mikudagur 29. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
Sosialurin
Ítróttur
Eyðun Klakstein
Tá ið aðalfundur var í Oyggjaleika
felagsskapinum
í
týsmorgunin,
vóru tríggir leiðandi politikarar
við til aðalfundin, sum varð hildin
í Newport á Isle of Wight. Kaj Leo
Johannesen, løgmaður, Helena Dam
á Neystabø, landsstýriskvinna í
mentamálum, og Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu,
vóru eygleiðarar til fyrsta partin av
fundinum.
Uppgávan hjá politikarunum var
at vísa andlit og boða frá, at føroyskir
myndugleikar stuðla arbeiðnum
hjá Ítróttarsambandinum at fáa
Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.
Pengar skulu til
Allir tríggir politikararnir søgdu í
samrøðu við Rás2, at tey taka undir
við at fáa leikirnar aftur til Føroya,
og tey eru eisini sinnað at verða við
í ítøkiliga arbeiðnum at fyrireika og
fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum.
– Tað skal meira enn orð til fyri
at fáa Oyggjaleikirnar aftur til
Føroya, tað skal eisini handling og
pengar til, og tað uppgávuna skulu
vit lyfta saman. Men eg havi av
gjørt varhugan av, at Føroyar eru
førar fyri at hýsa leikunum aftur, og
at vit kunnu gera tær neyðugu út
byggingar, sum skulu til fyri at fáa
leikirnar aftur til Føroyar, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður.
Sterkt signal
Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF,
fegnaðist um, at tríggir leiðandi
politikarar møttu til aðalfundin hjá
Oyggjaleikafelagsskapinum.
– Tá ið tú bjóðar teg fram til at
hýsa Oyggjaleikunum, mást tú
eisini senda eitt sterkt signal um, at
tú hevur eitt sterkt lið, og tí ger tað
stóran mun, at leiðandi politikarar
vísa seg til hendan aðalfundin,
sigur Petur Elias Petersen.
eydun@sosialurin.fo
Politikarar eru
viðí spælinum
OYGGJALEIKIR Løgmaður, landsstýriskvinnan í mentamálum og
borgarstjórin í Havn eru við í arbeiðnum hjá Ítróttarsambandinum
at fáa vertsskapin av Oyggjaleikunum aftur til Føroya
Leiðandi politikarar vóru við til aðalfundin í oyggjaleikafelagsskapinum týsdagin, og ÍSF forsetin heldur, at tað hevur stóran
týdning, at politikararnir vísa andlit í hesum samanhangi – serliga nú Føroyar vilja hava vertsskapin
Mynd: Álvur Haraldsen
Eyðun Klakstein
Týsdagin
var
aðalfundur
í
Oyggjaleikafelagsskapinum, og
har gjørdi Jørgen Petterson, for
maður í Oyggjaleikanevndini,
greitt, at Føroyar liggja best fyri
at fáa leikirnar í 2019.
Føroyar og Minorka liggja
fram við at fáa Oyggjaleikirnar í
2019 og 2021, og á aðalfundinum
segði
Jørgen
Petterson,
at
Føroyar liggja betri fyri enn
Minorka at fáa leikirnar í 2019.
Tosað hevur annars verið um,
at Føroyar skuldu bjóða seg fram
til Oyggjaleikirnar í 2021, men
nú er eins sannlíkt, at Føroyar
kunnu fáa vertsskapin í 2019.
Ítróttarsambandið og politisk
umboð fegnast um fráboðanina
frá Oyggjaleikanevndini.
Føroyar kunnu
fáa Oyggja
leikirnar í 2019
OYGGJALEIKIR Altjóða Oyggjaleika
nevndin boðaði týsdagin frá, at Føroyar
liggja best fyri at fáa vertsskapin
fyri Oyggjaleikirnar í 2019