Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 Sosialurin Uni Holm Johannesen – Landsverk hevur eftir kommununnar tykki ikki víst nakað forstáilsi fyri, at fyri kommununa má ein slíkur vegur eisini viðgerast við atliti til býarskipan og býarmenning í framtíðini. Tað sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri í Havn. Hann vísir samstundis staði­ liga aftur, at Lands­verk og Tórs­havnar Kommuna eru komin til sættis um eina loysn á ósemj­uni um inn­ komu­vegin til Havnar. Kommunan heldur, at Landsverk tekur ikki hædd fyri heildar­ætlanini fyri komm­ununa og ferðslu­ trupul­leikarnar á kommunalu vegunum í dag. Tað er – sigur borgar­stjórin – stórur tørvur á at fáa spjatt ferðsl­ una við fleiri íbinding­um og vega­sam­bondum millum nýggja inn­komu­vegin og kommunala ringvegin. Hann leggur afturat, at kommunan fær nógvar trupulleik­ar av, at Lands­verk ætlar at føra ein landsveg gjøgnum bygt øki í høvuðs­staðnum. Landsverk grund­gevur millum annað við, at fólk skulu ferðast skjótt millum høvuðsstaðin og Gomlurætt. – Landsverk hevur kveistr­að allan dialog til viks, og hevur ikki viljað tosað um hvørki linju­føring av vegnum, há­marks­ferðina á 80 km/t, ella um íbindingarnar, sum komm­unan ynskir. Hetta hóast at Landsverk eisini er væl og virðiliga kunnað um, at óheftir serfrøðingar frá Rambøll hava gjørt eina kanning av verkætlanin hjá Landsverk. Har verður mælt frá einum vegi til ferðslu, sum koyrir 80 km/t, tí hesin vil avmarka atkomiligheitina og talið av íbindingum, og har­ við ta nyttu, býurin kann fáa av hesum nýggja inn­komu­ vegnum, sigur borgarstjórin. Eingin semja Fráboðanin kom tann 20. juni. Tá var semja loksins funnin á ósemjuni við inn­ komu­vegnum í dag, segði Landsverk. Ósemjan hevur snúð seg um, hvussu nógvar íbindingar skulu gerast í vegin. Tórshavnar Kommuna vildi hava fleiri íbindingar, enn Landsverk heldur vera ráði­ligt á einum landsvegi við eini hámarksferð upp á 80 km/t. – Eftir at hava tikið málið upp aftur í síðstu viku hava partarnir á einum fundi gjørt semju um, hvørjar íbindingar skulu gerast. Semjan ber í sær, at kommunan fær eina íbinding afturat, sum verður tann í Flatarvegin. Hinvegin góðtekur kommunan nú, at eingin íbinding verður í Sundsvegin og Villingardals­ vegin, skrivaði Landsverk í skrivi, sent fjølmiðlunum. Tórshavnar kommuna tók við eitt frástøðu. Tað undraði Landsverk. – Á Landsverki eru vit sera bilsin yvir, at kommunan í fjølmiðlunum nú avsannar, at partarnir funnu fram til eina semju á fundinum. Ein semja, sum ber í sær, at kommunan fær eina íbinding afturat teimum upprunaligu ætlaðu. Hetta verður ein íbinding í Flatarvegin. Hin­ vegin góðtók kommunan á fundinum, at ongin íbinding verður í Sundsvegin og Vill­ ingardalsvegin. Tað er tí óskilj­andi, at kommunan tekur frástøðu frá eini loysn, sum hon sjálv var við at gera á áðurnevnda fundi. Hendan semjan tekur støði í trimum íbindingum. Eina til Stórutjørn, eina í Flata­ rvegin og tað seinastu undir Krákugjógv, skrivaði Lands­ verk fyri tveimum døgum síðani. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, sigur í dag, at niður­ støðan á fundinum var, at teknisku fyrisitingarnar hjá Landsverk og komm­ un­uni skuldu setast saman at gera eitt upplegg til eitt kompromis, sum bæði Tórs­havnar kommuna og Landsverk kundu liva við. – Men longu áðrenn nakar fundur hevði verið millum teknikararnar hjá Landsverk og kommununi, fór Landsverk út við eini íspunnari søgu um, at ein semja varð gjørd, sigur borgarstjórin. Eingin nytta fyri Havnina Tórshavnar kommuna kennir tað sum, at sjónarmiðini hjá býráðnum um ferðslutrygd, hámarksferð, íbindingar, býarskipan og annað verður sópað til viks. – Hetta prógvar týðiliga, at hóast vegurin verður kallaður nýggjur innkomuvegur til Havnar, so er hetta bert eitt skálkaskjól hjá Landsverk. Tí í veruleikanum er tað ikki ein nýggjur innkomuvegur til Havnina, sum býurin eisini skal fáa nyttu av, sum Landsverk ynskir at gera, men fyrst og fremst ein nýggjur landsvegur til Gomlurætt, sum Landsverk tó vil hava at ganga gjøgnum bygt øki í Havnini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, og ger púra greitt, hvat komm­ unan ynskir við nýggja inn­ komuvegnum. – Um Landsverk bert fyri einaferð skyld stakk fingurin í jørðina, so staðfesta allar kanningar higartil, at við at lækka hámarksferðina niður til 60 km/t á einum strekki á fýra til fimm kilometrar gjøgnum bygt øki, eins og Landsverk hevur gjørt við landsvegin gjøgnum bygt øki í tildømis Sandavági, so ber til at fáa nakrar av teimum týðandi íbindingunum, sum Tórshavnr kommuna ynskir; og so fær býurin eisini nyttu av innkomuvegnum; so verður larmurin frá vegnum minni; og so verður ferðslu­ trygdin gjøgnum bygda økið, sum vegurin fer ígjøgnum, betur, sigur hann. Tað fer eisini hava við sær, at tað fer at taka hálvan annan til tveir minuttir longri at koyra eftir nýggja lands­ vegnum til ella frá Gomlurætt, vísir kommunan á. Togast um innkomuvegin Meðan Landsverk sigur seg ikki skilja, at Tórshavnar Kommuna tekur frástøðu frá semjuni, tvíheldur borgarstjórin um, at ferðslumyndugleikarnir í høvuðsstaðnum og landsmyndugleikin skulu samstarva um at fáa býarskipan Keypið er góðkent F o r t r e y t i r n a r fyri keypinum av sunnu pørt­unum av Amager­banken eru uppfyltar, eftir at Fíggj­ar­eftirlitið hevur góðkent av­tal­una millum Finansiel Stabilitet og Bank­Nordik. Tað boðar Bank­ Nordik frá. B a n k N o r d i k gjørdi tann 18. mai 2011 avtalu við Fin­ ansiel Stabilitet um at yvirtaka allar pri­vat­kundarnar og teir flestu vinnu­ kundarnar í Amag­ er­banken. Av­talan varð treytað av góð­kenning frá Fíggjareftirlitinum. Fíggjareftirlitið góðkendi í gjár keypsavtaluna. Undirskriving av endaligu keyps­ av­tal­uni millum BankNordik og Finans­iel Stabilitet kann tí fara fram ein av kom­andi døg­ unum, og eftir hetta kann yvir­tøkan full­ førast. - uni Borgar­ stjórin er í uppskoti Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, bjóðar seg fram fyri Fólka­ flokkin á kom­andi løg­tings­vali. Sand­ oyar Fólka­floks­felag hevði seinasta upp­ still­ing­ar­fundi­num í gjárkvøldið. Tað skrivar sand­ portal.fo. Brandur Sandoy hevur verið borgar­ stjóri á Sandi síðani oktober 2009. Tá tók hann við eftir Páll á Reynatúgvu. - uni Tað er vegurin, sum fer at byrja við eini íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin millum Sund og Sandvíkarhjalla og heldur fram ígjøgnum ovaru Hoyvíkina, Ternurygg, undir Oyggjarvegin, oman fyri Marknagilsvegin og víðari móti Norðasta Horni og Gomlurætt, sum ósemja er um Mynd: Rambøll Mynd: Rambøll