mikudagur 29. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
14
Sosialurin
Ítróttur
Eyðun Klakstein
Føroyingarnir raktu betur enn øll
hini, tá ið fyrsti kappingardagurin
í bogaskjótin var á skránni á
Oyggjaleikunum mánadagin.
Kappast var í fullum FITA,
tey rópa, og her eru Føroyar van
liga sterkast. Tað vóru føroysku
skjúttarnir eisini hesaferð. Bæði
liðini, í recurve og compound,
vunnu
sínar
liðkappingar,
og
Jógvan Niclasen vann einstaklinga
kappingina í compound.
Harafturat vann Albert Dam
silvur, og Absalon Hansen og Ann
ika Vang vunnu bronsu í sínum
einstaklingakappingum.
Hevði vónað enn betri
Jógvan Niclasen var nøgdur við
avrikið hjá føroysku bogaskjútt
unum á fyrsta kappingardegnum.
– Tað gekk heilt hamuligt, tá ið
vit hugsa um umstøðurnar. Teir
fyrstu tríggir avstandirnir vóru
ikki so góðir hjá okkum, men tað
var øgiliga heitt. Tað bleiv eitt
sindur meira skýggjað seinni, og
samanumtikið var tað á góðari leið
hjá okkum, sigur Jógvan Niclasen.
Var hetta tað, sum tit høvdu
ætlað tykkum í hesari kappingini?
– Nú kann eg bara svara fyri meg
sjálvan, men eg hevði vónað við, at
vit fingu eitt enn betri úrslit, men
hatta var fínasta slag.
Rakti væl
Jógvan Niclasen hevði eitt óvan
liga gott umfar, tá ið hann skjeyt
á 30 metrum. Hann fekk 359 av
360 stigum, og tað var nýtt persón
ligt met, føroyskt met og oyggja
leikamet. Bert ein av teimum 36
pílunum, sum hann skjeyt, rakti
beint við síðuna av miðjuni.
Bogaskjúttarnir
halda
fram
við sínum kappingum, og roknað
verður við, at tey kunnu vinna onk
ur heiðursmerkjum afturat.
eydun@sosialurin.fo
Bogaskjúttarnir skutu
seg til trý gullmerki
BOGASKJÓTING
Bæði føroysku liðini
vunnu, og Jógvan
Niclasen vann eina
einstaklingakapping,
tá ið bogaskjúttarnir
høvdu gyltan dag
á Isle of Wight
føroyskt met
Jógvan Niclasen hevði eitt óvan
liga gott umfar, tá ið hann
skjeyt á 30 metrum. Hann fekk
359 av 360 stigum, og tað var
nýtt persónligt met, føroyskt
met og oyggjaleikamet
Myndir: Álvur Haraldsen