Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen, Isle of Wight Oyggjaleikirnir í Álandi í 2009 vóru teir bestu higartil. Alt gekk sum fótur í hosu og øll høvdu orsøk at vera nøgd. Sjálvandi ikki minst vit føroyingar, tí eingin stóð seg betur, so tí er tað við heitum kenslum, at vit minn­ast aftur á eina góða summar­viku í Álandi. Einasta, ið ikki var eftir vild, vóru hesir lúsa mýggja­ bitarnir, men teir hoyra líkasum ikki við í metingini… Tvey ár frammanundan gekk tað so sum so á Rhodos, har fyrireikingarnar á fleiri økjum verri enn so stóðu mát. Summi vildu vera við, at oyggjaleikirnir vóru eitt so lítið tiltak mitt um summarið á einari frítíðaroyggj, at teir sóust ikki aftur, og helst var eisini nakað um tað. Og aftur fýra ár framman­ undan vóru tað hetlendingar, ið gjørdu sítt ítarasta fyri at vera góðir vertir fyri leikunum. Tað megnaðu teir stórt sæð eisini, men sjónligt var, at øgiliga nógv skuldi til hjá teimum, at allar uppgávur blivu loystar. Eisini skiltist aftaná, at skipanin við hotellskipum kostaði so nógv, at leikirnir í 2005 góvu hall. Ov nógv restar í Nú eru vit so á Isle of Wight, ið onkursvegna hevur megnað at fingið fatur á leikunum. Minn­ ist ikki, hvønn tey á Isle of Wight kappaðust við, men talan kann ikki hava verið um stór­vegis avbjóðarar, tí tað er øgiliga lítið her, sum er frægari enn næst­ best. Hvørki til svimjing ella flog­ bólt ber til at fáa eitt líkinda tal av áskoðarum inn at hyggja, tí her eru snøgt sagt ongar um­ støður til tað. Svimjihylurin segðist undan leikunum vera eitt vet ov stuttur, og í aðrari flog­ bólts­høllini eru nýggjar strikur málaðar á gólvið, sum annars skuldi skiftast út. Gólvið hjá borð­tennisspælarunum var líka gróthart sum eitt betonggólv – og soleiðis ber til at halda fram. Umstøðurnar hjá fjøl­miðl­ unum hava heldur ikki verið nøkt­andi, og hóast vertirnir á Isle of Wight ikki kunnu ábyrgdast fyri alt, sum ikki riggar, er tað nóg ringt, at bæði Kringvarpið og Rás 2 koma út á støð, har ikki skuggin av einari linju er at finna, hóast hetta langt síðani er umbiðið. Og tá gjørt verður vart við tað, fæst bert at vita, at bíðitíðin er tvær vikur… Royndi forrestin sjálvur í gjár ein av hesum bussunum, sum skulu koyra millum tey ymsu støðini hvønn hálvan tíma. Tað tók ein tíma og tíggju minuttir, áðrenn bussurin kom, so óivað eru tær umstøðurnar heldur ikki heilt á toppinum. Hava umstøðurnar Skal tað sigast stutt, so er tað løgið, at Isle of Wight er sloppið at hýsa leikunum, tá hugsað verð­ur um, hvussu stór krøv vit altíð hoyra um, tá Føroyar skulu bjóða seg fram. Eftir nakrar dagar her á oynni, er so eingin ivi um, at Føroyar til fulnar eru før­ar fyri at hýsa leikunum. Um vit bara taka ítróttarøkið í Gundadali í Havn sum dømi, ber til at gjøgnumføra nógv tað mesta á stórt sæð einum stað, og tað er soleiðis, øll ynskja sær tað. Tíðin er farin frá, at alt skal spjaðast út um landið, og hóast vit eisini høvdu klárað tað, vita vit nú við vissu, at vit hava alt tað, sum skal til og meira enn so. Tað einasta írestandi, ið bein­ leiðis hevur við ítróttin at gera, er ein golfbreyt, men tað tekur neyvan langa tíð at fáa hana avgreidda. Eingin orsøk er til at bíða eftir einum oyggjaleikum, tí ein slík breyt skal gerast og brúkast beinanvegin, tí hon er eisini eitt ferðavinnuaktiv. Og so hava vit eisini allar tær neyðugu royndirnar at reka eina slíka, tá oyggjaleikirnir fyrst koma til Føroya. Klár at taka ímóti Størsti knúturin at loysa, er spurn­ingurin um, hvussu Før­oyar skulu kunna hýsa 4.000 ítróttar­ fólkum í eina viku. Hotellskip er ein loysn, men tað mátti borið til at funnið aðrar møguleikar. Onkur hevur nevnt skúlar og ann­að, og tað er sjálvandi ein møgu­leiki, men kanska kundu karavanir ella búskúrar fingist til leigu. Um talan var um keyp, kundu hesir bústaðarhentleikar kanska lyft kampingplássini og ferðavinnuna upp á hægri stig. Samanumtikið er einki at ivast í, at tað, vit eru von við heimani­frá, vindur burtur úr Isle of Wight við fleiri bátslongdum, so tí er sera hugaligt at hoyra, at Føroyar hava fyrimunir fram um sponsku oynna, Menorca, tá talan er um leikirnar í 2019. Kom bara hendavegi við oyggjaleikunum, tí vit eru mestsum longu klár at taka ímóti! hilmarjan@sosialurin.fo Klumma Føroyar eru klárar Oyggjaleikir Einki er at ivast í, at Føroyar væl og virðiliga kunnu vera við, tá snýr seg um at hýsa einum komandi oyggjaleikum. Var brúk fyri tí, kundu Føroyar til fulnar tikið sær av leikunum longu um tvey ár – og so mikið meira í 2019, sum liggur í kortunum Sølvi Reinert Hansen, sum er fyrr­ verandi forseti í Ítrótta­sam­bandi Føroya, var eisini í uppskoti til Oyggjaleikanevndina fyri tveimum árum síðani, men ta ferðin varð hann ikki valdur, hóast hann fekk fitt av atkvøðum. Sølvi varð stillaður upp aftur til nevndarvalið í gjár, og nú lukkaðist honum at verða valdur í nevndina. Sølvi valdur í Oyggjaleika­ nevndina Sølvi Reinert Hansen er í gjár valdur í altjóða Oyggjaleikanevndina og skal sita har komandi tvey árini Fótbóltsspælarar av Rhodos hava eftir øllum dømum ilt við at stýra sær, og nú hevur tað – enn eina­ ferð – fingið avleiðingar fyri fót­ bóltsluttøkuna á Oyggja­leik­unum. Fyri 10 árum síðani gjørdu spæl­arar hjá Rhodos seg inn á ein dómara, og tá fingu teir leikbann á tveimum Oyggjaleikum. Rhodos er tó sloppið inn í hitan aftur og hevur luttikið í fót­ bólts­kappingini seinastu Oyggja­ leikirnar. Men nú er aftur galið – heilt galið. Hørð revsing Sunnukvøldið gjørdu fleiri spæl­ arar hjá Rhodos um seg í dysti ímóti Grønlandi, og tveir spælarar vórðu útvísir. Mánakvøldið hevði ein spælari gjørt seg inn á fjórða dómaran, og nú tímdi Oyggja­leika­ nevndin ikki meira. Seinnapartin týsdagin boðaði nevndin frá, at Rhodos var koyrt úr fótbóltskappingini á Isle of Wight, og Rhodos hevur fingið leikbann frá fótbóltskappingunum í 2013 og 2015. Rhodos kann tí í fyrsta lagi luttaka aftur í fótbólti á Oyggjaleikum í 2017. Fótbóltsliðið hjá Rhodos sent heim FÓTBÓLTUR Oyggjaleikanevndin hevur tveitt fótbóltslandsliðið hjá Rhodos úr kappingini á Isle of Wight, og teir skulu ikki visa seg aftur á Oyggjaleikunum næstu seks árini