mikudagur 29. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
12
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge, Isle of Wight, Newport
– Tað er deiligt at okur vunnu teir
við fleiri hundrandapørtum, enn
teir vunnu á okum í gjár, soleiðis
sigur Pál Joensen, eftir at hann
hevur fingið gullheiðursmerkið um
hálsin fyri stafettina 4x50 metrar
frí.
Hóast Pál hevur onnur og størri
mál enn oyggjaleikirnir, so lýsir
gleðin úr eygunum á honum, tá
hann saman við hinum fýra, ið hava
vunnu gull í 4x50 metrar frí í tættari
kapping við Guernsey, tosa við
Rás2. Mánakvøldið tapa føroysku
svimjararnir fyri Guernsey í 4x50
metrar blandað við 0.04 sekundum.
Tað skal ikki henda aftur eru boðini
og tað sæst eisini á teimum fimm,
Pál Joensen, Paula Ø. Mohr, Heðini
L. Olsen, Magnusi Jákupsson og
Dánjali Hestoy, at sigurin hevur
stóran týdning fyri teir. Ikki minst,
at teir vinna við 0.22 sekundum,
sum er 0.18 sekund fleiri enn
Guernsey vann við mánakvøldið.
Tað kann gott vera, at Pál hevur
onnur og størri mál at røkka í ár,
men hann tolir ikki at tapa og tað
merkist á honum, at sigurin í 4x50
frí er týdningarmikil.
Óskil í Medina Center
Tað hevur valdað ruðuleiki í Medina
svimjihøllini í Newport og tað hevur
serliga gingið út yvir fjølmiðlarnir.
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum er
hart rakt av hesum mánadagin.
Tey uppgeva at fáa myndir frá
svimjingini hendan dagin. Meðan
áskoðarar við amatør myndatólum
taka upp uttan nakað, so slappur
Kringvarpið ikki at filma. Restina
av fjølmiðlinum eru koyst í eitt horn
við úthurðina, har svimjararnir
venda og tískil er torført at síggja
hjá frásøgufólki hvør er á odda tá
svimjararnir nærkast málinum.
Alt hetta, saman við lutfaldsliga
vánaligu úrslitinum gera sítt til, at
einki lag er á føroyinginum tá finalu
umfarið mánakvøldið endar.
Týsdagurin byrjar væl
Týsdagin er lagið betri. Kringvarpið
sleppur eftir tógvið stríð, og við
góðari hjálp frá Jon Hestoy, at filma.
Svimjararnir greiða allir sína skyldu
í innleiðandi umførinum. Veðrið er
eitt sindur kaldari enn mánadagin
og tað er eisini støðan inni í sjálvari
svimjuhøllini.
Damurnar aftur bestar
Í 4x50 blandað hjá kvinnu er ongin
slingur í valsinum. Birita Debes
leggur hart út í ryggsvimjing og
hinar tríggjar, Tanja Skaalum, Astrið
Foldarskarð og Guðrun Mortensen,
halda fast um leiðsluna allan vegin.
Tær koma á mál við tíðini 1:58.82,
sum eisini er nýtt oyggjaleikamet.
Fyri Astrið Foldarskarð kemur
sigurin væl við, tí hon hevur stutt
frammanundan fingið bronsu í 50
firvald og tað er hon ikki nøgd við.
Tað er vendingin á 25 metrum, ið
gongur illa, og kostar í síðsta enda
dýrt. Miðal aldurin á teimum fýra
í kvinnu stafettuni er 14 eitt hálvt
ár.
Met og gull til Pál
Tað finnast nógv góð lýsingarorð um
Pál Joensen og nú hevur fólki á Isle
of Wight eisini fingið eina hóming
av hvør føroyska tjóðarhejtan er. Í
400 metrar blandað gongur javnt
á eina løtu, men tá skift verður til
bringusvimjing, kemur munurin
brádliga til sjóndar. Pál svimur frá
hinum og tá hann kemur á mál
vísur tíðin hjá honum 4:32:10, sum
er nýtt oyggjaleikamet. Eisini í 200
metrar frí er Pál fyrstur á mál við
tíðini 1:49.83, sum er gott hálvt
annað sekund skjótari enn nummar
tvey. Tíðin er langt frá oyggja
leikametinum, men tað er tí at Pál
í hesi kappingini velur at spara so
nógvar kreftur sum hann kann til
stafettina.
Birita, Poula og Kaj Leo
Millum teirra, ið handar heiðurs
merki í Medina svimjuhøllini týs
dagin er Kaj Leo Johannesen, løg
maður. Fyrsta uppgávan hjá honum
er at handa heiðursmerki til trý
tey bestu í 100 metrar rygg hjá
kvinnum. Á ovastu rók við nýggj
um oyggjaleikameti stendur Birita
Debes og undir liðini á henni á næst
ovastu rók stendur Poula Ø. Mohr.
Eisini í 200 metrum bringu vinna
vit gull. Turið S. Christiansen er í
harðari kapping um fyrsta plássið
allan vegin, men í seinastu vend
ingini dregur hon frá og vinnur
við tíðini 2:38.22, sum eisini er nýtt
oyggjaleikamet.
Illa nøgdur Magnus
Hóast hann bara er 16-ára gamal
og kappast móti tveimun sterkum
svimjarum í besta aldri, so er
Magnus Jákupsson einki fegin um
bronsuheiðursmerkið, ið Kaj Leo
handar honum í 100 metrar firvald.
Ian Powell av Guernsey vinnur við
nýggjum oyggjaleikameti, men tað
hevur Magnus í sinninum at gera
betri í framtíðini.
Púra javnt hjá Paula
Áskoðararnir í høllin eru á gosi, tá
Darren Mew av Isle of Wight vinnur
50 bringu svimjing. Síðani steðga
øll í høllini upp eina løtu, tí talvan á
vegginum vísur ikki hvat nummar
Pauli Ø. Mohr er blivin. Tað gonngur
ein løta, so verður sagt, at Pauli og
Mikael Popov av Isle of Wight eru
komnir á mál í senn við tíðini 30:55.
Tað merkir, at teir fáa báðir handað
silvurheiðursmerki.
Góður týsdagur
Sostatt endaði týsdagurin við 10
heiðursmerkjum og fýra oyggja
leikametum til føroysku svimjar
arnar. Lagið er væl betri tá farið
verður úr høllini týskvøldið enn
mánakvøldið. Vónbrotið er skolað
burtur í heiðursmerkjum.
trondur@sosialurin.fo
Skolaðu vónbrotið burtur
í heiðursmerkjum
Svimjing Seks gullheiðursmerki, tvey silvur heiðursmerki, tvey bronsuheiðursmerkju
og fýra oyggjaleikamet, soleiðis vaskur tú eitt vónbrot av tær. Tað er júst tað ungu
svimjararnir hjá okkum gjørdu í gjár í Medina svimjihylinum á Isle of Wight
Heiðursmerkjabýtið í gjár
Føroyar 6 gull, 2 silvur, 2 bronsu
Guernsey 3 gull, 4 silvur, 2 bronsu
Isle of Wight 1 gull, 1 silvur
Hetland 1 gull, 1 bronsu
Isle of Man 2 silvur, 1 bronsu
Jersey 3 silvur, 3 bronsu
Cayman 1 bronsu
Heiðursmerkjabýtið í svimjing til nú
Guernsey 9 gull, 7 silvur, 4 bronsur
Føroyar 8 gull, 5 silvur, 3 bronsur
Isle of Man 1 gull, 3 silvur, 2 bronsur
Hetland 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
Isle of Wight 2 gull, 1 silvur
Jersey 5 silvur, 8 bronsu
Cayman 1 silvur, 3 bronsur
Oyggjaleikamet til Føroyar í gjár
Pál Joensen 4:23.01 í 400 blandað
Turið S. Christiansen 2:38.22 í 200 bringu
Birita Debes 1:02.80 í 100 rygg
Birita, Tanja, Astrið og Guðrun 1:58.82
í 4x50 blandað
Myndir: Álvur Haraldsen