Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 10 Sosialurin Ítróttur Ein finala ella tvær… Flogbóltur Góðar vónir eru um eina kvinnufinalu í flogbólti, og framvegis livir eisini vónin um eina mansfinalu Hilmar Jan Hansen, Isle of Wight Føroysku flogbóltskvinnurnar hava verið góðar fyri gull næstan hvørja ferð, og tí eru altíð góðar vónir um at koma í finaluna. So er eisini hesa ferð, har ein dystur tíðliga í morgun helst gav pláss í hálvfinaluni, tí tá skuldu Føroyar spæla ímóti Gibraltar, ið frammanundan ongan dyst hevði vunnið. Kvinnurnar hava vunnið Hitra, Álandi og Gotlandi – allar dyst­ir­ nar 3-0 – og umframt dystin ímóti Gibraltar, sum tær altso hava spælt í morgun, eftir at hesar regl­ur vórðu skrivaðar, skulu tær í kvøld klokkan 18 spæla ímóti Bermuda. Men um kvinnurnar í morg­un vunnu 3-0, sum tær eisini áttu at gjørt lættliga, er plássið í hálv­final­ uni longu tryggjað – enntá sum bólka­vinnari. So er spurningurin bara, hvørj­ um Føroyar kunnu koma at møta í hálvfinaluni, tí í hinum bólkinum tykist kappingin vera heldur harð­ ari. Lítið man vera at ivast í, at Saaremaa vinnur bólkin og helst eis­ini sína hálvfinalu og tí bíðar í finaluni, men føroyska mótstøðu­ liðið í hálvfinaluni verður helst Menorca, sum í gjárkvøldið vann 3-1 á Rhodos. Eisini hálvfinalu Í gjáramorgunin taptu menninir sín fyrsta dyst á hesum leikunum, tá teir einki sett fingu ímóti Saaremaa, ið plagar at vera væl sterkari enn rest. Kortini sást í øðrum setti, at føroysku menninir saktans kunnu geva mótstøðu, og havast skal eisini í huga, at okkara týdningarmiklasti spælari, Rúni Weihe, sat uttanfyri við skaða í rygginum. Menninir skulu í kvøld klokkan 20.15 spæla ímóti Guernsey, ið ong­an dyst enn hevur vunnið, og heldur ikki eigur at vera nøkur verulig hóttan ímóti Føroyum, sum frammanundan hava vunnið 3-0 á bæði Bermuda og Gotlandi og tí gerast tryggur tveyari í bólkinum. Alt bendir á, at Áland verður vinn­ari í hinum bólkinum og tí eis­ini mótstøðulið í hálvfinaluni. Tað er sjálvandi eitt sterkt mót­ støðu­lið, men avgjørt nakað, før­ oysku menninir kunnu spæla væl og virðiliga upp ímóti – ikki minst, um Rúni verður so mikið pjøss­aður saman, at hann fær spælt í hálv­ finalu og vónandi eisini finalu. Samanumtikið er tað so, at vil væl til, fáa Føroyar í øllum førum eitt finalupláss í flogbólti og vónandi tvey. Eydnast tað, so er alt opið, og eru bæði kvinnurnar og menninir í finaluni, eru tveir góðir gullmøguleikar eisini har. Góðar vónir eru um finalupláss til kvinnurnar Mynd: Álvur Haraldsen Eisini er lív enn í vónunum um finalupláss til menninar Mynd: Álvur Haraldsen