mikudagur 29. juni 2011síða 1
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 Nr. 74 85. árg. kr. 20,00
Harðskapur:
Vildi ikki
vitna ímóti
pápanum s6
Thor eigur
24 skip s8-9
Kambodja:
Størsta
rættarmálið
síðani
Nürnberg
útlandið s18
Kunnu fáa
Oyggjaleikir
longu í 2019
ítr s10-14
Vandamikil
heilivágur
við
postinum
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
10
Sosialurin
Ítróttur
Ein finala ella tvær…
Flogbóltur Góðar vónir eru um eina kvinnufinalu í flogbólti,
og framvegis livir eisini vónin um eina mansfinalu
Hilmar Jan Hansen, Isle of Wight
Føroysku flogbóltskvinnurnar hava
verið góðar fyri gull næstan hvørja
ferð, og tí eru altíð góðar vónir um
at koma í finaluna. So er eisini hesa
ferð, har ein dystur tíðliga í morgun
helst gav pláss í hálvfinaluni, tí
tá skuldu Føroyar spæla ímóti
Gibraltar, ið frammanundan ongan
dyst hevði vunnið.
Kvinnurnar hava vunnið Hitra,
Álandi og Gotlandi – allar dyst ir
nar 30 – og umframt dystin ímóti
Gibraltar, sum tær altso hava spælt
í morgun, eftir at hesar regl ur
vórðu skrivaðar, skulu tær í kvøld
klokkan 18 spæla ímóti Bermuda.
Men um kvinnurnar í morg un
vunnu 30, sum tær eisini áttu at
gjørt lættliga, er plássið í hálv final
uni longu tryggjað – enntá sum
bólka vinnari.
So er spurningurin bara, hvørj
um Føroyar kunnu koma at møta í
hálvfinaluni, tí í hinum bólkinum
tykist kappingin vera heldur harð
ari. Lítið man vera at ivast í, at
Saaremaa vinnur bólkin og helst
eis ini sína hálvfinalu og tí bíðar í
finaluni, men føroyska mótstøðu
liðið í hálvfinaluni verður helst
Menorca, sum í gjárkvøldið vann
31 á Rhodos.
Eisini hálvfinalu
Í gjáramorgunin taptu menninir sín
fyrsta dyst á hesum leikunum, tá
teir einki sett fingu ímóti Saaremaa,
ið plagar at vera væl sterkari enn
rest. Kortini sást í øðrum setti, at
føroysku menninir saktans kunnu
geva mótstøðu, og havast skal eisini
í huga, at okkara týdningarmiklasti
spælari, Rúni Weihe, sat uttanfyri
við skaða í rygginum.
Menninir skulu í kvøld klokkan
20.15 spæla ímóti Guernsey, ið
ong an dyst enn hevur vunnið, og
heldur ikki eigur at vera nøkur
verulig hóttan ímóti Føroyum, sum
frammanundan hava vunnið 30
á bæði Bermuda og Gotlandi og tí
gerast tryggur tveyari í bólkinum.
Alt bendir á, at Áland verður
vinn ari í hinum bólkinum og tí
eis ini mótstøðulið í hálvfinaluni.
Tað er sjálvandi eitt sterkt mót
støðu lið, men avgjørt nakað, før
oysku menninir kunnu spæla væl
og virðiliga upp ímóti – ikki minst,
um Rúni verður so mikið pjøss aður
saman, at hann fær spælt í hálv
finalu og vónandi eisini finalu.
Samanumtikið er tað so, at vil
væl til, fáa Føroyar í øllum førum
eitt finalupláss í flogbólti og
vónandi tvey. Eydnast tað, so er alt
opið, og eru bæði kvinnurnar og
menninir í finaluni, eru tveir góðir
gullmøguleikar eisini har.
Góðar vónir eru um finalupláss til kvinnurnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Eisini er lív enn í vónunum um finalupláss til menninar
Mynd: Álvur Haraldsen
www.auto.fo
faroelaw.fo
advokatar
tel. 669900 · faroelaw@faroelaw.fo
Hvønn dag smugla vit
rúsevni, Iphones og ólógligan
heilivág gjøgnum Posta s4
ólógligur postur