mikudagur 29. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
16
Sosialurin
Nøvn
Undir
gudstænastuni
sunnudagin í Kvívík, varð
ein serligur heiður sýndur
Elisabeth Finnsson, sum
dagin fyri fór um tey áttati.
Tey seinastu áratíggjuni
hevur hon trúført gjørt
og ansað altardúkunum í
Kvívíkar kirkju.
Í sambandi við guds
tænastuna prædikaði Berg
tórur Bjarkhamar, prestur
í Hvalvík, meðan sóknar
presturin, Theodor E. D.
Olsen handaði henni eina
gávu frá kirkjuni.
Altarið
Í takkarkvøðu síni til Elisa
beth segði Theodor Olsen
millum annað hetta:
Tað sæst ikki á føðingar
dagsbarninum, men í gjár
var rundur føðingardagur í
Kvívík, tá Elisabeth fylti 80.
Í sambandi við, at Elisa
beth Finnsson, sum hevur
tikið sær so væl av av
okkara altari tey seinastu
mongu árini, hevði rundan
føðingardag í gjár, fari eg at
lesa hetta sálmaørindi:
Funturin minnir um
skírnarnáð,
altar um kvøldmáltíð sæla,
orðið um Harrans
hjálparráð
altíð skal her verða talað;
um øldir skifta, fara ár,
Harrin í dag er sum í gjár,
sama er trúgvin og skírnin.
Soleiðis syngja vit í sætta
ørindi í sálminum ”Kirkjan
hon er eitt gamalt hús”.
Ørindi
snýr
seg
um
kirkjuhúsið, um innbúgvið,
um hvussu vit innrætta
kirkjuna.
Onnur reglan snýr seg
um altarið, og at tað minnir
okkum um, at Jesus sjálv
ur stovnaði felagsskap við
okkum við ta heilagu kvøld
máltíðina.
Sjálvt orðið ”altar” kemur
av
tí
latínska
orðinum
”altus”, ið merkir heyggur.
Altarið var eisini vælkent
gomlum
ísraelitiskum
átrúnaði, har altarið var
brúkt sum eitt offurstað,
har djór vórðu slaktað. Ja,
vit lesa í Fyrru Kongabók
(kapitul 9 og ørindi 25), at
sjálvur Sálomin kongur læt
byggja eitt altar, soleiðis at
templið varð fullgjørt, sum
tað stendur skrivað.
Tempul
Sálomons
er
eisini fyrimynd hjá øllum
kristnum kirkjubygningum,
og tí fær altarið eitt so
týdningarmið pláss í okkara
kirkju.
Í Hebrearabrævinum, í
Nýggja testamenti verður
dentur lagdur á, at Kristus
er sáttarofrið, sum er lagt á
altarið í halgidóminum.
Tí skal altarið eisini vera
vakurt og væl hildið. Altarið
er ímyndin av tí, at Kristus
talar til okkara allar tíðir
gjøgnum orð og sakramenti.
Tað er á altarinum, at vit
leggja tær heilagu bøkurnar,
tey heilagu kerini, og tað er
á altarinum, at tey bæði
stóru
ljósini
brenna,
ið
minna okkum á lógina og
evangeliið, Gamla og Nýggja
testamenti.
Altarið skal við síni tign
og sínum vakurleika minna
okkum á, at ongantíð tagnar
ljóðið, sum gleðir sálir her á
fold.
Ella vit kunnu siga sum
Grundtvík yrkir í einum
sálmi:
O, kærleikans ond,
ið leiðir Guðs lið fram at
sælunnar strond,
við háaltars eldi ger
hjørtuni eitt,
og reinsan við mildi tú
knøttinum veit,
so mannkynið kennir, at
kristni ger ljóst,
ber gleði í bróst!
Trúfesti
Uppgávuna at halda altarið
her í Kvívíkar kirkju hevur
Elisabeth Finnson røkt trú
føst og væl tey seinastu ára
tíggjuni. Okkum er sagt, at
hon hevur heklað, orkerað
og broderað tríggjar dúkar
til altarið í Kvívíkar kirkju
– tann eina við systrini
Brynhild.
Tað
eru
vit
takksom fyri!
Harafturat hevur Elisa
beth syrgt fyri, at dúkarnir
verða hildnir, stroknir, sum
teir skulu, og verða skiftir, tá
tann stundin kemur.
– Hetta eru vit í kirkju
ráðnum takksom fyri, sam
stundis sum vit vóna, at
Elisabeth fer at halda seg
til at røkja hendan gerning í
rúma tíð framyvir. Hennara
partur hevur ikki ligið eftir,
segði Theodor Olsen at enda
í takkarrøðu síni.
Hildið altarið í
Kvívíkar kirkju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra mamma okkara
Astrid á Dul
doyði og varð jarðað.
Børnini
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaða
kona mín, mamma, omma, dóttir, systir v/familju,
mostir og fastir okkara
Ragnhild Klein Mittelstein
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur kransar og peningagávur til
Krabbameinsfelagið.
Takk til prestar fyri góð og troystarrík orð og talu.
Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Takk til
øll á B6 á Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn.
Takk til øll tykkum, familju, vinum og starvsfelagar,
ið hjálptu til við ervinum, og fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri alt.
Vegna familjuna
Steinfinnur, Rannvá og Bárður
Fyri trúføstu tænastu sína í Kvívíkar kirkju
fekk Elisabeth Finnsson handað eina gávu
frá sóknarprestinum, Theodor Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
GÁVU
Bæði prestar, kirkjuráð, kirkjufólk og onnur vísa sítt takksemi til Elisabeth
Finnsson fyri hennara leiklut í arbeiðinum við Kvívíkar kirkju - vinstrumegin:
Theodor Olsen, Bergtórur Bjarkhamar og Elisabeth Finnsson
Mynd: Jens Kristian Vang
TAKKSEMI
Malena Purkhús
Klaksvík
andaðist mánamorgunin 27. juni, 86 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum mikukvøldið 29. juni, kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Betesda
hósdagin 30. juni, kl. 13.30.
Hanna, Hans Pauli, Kári, Sigrun, Jón og Jóhan
Tey, ið ynskja at minnast Malenu við blómum ella kransi, kunnu
ístaðin lata eina gávu til samkomuhúsið Betesta í Klaksvík.
Konta í peningastovnunum.
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!