mikudagur 29. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
Sosialurin
Tað var á Føroya Læraraskúla
fyrst í 50-árunum, at vit báðir
Andreas Elmo Eidesgaard
Thomsen komu at kennast.
Gingu tó hvør í sínum flokki
og høvdu tá ikki nógv hvør
við annan at gera.
Men í august 1957 hittust
vit á øðrum sinni, nýsettir
lærarar við Vestmanna Skúla.
Ungir vóru vit – hann 29 og
eg 26 ár -, báðir leysir kroppar,
og um enn ymiskir av lyndi
við ymsum áhugamálum
rann saman okkara millum í
eitt varandi vinarlag.
Framhaldsdeildin í Vest
manna var tá nýskipað, og
tann fyrsti 3. p skuldi upp
til próvtøku tað fylgjandi
summarið. Nógv var tí at náa,
og Andreas, sum hevði tær
støddfrøðiligu
greinarnar,
legði rættiliga í vaðið. Í skúla
tímunum at hoyra hann
docera í floksrúminum við
síðuna av var ein serstøk
uppliving.
Sum próvtøkan nærk
aðist, var ikki nóg mikið
við skúlatímunum – nei,
Andreas kravdi eykatímar
eftir skúlatíð, har øll skuldu
møta. Og tað gjørdu tey
eisini fegin, tí hetta vóru
tímar, sum munaðu – so væl,
at próvdómarin, sum kendi
støðuna
innan
Andreas,
undraðist stórliga, hvat ið var
komið á skaftið hetta eina
árið. Próvúrslitini gjørdust
tí eisini hareftir.
Hendan skúlatíð í Vest
manna var merkt av hugna
og góðari samveru. Fleiri av
okkum lærarafólkum hittust
eisini privat. Soleiðis var tað
altið lív og gaman hjá okkum
báðum Andreasi at støkka
inn á gólvið uppi á Heygum
hjá
suðringunum
Annu
Hovgaard og manni hennara
Magnusi. Elin Sofía Jacobsen,
“Kvívíkslærarindan”,
og
Andreas vóru bæði hugaðir
kortspælarar
og
høvdu
mangt hugnakvøldið saman
við góðum fólki í umhvørvi
num har niðri í Sjóvarbø.
Eisini Mannbjørn Mort
ensen, Andreas og eg høvdu
góðar
løtur
saman.
Eitt
skemtiligt minni er tað,
einaferð handanneyt vóru
komin um Fossá yvir í hagan
hjá Peturi á Heygum, mor
bróður, sum eg búði hjá.
Vit tríggir skøddu okkum
tá at fara fram í Fonsdal
at reka yvirum aftur. Eitt
sindur striltið var at fáa
glið á, og serliga stendur
mær í huganum, tá Andreas
á brúnni um Bjarndalsá
frammi á Lómundoyri við
miklari veipan og reystum
herrópum
stríddist
við
eina
vetringskvíðu,
sum
sleingjandi frá síðu til síðu
treiskaðist og vildi herja
á yvirum aftur. Men móti
tí uppøsta Andreasi batti
henni ikki – hon mátti lúta.
Alt fylgið savnað varnast
vit, at ungur tarvur er
uppí. Hetta hóvaði okkum
báðum
Mannbjørn
lítið.
Men Andreas, sum mundi
hava sínar neytaroyndir úr
heimbygdini
Oyndafirði,
firnaðist ikki tarvin, gav
honum heldur somu viðferð
sum hinum ferføttu, um tey
ikki vildu sum hann.
Mangt annað kundi verið
at trivið í av felags minnum
frá teirri stuttu tíð, vit báðir
Andreas
dvaldust
saman
í
Vestmanna.
Men
eftir
summarfrí í 1959 byrjaði
hann í nýggjum starvi á
Glyvrum, har hann tók við
sum skúlastjóri í 1963. At tað
var skil og dygd í, har Andreas
hevði leiðslu og ábyrgd,
man ikki vera neyðugt at
nevna, og um hansara virki
í skúlastovuni hoyrdi eg nú
um dagarnar fyrrverandi
næming í Runavíkar Skúla
taka soleiðis til:” Thomsen
var ein fantastiskur lærari!”
Men brátt fór sjúka í
rygginum at gera um seg, ið
so við og við bleiv so nívandi,
at hann valdi at søkja minni
krevjandi starv, og í 1978
gjørdist hann fyrstilærari
í Haldarsvík, haðan somu
lovorð hava fylgt honum
bæði sum lærari og sum
persónsmenska.
Men
sjúkan í rygginum gav seg
ikki, heldur bara mentist.
Hann gjørdist meira og
meira rørslutarnaður við
áhaldandi pínu í rygginum,
og í 1988 valdi hann at leggja
starvið frá sær og flutti aftur
í heimbygdina, har hann læt
byggja sær stásisligan bústað
á fedranna grund.
Andreas Thomsen hevði
sera góðar gávur. Hansara
gløggskygni í matematikk
og rokning var serstakt
og
kom
mongum
fram
haldsskúlanæmingi til góðar,
eisini eftir at hann hevði lagt
frá sær í skúlaverkinum. At
bjóða honum av í talvi skuldu
miðlingar ikki leggja í, og sum
brigde-spælari mundi hann
vera millum teir heilt frægu.
Men á studentaskúlanum
í Rønde hevði hann tó valt
sær nýmálsligu deildina, og
eftir í nøkur ár at hava verið
roknilærari mestsum burtur
av tók hann sær í tveimum
umførum
nakra
mánaða
skeið á Goethe Instituttum
í Týsklandi burturav. So væl
lá eisini tað málsliga fyri hjá
honum, at vitjandi týskarar
spurdu hann, hvaðan úr
Týsklandi hann var.
Men í ongum føri lá tað
hástóra til hansara - var
heldur ein stillførur human
istur, og í tí politiskt-ideolog
iska var hann javnaðarmaður
í orðsins sonnu merking. Ikki
vóru tey fá, sum fingu hans
ara beinasemi, gestablídni og
gávumildni at kenna.
Sína
lívsavmarkandi
lagnu bar Andreas við tolni,
gjørdi lítið burtur úr sínum
trupulleikum,
men
læt
heldur sítt skemtingarsama
lyndi støðugt spæla framvið.
Soleiðis plagdi hann ofta
at taka aftur í, tá hansara
skúlafelagi frá preliminer
skúlatíðini Birgir Danielsen,
sum hevði somu sjúku sum
hann, var inni á gólvi hjá
honum í Oyndafirði. “Tú”,
skuldi Birgir siga, “ hasari
sjúkuni skalt tú ikki bara
vera keddur av, tí hon rakar
bara tey klóku og tey ríku”.
“Ríku?” sigur tá Andreas.
“Ja, tað kann vera, at eg eigi
nakrar milliónir fleiri enn tú,
men í klókskapi vart tú altíð
millum teir fremstu!”
Hesum
læði
Andreas
mangan
sorgblítt
at,
og
hetta støðuga skiftið millum
kensluborið
góðvarni
og
birtandi
skemtingarsemi
eyðkendi hann fram móti tí
seinasta.
Ólavur Hátún
Vinmaðurin Andreas Thomsen farin
Tað vóru eini hugstoytt boð
eg fekk frá Randi um, at pápi
hennara, Svend Thulesen,
var deyður. At hugsa sær
til, at hesin maður, sum var
ímyndin av lívi og virksemi
ikki var longur! Virgar Dals
gaard og Høgni Hoydal hava
longu havt góðar lýsingar av
Thulesen, sum hann var kall
aður millum manna. Sjálvur
skrivaði eg um hann her í
blaðnum, tá ið hann fylti
80 ár fyri tveimum árum
síðani. Hetta takkaði hann
mær eisini fyri. Tí skal hetta
bert verða eitt ískoyti til tað,
sum longu er skrivað um
Thulesen.
Vit hittust fyrstu ferð
fyri 40 árum síðani, tá ið
vit sum nýggir formenn í
fiskimannafelagnum
og
reiðarafelagnum í 1971 leiddu
samráðingarnar um nýggjan
sáttmála. Hesar samráðingar
vóru øðrvísi enn vanligt.
Tær endaði við semju uttan
at neyðugt var við semings
uppskoti, sum avgjørt ikki
var ein sjálvfylgja.
Tað vóru tá gjørdar stórar
umleggingar og broytingar
í sáttmálanum til bata fyri
fiskimenn. Men dagin eftir
var komið eftir, at í einum
veiðuhátti var gjørdur ein
roknifeilur, so manningin
misti 1% av sínum parti í
mun til tað, sum var ætlað.
Onkur annar kundi væl
hava sagt, at undirskrivað er
undirskrivað, og tit um tað.
Men soleiðis var Thulesen
ikki. Hann segði, at var
talan um ein feil skuldi
hann sjálvandi rættast. Vit
gjørdu tískil eitt ískoyti til
sáttmálan, sum fekk hetta
uppá pláss.
Hetta gav mær eina serliga
virðing fyri Thulesen sum
ein heiðursmann, og henda
virðing helt alt lívið. Sama
skoðsmál hava onnur eisini
borið honum.
Vit kom at hava nógv
saman. Kom eisini at kenna
Astu, sum var ein sera
dámlig kvinna. Hon fekk
besta ummæli av øllum, sum
kendu hana, eins og teimum,
sum arbeiddu saman við
henni. Tað var ein smeitur
fyri Thulesen, at hon skuldi
doyggja so ung, og so stutt
eftir, at tey vóru flutt niður.
Eftir at tey vóru flutt til
Danmarkar plagdi Thulesen
at koma inn á gólvið, tá ið
hann kom heim at ferðast.
Vit høvdu eisini fleiri hugna
ligar løtur saman heima
hjá honum úti á Amager.
Tá var stuttligt at tosa um
gamlar dagar, tá ið vit í felag
royndu at fáa mest møguligt
burtur úr hjá øllum pørtum.
Væl fylgdi hann eisini við
gongdini í Føroyum og hevði
eisini sínar hugsanir um
viðurskiftini.
Beint nú hevði eg ein
serligan áhuga at fáa eitt prát
við Thulesen. Ringdi hann
upp í vár og spurdi, um hann
kom til Føroya í summar. Í so
fall vildi eg fegin hitta hann
á máli.
Nei, hann visti ikki rætti
liga, men tað kundi vera.
Annars hevði eg sjálvur leita
hann upp í Danmark.
Helt meg tá merkja, at
hann ikki var so bragdligur,
sum hann annars plagdi at
vera. Hetta gjørdist okkara
seinasta samband.
Men eftir stendur minnið
um ein markantan persón,
sum var ein heiðursmaður
út í odd og egg. Betri ummæli
ber illa til at fáa.
Óli
Thulesen var ein heiðursmaður
Ein søgulig mynd frá 1969, tá ið kongshjúnini vitjaði Kósavirkið. Thulesen greiðir teimum
frá ymiskum fiskasløgum. Undir liðini á drotningini er virkisleiðarin John Høj. Aftaná fyri
hann sæst ríkisumboðsmaðurin Mogens Wahl. Uttast t.v. Sámal Petersen, løgtingsformaður