Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Ætlar tú tær at vitja á skrivstovuni hjá Thor í Hósvík, kanst tú ikki bara stíga innar, fara upp trapp­ urnar og vita, um tú finnur stjórarnar á eini ella aðrari skrivstovu á ovaru hæddini. Í móttøkuni, har tvær kvinnur sótu hendan dagin, vit vitjaðu, noyðist tú at innrita teg. Á einum lepa skrivar tú, hvør tú ert, hvør fyritøkan er, sum tú umboðar, og fest verður eisini á blað, nær tú ert komin á vitjan. Tú fært eitt band um hálsin við skelti á. Tá tú hevur váttað tína komu í skrivstovu­bygningi­ num, og tú hevur eina av­ talu – antin hon er gjørd frammanundan ella við lúk­ una – sleppur tú upp á at hitta viðkomandi, sum avtal­ an er gjørd við. Kvinnurnar við lúkuna eru blíðar og fyrikomandi, men eingin ivi er um, at soleiðis er skipanin, tá tú vitjar á skrivstovuni hjá reiðarínum í Hósvík, sum arbeiðir langt út um føroysku landamørkini – ikki minst í frálandavinnu, men eisini í fiskivinnu á fjarleiðum. Blíður stjóri Hendan dagin, Sosialurin vitjaði Thor, hittu við annan av stjórunum í stóru fyritøkuni, Gunnbjørn Joen­ sen, sum tekur ímóti okkum á snotuligu skrivstovu síni við sera góðum útsýni yvir Hósvíkina. - Vit eru umleið 25-30 fólk, sum starvast í skriv­ stovu­bygninginum. Tað eru ongantíð øll heima. Vit hava altíð eini 4-6 fólk uttanlands, og tvey fólk arbeiða meiri ella minni burtur av uttanlands. Spurdur, hvussu stórt virksemi hjá felagnum er í løtuni, sigur Gunnbjørn Joensen, at talið av skipum, sum felagið hevur undir sínum hatti, er 24. Av hesum eru eini 15-16 í frálandavinnu, og hini skipini eru til fiskiskap, bæði í føroyskum sjógvi – og á fjarleiðum. - Vit hava Ran, sum í løtuni fiskar kongafisk í Irmingar­havinum, og vit hava tvey krabba skip, Varð­ borg og Túgvustein, sum fiska krabba undir Føroyum. Hetta er royndarveiða eftir krabba, sum hevur verið í nøkur ár. Hetta er í samstarvi við Havstovuna, hagar allar rapporteringar fara frá fiskiskapi, men vit bera allan tann fíggjarliga partin sjálvi. Gunnbjørn sigur, at megin­parturin av krabba­n­ um, sum skipini fiska, fer til Spaniu. Fiskur og olja Í vetur keypti Thor garnabátin Anitu frá Vibergi Sørensen í Trongisvági. Skipið eitur nú Thor og er í frálandavinnu í Barentshavinum. - Vit hava annars tvey garnaloyvi, eitt til svartkalva og eitt til havtasku, men í løtuni er eingin garnaveiða. Summarið er vanliga hin slakasta tíðin, og tá lækka prísirnir á fiskinum oftast eisini nakað. Gunnbjørn visti at siga, tá Sosialurin vitjaði, at Vesturland var á garnaveiði fram til 25. mai, men at skipið tá skuldi til Grønlands, har tað skal virka í frálandavinnuni. - Vit hava eini 2-3 skip, sum soleiðis skifta í millum fiskiveiði og frálandavinnu, sigur Thor-reiðarin, Gunn­ bjørn Joensen. Makrelprát Tá Sosialurin var inni á gólvinum hjá Thor í Hósvík, var hetta beint undan, at tey fyrru stívliga 20.000 tonsini av makreli, sum ísfiskaflotin og onnur skip enn nótaskipini sleppa at fiska, vórðu leysgivin. Thor hevur sjálvandi síni áhugamál í hesum til­ feingi, eins og reiðararnir hjá felagn­um hava sínar av­ gjørdu meiningar um nógv ymisk viður­skifti í hesum sambandi. Tí skarst ikki burtur, at ein fittur partur av samrøðuni inni á skrivstovu hjá Gunn­ bjørn Joensen hendan Thor baksast í fiski Á skrivstovuni hjá Thor í Hósvík starvast eini 25-30 fólk, og virksemið hjá felagnum uttanlands krevur, at eini 4-6 fólk alla tíðina arbeiða uttanlands Útsýnið yvir Hósvíkina er frálíkt á skrivstovuni hjá Gunnbjørn Joensen í Hósvík Mynd: Jens Kristian Vang Vit eiga níggju trol, sum kunnu brúkast til makrelveiði, og hesi lótu vit onnur skip brúka, tá vertíðin var fyri í fjør Gunnbjørn Joensen