Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 6 Sosialurin Leo Poulsen Tað var eitt, eitt sindur løgið og torskilt mál, sum Føroya Rættur í dag viðgjørdi. Ikki tí, ákæran var rættiliga ein­ føld, hon ljóðaði stutt og greitt upp á harðskap eftir paragraf 244. Men tað, sum gjørdi málið so ógvuliga torskilt, var tann sannroynd, at tann ákærdi í harðskapsmálinum fyrr í ár – 19. apríl – hevði fingið ein dóm fyri rúsdrekkakoyring. Tann dómurin ljóðaði upp á 20 dagar treytaða fongsuls­ revsing, og treytirnar vóru – umframt einki revsi­vert at gera í eitt ár – at dømdi maður­in skuldi fylgja einari rús­drekkaviðgerð eitt ár fram. Hetta hevði maðurin roynt, men uttan úrslit. Nú hevði maðurin biðið um, at dómur­in varð kon­vent­er­aður at koma í gildi, so maðurin kundi sita hesar 20 dagar­ nar, og so annars byrja av nýggjum. Hendan umbønin var send rættinum 16. november – dagin eftir, at hann hevði verið harðligur móti elstu dóttir síni. Men tá »Fuldbyrdelse af straf« kom fyri sum fyrra málið, var ákærdi aftur komin í iva, hvat frægast var. Nú var hann ikki longur vísur í, at tað besta var at fara inn at sita dómin av sær. Hinvegin var eisini greitt, at hann ikki longur var áhugaður í at gjøgnumføra eina rúsdrekkaviðgerð, part­ vís tí, at hann ikki var nóg motiveraður, og partvís tí hann ikki longur metti, at ein slík var neyðug. Tað var tí brúkt nógv tíð at viðgera hetta málið og endin var, at leggja spurn­ ingin til viks, og viðgera harð­skapsmálið fyrst. Beiskur hjúnarskilnaður Ákærdi greiddi frá, at hann og konan vóru farin gjøgnum ein beiskan hjúnaðarskilnað, og at hetta hevði tikið hart upp á hann. Hetta kvøldið, 15. novemb­ er 2010, hevði hann sitið inni hjá sær sjálvum saman við einum vinmanni, tá konan var komin á gátt eftir einumhvørjum, og sum vant hevði tað útloyst eitt skeldarí teirra millum. Hetta helt fram eftir at konan var farin, bara umvegis telefon. Seinni, segði ákærdi, ringdi eisini elsta dótturin og gav honum av at vita. Men nokk var nokk. Hann gjørdi ikki beinari, enn at fara heim til ver­for­ eldrini, tí tey vóru framvegis væl, fyri at vita, um tey ikki kundu tosa dóttrina í lag at lata seg fáa frið. Men tá ákærdi kemur inn til verforeldrini, eru tey ikki heima. Hinvegin sita konan og elsta dótturin í køkinum. Har gerst illstøða og ákærdi trivur í hárið á dóttr­ ini og rivur hana á gólv­ið, har hann heldur henni niðri. Júst, hvat síðani hendir er eitt sindur ringt at gera av, men dómarin metti tað prógv­ að, at ákærdi hevði sparkað dóttrina minst tvær ferðir. Tað ber illa til at staðfesta til fulnar gongdina, tí tá dótturin varð gjørd varðug við, at hon ikki hevði plikt at vitna, helt hon seg til tað. Ákærin mótmælti, men dóm­ arin gjørdi av, at av tí at gentan ikki hevði plikt at vitna, og at málið ikki var av slíkum samfelagsligum áhuga, at tað skuldi verða álagt henni at vitna, slapp hon undan. Treytaðan dóm Ein av orsøkunum til, at dómarin slapp dóttrini und­ an at vitna var, at eisini fyrr­ verandi konan var vitni til hend­ingina og innkallað sum vitni. Hon gjørdi beinanvegin greitt, at hon heldur ongan hug hevði at vitna móti ákærda, men tá tey ikki long­ ur vóru gift, álegði rætturin henni at vitna. Hon undirbygdi í stóran mun ákæruritinum, sum segði, at ákærdi hevði hálað órættaðu í hárið, sligið hana við knýttum neva og sparka hana. Hetta, at ákærdi hevði hálað hana í hárið váttaði vitnið, og at ákærdi hevði sparkað hana. Tó var eitt sindur ógreitt, um ákærdi hevði sparkað við vilja ella ikki, tí gentan spraklaði illa á gólvinum. Bæði málini – útinning av revsingini frá rúsdrekka­ koyringini og harðskapurin – vórðu tikin upp til dóms í einum, og har gjørdi dómarin av, at ákærdi fekk 40 dagar fongsul, harav teir 20 tó vórðu treytaðir. Við í fyrra dóminum – rús­ drekkakoyringina – var eis­ ini ein bót á 12.000 krónur um­framt eina bót fyri brot á ferðslu­lógina á 1.200 krónur. Við at effektuera treytaða rús­ drekka­dómin fall bótin á 12.000 krónur samstundis burtur. Ákærdi maðurin tók við dóminum. Vildi ikki vitna móti pápanum Hóast tað var tann tá 18 ára gamla dótturin, sum í november í fjør meldaði pápan fyri harðskap móti sær, bar hon seg undan at vitna í Føroya Rætti í dag, tá málið var fyri Arbeiðs­loys­ið var 6,7 pro­sent í mai, ein mink­ing uppá 0,4 prosent stig í mun til apríl mánað. Árs­tíðar­javn­aða ar­ beiðs­loysis­pro­sent­ ið var 6,7 í mai. Í mai vóru 873 fulltíðar­arbeiðsleys mannfólk og 953 fulltíðar­arbeiðsleys konufólk. Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðs­loysinum. Myndin vísir mill­ um annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðar­ar­ beiðs­leysar fram til ársskiftið 2009, und­antikið tíðar­ skeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan jan­ uar 2009 var talið av arbeiðsleysum mann­fólkið verið størri. Men tað tyk­ ist at hendan gongd­ in vendi í apríl. Tað eru nú 90 færri full­ tíðar­ar­beiðs­leys­ir menn enn konu­fólk, enn tað vóru í mars mánaða. Síðan arbeiðs­ loys­ið toppaði í febr­uar, er talið av ful­l­tíðar­arbeiðs­ leys­um minka við 339. Av hes­um eru 250 mann­fólk og 89 konufólk, skrivar Hagstovan á heima­ síðu síni. Talið av full­ tíðar­ arbeiðs­ leysum minkað Tað stóð púra fast, at ákærdi maðurin hevði hálað dóttrina eftr hárinum niður á gólvið Modellmynd: Jens Kristian Vang Talið av fulltíðar­ arbeiðs­ leysum var 1.826 í mai. Tað er ein minking uppá 116 fólk síðan apríl mánaða