mánadagur 27. juni 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
30
Sosialurin
Leys størv í
Dagstovnaskipanini hjá
Vágs kommunu
Vágs kommuna søkir eftir starvsfólkið til dag
stovnaskipanina hjá Vágs kommunu.
Talan er um eitt starv sum námsfrøðingur og tvey
størv sum stuðlar.
Starvið sum námsfrøðingur er normerað til 30 tímar
um vikuna, harav 10 tímar eri tíðaravmarkaðir til 23.
desember 2011.
Størvini sum stuðlar eri normeraði til 30 tímar hvørt.
Og er tíðaravmarkað frá 15. august til 23. desember
2011.
Lønarviðurskifti:
Størvini er lønt sambært sáttmálanum millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya
Pedagogfelag
Meira fasta at vita um størvini, við at venda sær til
Dagstovnin Eikilund, Eilen D. Simonsen 733043 og
Frítíðarskúlan, Sørin Richardt 733047.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skulu vera býráðs
skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 05. juli 2011 kl.
12.00.
Vágs Kommuna
www.vagur.fo
Vágs Kommuna
Marknaðarfólk til Bókadeild
Føroya Lærarafelags, hálva tíð
– royndarsett til 1. juli 2012
Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir
marknaðarfólki at byrja skjótast til ber.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at kunna um
okkara útgávur og røkja heimasíðu, skipa fyri
sølufremjandi átøkum o.tl.
Til starvið krevst viðkomandi yrkisligur førleiki,
góður kunnleiki í føroyskum, og áhugi og
grundleggjandi vitan um bókmentir.
Løn og setanartreytir eftir sáttmála við Føroya
Lærarafelag og við góðkenning Fíggjarmála
ráðsins.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Bókadeildina á tlf. 617644, ella á bfl@bfl.fo
Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum
og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini
í hendi 25. juli 2011:
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøta 9
100 Tórshavn
Bókadeild Føroya Lærarafelags er stovnur undir Føroya Lærara
felag, sum varð stovnaður í 1956. Forlagið gevur fyrst og fremst út
barna og ungdómsbøkur, men eisini aðrar bókmentir, einar 80 um
árið tilsamans. Umframt hevur forlagið um hendi barnablaðið Strok
og Skúlablaðið. Á Bókadeildini starvast fýra fólk: eitt í fullum starvi,
eitt í ¾ og tvey í ½ starvi.
Pedagogur
til Dagstovnin
Mýrifípan í Trongisvági
Søkt verður eftir einum
pedagogi í farloyvisstarv í tíðini
15. august 2011 til 15. juli 2012.
Starvið er 30 tímar um vikuna
á eini barnagarðsstovu.
Sí nærri á heimasíðuni hjá Tvøroyrar
Kommunu tvoroyri@tvoroyri.fo
Dagstovnin Mýrifípan
Tvøroyri
Hús til sølu
Við hesum verða eini hús
til burturtøku lýst til sølu.
Húsini eru uml. 18 fermetrar til víddar.
Tey hava verið brúkt til handil,posthús
og hárfríðkanarstovu, men eru eisini
vælegnaði til summarhús.
Húsini standa í Leynum. Nærri fæst at
vita við at ringja tel. 721569
Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn
Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heilsuhjálpari til
Heimatænastuna í Vágum
Søkt verður eftir heilsuhjálpara at byrja 1. september
2011 í starvsbrøki 28/40 at arbeiða í skiftandi
vaktum.
Ynskir tú at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin
at venda tær til Helenu á Løgmansbø, samskipara tlf.
762205.
Umsókn
Sendi vinarliga eina skrivliga umsókn við prógvi og
møguligum viðmælum til:
Heimatænastan Vágar/Norðstreym
Hornaveg 12
370 Miðvágur
Stílað: Sonja Klein, økisleiðari
ella á teldupostadr: oki2@naerverk.fo
Umsóknarfreist: 8. juli 2011
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á
bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í
tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent
á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur
undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu
leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan
og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum.
Heimatænastan
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
www.ebenezer.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin!