mikudagur 29. juni 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
Sosialurin
Tað størsta
síðani Nürnberg
Árni Joensen
Nuon Chea, Khieu Samphan,
Ieng
Sary,
Ieng
Thirith.
Nøvnini siga ikki so nógv
í dag, men í sjeytiárunum
vóru hesi millum teirra,
sum stýrdu Kambodja við
ómenniskjaligum harðskapi.
Mánadagin komu tey aftur
fram á altjóða pallin. Hóast
øll fýra eru farin um tey
áttati, sleppa tey ikki undan
at svara fyri illgerðir sínar.
Kambodjabúgvar krevja, at
tey verða revsað, so søgan
um tað ræðuliga tíðarskeiðið
kann fáa ein enda.
Tey fýra sótu still og lurt
aðu, meðan ákærurnar ímóti
teimum vórðu lisnar upp í
rættarhølinum hjá tí serliga
ST-dómstólinum í Phnom
Penh. Fyrrverandi forsetin
Khieu Samphan, fyrrverandi
uttanríkisráðharrin
Ieng
Sary, fyrrverandi almanna
málaráðharrin Ieng Thirith
og
fyrrverandi
"bróður
nummar tvey" Noun Chea
lótu ikki við seg koma, tá
tey formliga fingu at vita,
at tey eru ákærd fyri brots
verk ímóti mannaættini og
fólkamorð undir stýrinum
hjá Khmer Rouge, sum gjørdi
av við meiri enn 1,7 millión
fólk í árunum frá 1975 til
1979.
Tey fýra, sum hava sitið í
varðhaldi síðani 2007, nokta
seg sek í øllum ákærunum.
Tey hava eisini sýtt fyri at
arbeiða saman við ákæru
valdinum, sum vil hava
eina nágreiniliga lýsing av
framferðini hjá ræðustýr
inum, og tí er tað ikki vist,
at nakar teirra fer at greiða
sínum landsmonnum frá, hví
tey gjørdu, sum tey gjørdu,
og hvat fekk tey til at gera
tað.
Vilja hava sannleikan
Uttanríkisráðharrin
hjá
ræðustýrinum, Ieng Sary,
hevur mótmælt, at hann er
drigin fyri rættin, tí hann
fekk grið, tá samráðingar
vóru við reyðu khmerarnar
um at fáa teir at geva seg
yvir. Men kambodjabúgvar
vilja ikki lata nakran av
teimum fýra sleppa.
– Tey skulu viðganga sín
ar illgerðir, og eg vænti, at
fólk fara at gera vart við seg,
um tey fýra ikki koma við
sannleikanum um tað, sum
hendi, sigur Sem Hoen við
tíðindastovuna Reuters. Sjálv
misti hon fýra næstringar
undir
ræðustýrinum,
og
mánadagin var hon komin í
rættarhølið at hyggja og at
lurta.
Í fyrsta umfari verða eingi
prógv løgd fram, men fleiri
vitni skulu avhoyrast. Sjálvt
rættarmálið ímóti teimum
fýra byrjar í september og
kann vara fleiri ár. Øll eru
farin um tey áttati, og heilsan
er heldur ikki góð longur, og
tí er tað als ikki vist, at tey
liva so leingi, at tey verða
dømd á lívi.
Tað størsta síðani
Nürnberg
ST-dómstólurin fyri Kambod
ja, sum bleiv skipaður í 2005,
hevur verið fyri atfinningum,
tí fleiri halda, at hann hevur
arbeitt alt ov seint. Tey, sum
hava innlit í viðurskiftini,
siga við Reuters, at skipanin
hevur víst seg at vera sera
tung, og at tað er orsøkin
til, at bara eitt umboð fyri
Khmer Rouge-stýrið hevur
fingið dóm hesi seks árini,
síðani
dómstólurin
kom.
Tann dómurin fall í fjør, tá
Kaing Guek Eav, sum var
ein av fongsulsstjórunum
hjá ræðustýrinum, fekk 30
ára fongsul fyri at hava havt
ábyrgdina av, at 15.000 fólk
doyðu.
Rættarmálið ímóti Nuon
Chea, Khieu Samphan, Ieng
Sary og Ieng Thirith verður
tann stóra royndin hjá ST-
dómstólinum fyri Kambodja.
Men hetta er heldur ikki nak
að vanligt rættarmál, sigur
ákærin Andrew Cayley:
– Hetta er tað størsta og
mest torgreidda rættarmálið
síðani Nürnberg-uppgerðina
aftan á Nazi-stýrið í Týsk
landi, sigur hann við AFP.
(Kelda: Aftenposten)
arni@sosialurin.fo
Tríati ár aftan á ræðustýrið hjá
Khmer Rouge í Kambodja fáa
kambodjabúgvar og onnur kanska
at vita, hvussu eitt stýri kann
fara so illa við sínum fólki, sum
teir reyðu khmerarnir gjørdu.
Fýra av leiðarunum skulu nú
standa til svars fyri gerðir sínar
±Ieng Sary, Khieu Samphan, Ieng Thirith og Noun Chea
Mynd: Reuters
Pol Pot var leiðari í ræðustýrinum. Hann doyði í 1998
Mynd: AFP