mikudagur 29. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Pól F yrkir í einum av kendastu fost
urlandssangum okkara soleiðis:
Av øllum londum í eyst og vest,
er føðilandið mær hjarta næst,
hitt fjallaheimið
í sorg sum gleimi
mær dámar best.
Hugaligt var týsmorgunin at hoyra
tríggjar ungar kvinnur í Kringvarp
inum, og sum høvdu sett sær eitt mál
í summar: At vilja ferðast til allar
bygdir í Føroyum.
Meðan onnur taka avgerð um at
halda summarfrítíð sína, heilt ella lut
víst í øðrum londum, høvdu Barbara
í Stórustovu, Bryndis Hjartardóttir
og Katrin Christophersen valt tað
øðrvísi. Fyri tær var eingin ivi um,
at ein mátti kenna sítt egna land
fyrst, áðrenn ein fór burtur í onnur
lond í somu ørindum. Tær ynsktu
við hesum at gera hugtakið »at ferð
ast í egnum landi« til veruleika. Og
vónandi fáa tær tríggjar nógvar
góðar upplivingar á ferðini. Við hesi
verkætlan síni hava tær somuleiðis
ruddað slóð fyri øðrum ungum. Hjá
nógvum ungum man kunnleikin
og kanska eisini áhugin til okkara
egna land vera so ymiskur. Men við
at vitja allar bygdirnar, og við at
fáa eina mynd, eitt inntrykk og eitt
»andlit« uppá hvørja einastu bygd, fer
hetta helst seint at hvørva úr minni
teirra. Á henda hátt hava tær havt
føroyska landalæru eftir umskrivaða
hugtakinum »learning by visiting«.
Tær tríggjar genturnar høvdu tó
nøkur hjartasuff í hesum sambandi:
Kring oyggjarnar vanta upplýsandi
skelti til tann ferðandi í ólukkumát.
Víst varð millum annað á, at einki
skelti boðaði frá, hvussu og ikki minst
hvar, ein slapp besta vegin niðan á
hægsta fjall okkara, Slættaratind.
Fyri føroyingin er hetta ikki eins
stórur trupulleiki, sum tað er hjá tí
fremmanda, - hetta við skeltingini.
Hóast t.d. Landsverk hevur gjørt
eitt stórt arbeiði við at skelta lands
vegirnar, sær út til at ferðavinna
hevur verið heldur sparin á hesum
økinum. Her hevði hjálpt munandi við
fleiri skeltum og stuttum frásagnum
um staðið og tað »seværdiga« sum ger
hetta ávísa økið til nakað serstakt.
Her kundu bæði almennir og ikki
minst kommunalir myndugleikar
við eitt sindur av fíggjarligari játtan,
gjørt tað munandi lættari hjá teim
ferðandi at vitja kring landið hesa
ferðina - og vónandi aftur, júst so sum
boðskapurin ljóðaði í farnu viku um
møguleikarnar at økja ferðavinnuna
munandi her á landi.
Fyri at hetta skal gerast, er neyð
ugt at myndugleikar, ferðavinnan,
ferðasmiðir, landsverk og øll onnur
áhugað seta seg saman at gera eina
ætlan, og finna fram til støð og viður
skifti, har tað haltar. Tær tríggjar
genturnar søgdu eisini, at tær máttu
brúka donsku (!) bókina "Turen går
til Færøerne" fyri at fáa sum mest
burtur úr ferðini. Her hevði ein
føroysk útgáva verið kærkomin, og
hevði lætt um, bæði hjá føroyingum
og útlendingum. Næsta stigið kundi
so verið at sett neyðug skelti upp, har
tørvur er og annars hildið fram við at
gjørt umstøðurnar hjá ferðavinnuni
so optimalar sum vit øll ynskja tað.
Eitt stórt arbeiði er longu gjørt.
Eingin ivi er um, at enn vantar nógv
í. Men ein lítil og sjónlig byrjan, kann
menna seg til nakað stórt. Tað er jú
framvegis so, at alt ger mun.
Ein má kenna sítt egna
land fyrst, áðrenn ein fer
burtur í onnur lond
Turen går til Færøerne
Hóast nýkyknaða Eik-málið
kann tykjast sum ein funnin
fressur hjá løgtingslimum
at rópa hart um, hava teir
flestu valt óvanligu men
røttu taktisku loysnina, sum
er at tiga. Eftirsmakkurin
av ringari samvitsku er ov
beiskur.
Politikarar eru eitt serligt
fólkaslag. Teir flestu tiga
meginpartin av árinum og
lata teir fáu ýla ístaðin.
Men tær hendinga ferðir,
at okkurt stingur seg upp,
sum kann fáa sinnið í kók
á vanliga føroyinginum, so
stingur ein fyri og annar
eftir høvdið upp aftur úr
sandinum og brølar hvør við
sínum nevi í nakrar dagar.
Soleiðis hevur tað altíð
verið.
Men ikki hesaferð.
Seinastu vikuna kyndi
ein ikki sørt bersøgin advo
katfrágreiðing í aftur Eik-
málið. Allir ingrediensir fyri
politiskari garteran frá fleiri
politiskum frontum vóru til
staðar.
Dropin í fíggjar
lógardýpinum
Meðan
sambandsmenn
kundu seta vanligu skøv
aðu plátuna á um donsku
myndugleikarnar, sum aftur
hesaferð vísa, hvussu óskikki
liga føroyska skápið skal
standa, kundu tjóðveldisfólk
gorra vanligu kvøðuna um
danska fíggjareftirlitið, sum
enn einaferð hevur svikið.
Samstundis kundu javn
aðarfólk tuna røddina inn á
vanliga øvundargrenjið um
óndu kapitalismuna, sum
lønar tey ríku og rakar tey
veiku.
Men hóast talan var um
eina sanna delikatessu fyri
politikararnar, sum framm
anundan trippa av valfepuri
og
við
hesum
veruliga
kunnu teska sleikjandi í oyra
á innara svínhundinum á
mongum veljara, hava teir
flestu valt at halda tunguna
mitt í munninum.
Neyvan er eftirsmakkurin
søtur hjá samda løgtinginum,
sum – fyri uttan Miðflokkurin,
ið atkvøddi fyri av óvart –
valdi at fylgja tilmælinum
hjá fíggjarnevndini og ikki
unna
Skrásetingini
eina
eyka millión til at kanna Eik
Grunnin.
Ein millíón er ein lítil
dropi í fíggjarlógardýpinum,
sum vísir eitt hall á hálva
milliard.
Tunnusláttur í
fíggjarnevndini
Gamaní, vanligu tunnirnar
úr fíggjarnevndini larmaðu
sum vant.
Jørgen Niclasen byrjaði
fjølmiðlaveitsluna beinleiðis
í Degi og Viku við ringum
tannabiti. Hann royndi sum
frægast at verja avgerðina at
strika játtanina við vanliga
jabbinum um týdningin av
útreiðsluneutraliteti. Argu
mentatiónin druknaði í retor
isku fólkafloksuppuni, hvørs
soð eftirhondini er vorðið
eins tunt og pengamappan
hjá ávísum bankastjóra, verð
ur eitt møguligt endurgjalds
krav staðfest í rættinum.
Tobbi plagar at taka yvir,
tá veitslan dovnar. Tað
gjørdi hann eisini hesaferð
dagin eftir við at skjóta eftir
miðflokkaumboðnum, sum
hann annars hevur verið so
samdur við – eins og restin
av fíggjarnevndini, sum átti
at fingið eitt herðaklapp ella
ein muss frá umboðsmann
inum fyri seinnu árini at
kalla bert at syngja við somu
tungu.
Robin Hood skifti hest
Aftursvarið kom prompte frá
Bill Justinussen, sum, um
framt at harta Torbjørn fyri
at vera við í sama báti, sum
sigldi undan Skrásetingini,
eisini nýtti høvið at skjóta
eftir teimum, sum nú finnast
at nevndarlimunum og
leiðsluni í gomlu Eikini, sum
ikki vistu, hvat tey gjørdu.
Eitt er, at tað ikki klæðir Bill
Justinussen, sum annars í
besta Robin Hood-stíli í vár
legði fram uppskotið um at
lata Húsalánsgrunnin upp
fyri teim fátæku, leggja á
annan bógv og verja ríkar
bankastjórar.
Eitt
annað
er, at tað er taktiskt óklókt
soleiðis at skifta hvíta hestin
við ein svartan, sum eingin
vil kennast við.
Onkuntíð
er
betri
at
krúpa til krossin og viðganga
politiskar brølarar, heldur
enn at vassa longur út við
at halda fast við óhepnar
avgerðir í eini roynd ikki at
missa andlit.
Bill Justinussen og restin
av
fíggjarnevndin
áttu
heldur at gjørt sum restin av
løgtinginum og njóta restina
av summarfrítíðina og bíða
til á ólavsøku við at rætta
villuna stillisliga, sum um
einki var hent.
Tá hevur Eik-sirkusið vón
andi lagt seg aftur.
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðmerking
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Politiskt hondvask