskóla
Íslands lokið prógv B.Sc. í sálarfrøði.
Brúdleyp
Leygardagin tann 2. juli, klokkan 13.30
giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík, Dag
unn Elisabeth Brend, Tórshavn, og Bjarti
Ryan Petersen, Klaksvík. Veitslan verður á
Klaksvíkar Sjómansheimi fyri innbodnum
klokkan 19.00.
Brúdleyp
Leygardagin 16. juli giftast Mia Heinesen,
Leirvík og Jan Nónklett, Glyvrar. Vígslan
verður kl. 9 í Berøa. Borðhald verður á Hotel
Føroyum kl. 11-16, har vit bjóða familju og
vinum at verða hjartaliga vælkomin. Tey,
sum vilja gleðast saman við okkum hendan
dagin, verða vinarliga biðin um at siga frá
innan mánadagin 4. juli til miaogjan@
hotmail.com ella til +298 261914 (Mia) ella
+45 50620087 (Jan).
Brúdleyp
Leygardagin 2. juli kl 11.00 giftast í Betesda
vit bæði, Karla Victorsdóttir og Johan J.
Joensen, Klaksvík. Opið hús verður í Skálan
um frá kl 15.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Fríggjadagin 15. juli kl. 9 giftast í Býráðs
salinum í Havn Elsa Maria Christiansen,
Tórshavn og Ernst Jacobsen, Tórshavn.
Brúdleyp fyri innboðin verður á Hotel
Føroyum kl. 11.
Brúdleyp
Leygardagin 16. juli giftast Mai-Britt Andrea
sen, Tjørnuvík og Leivur Hansen, Norðra
gøta. Vígslan verður í Tjørnuvíkar kirkju kl.
15. Eftir vígsluna verður reseptión. Veitslan
verður í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík kl. 18
fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 2. juli giftast Rut Mohr Í
Grund, Syðrugøta og Símun Christian
Olsen, Saltnes. Vígslan verður kl. 13 í Fríð
rikskirkjuni. Veitsla verður fyri innbodnum
í Eydnuni á Oyrabakka kl. 19.
Brúdleyp
Vit, Esther Eleina Joensen, Skúvoy, og Mart
in Winther, Skopun, skulu giftast 6. august.
Vígslan verður í Skopunar kirkju kl. 14.00.
Vælkomst verður í Samljóð í Skopun kl.
18.30. Tit, ið vilja gleðast saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf.
221777 innan 6. juli. 14 ára aldursmark.