mikudagur 29. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
18
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Nógvir
grønlendingar,
sum flyta til Danmarkar,
megna ikki at fóta sær í tí
fremmanda samfelagn
um og enda í arbeiðs
loysi og rúsdrekkamis
nýtslu, og fleiri hava
ongastaðni
at
búgva
Hetta sæst týðiliga á
Koefoeds-skúlanum
í
Aalborg, sum bjóðar sær
til at hjálpa illa støddum
grønlendingum. Í 2009
komu 90 grønlendingar
á stovnin at leita sær
hjálp, í fjør vóru teir
tvær ferðir so nógvir, og
higartil í ár er talið 139.
Helle Rønn, sum er
leiðari á Kofoeds-skúla
num,
kallar
støðuna
eina sosiala vanlukku.
Hon sigur, at tað eru
sosialir trupulleikar í
Grønlandi, sum fáa fólk
at flyta til Danmarkar,
men móttøkan er ikki
altíð tann besta.
– Tíverri síggja vit,
at tey verða ofta sett
uttanfyri, tí tey eru
grønlendingar og hugsa
øðrvísi enn danir, sigur
Helle Rønn við danska
kringvarpið.
Vanliga verður hundurin
umrøddur sum okkara
besti vindur, men hann
kann eisini vera okkara
versti fíggindi. Tað hava
millum annað nógvir
sviar fingið at sanna,
tí Dagens Nyheter veit
at siga, at árini frá 2001
til 2009 vaks talið á
hundabitum meiri enn
50 prosent. Í 2001 vórðu
218
fólk
hundsbitin,
men í 2009 var talið
345.
Svensku
hunda
serfrøðingarnir siga, at
vanliga eru tað hundar
av
blandaðum
slagi,
og sum eru í skeivum
hondum, sum bíta.
Ein norskur løgreglu
maður er dømdur tvey
ára fongsul fyri at hava
misnýtt sítt arbeiði til at
misnýta gentur kynsliga
og fyri niðrandi kyns
ligan atburð ímóti børn
um. Samstundis misti
tann 44 ára gamli mað
urin arbeiðið í løgregl
uni. Maðurin hevur alla
tíðina noktað seg sekan.
Ákæruvaldið
hevði
ákært mannin fyri 20
ymisk lógarbrot, men
tann mest alvarssama
ákæran snúði seg um,
at hann hevði misbrúkt
løgreglustarvið til at
útvega
sær
kynsliga
samveru við tveimum
gentum. Rætturin gjørdi
av, at maðurin skal rinda
teimum báðum gentu
num 80.000 krónur í
endurgjaldi.
Grønlendingar
biðja um hjálp
Løgreglumaður
í fongsul
Nógv hundabit
í Svøríki
Hýrurin á samráðingarmonn
unum var góður. Menn tosaðu
um dagin sum søguligan
og lættan, men ásannaðu
samstundis, at lagið verður
ivaleyst eitt sindur øðrvísi,
tá fiskivinnumálini koma á
samráðiongarborðið.
Á tí fyrsta fundinum
hugdu partarnir at fýra av
teimum 35 kapitlunum í
samráðingarskjølunum, og
teir báðir fyrstu vórðu lagdir
til viks, tí Ísland er við í EBS
og
innara
marknaðinum.
Hinir báðir snúðu seg um
eitt nú fjølmiðlar, vísindi,
rannsóknir og mentan.
Íslendski
samráðingar
leiðarin, uttanríkisráðharrin
Össur Skarphéðinsson, segði,
at íslendingar vilja fegnir
sleppa at tosa um tey torføru
málini t.v.s. fiskivinnuna og
landbúnaðin fyrst.
– Vit eru til reiðar at fara
undir teir truplastu kapitl
arnar, og vit halda tað vera
rætt at taka teir fyrst, tí tað
er har, trupulleikarnir verða,
segði hann við tíðindafólk
aftan á tann fyrsta samráð
ingarfundin.
Stefan
Füle,
sum
er
kommiserur við ábyrgd av
samráðingum við umsøkjara
lond, viðgekk, at fiskivinnu
málini verða tey truplu í
samráðingunum við Ísland.
Eygleiðarar vísa í hesum
viðfangi á, at ósemjan um
makrelkvotuna
kann
fáa
ávirkan á samráðingarnar.
Talið á fátækum børnum í
Danmark er nógv vaksið.
Nýggj tøl vísa, at talið vaks
heili 51 prosent í árunum frá
2002 til 2009, og at í dag eru
næstan 65.000 donsk børn,
sum liva í fátækradømi. Tey,
sum hava kannað hagtølini,
siga, at ein meginorsøk til
ta skeivu gongdina er, at
nógvar almennar veitingar
eru skerdar tey seinnu árini.
Formaðurin í Børnerådet,
Lisbeth Zornig Andersen, vil
hava stjórnina at endurskoða
summar av veitingunum,
tí skerjingarnar raka ofta
børnini - ikki minst sosialt,
sigur hon.
Hagtølini vísa, at fátækra
dømið millum børn er vaksið
serliga nógv í útjaðaranum
av landinum og í teimum
stóru býunum. Ringast er á
Lollandi, har 9,4 prosent av
børnunum liva í fátækra
dømi. Næstringast er í Keyp
mannahavn.
Einki alment fátækramark
er í Danmark, og tølini
byggja tí á fátækramarkið
hjá OECD.
65.000 fátæk børn í Danmark
Tað eru munandi fleiri fátæk børn í Danmark nú enn fyri 10 árum síðani
Fiskivinnan verður
tann stóra forðingin
Mánadagin byrjaðu tær formligu samráðingarnar um íslendskan
limaskap í ES, og íslendingar hava gjørt greitt, at teir vilja
fegnir hava ferð á samráðingarnar beinanvegin
Össur Skarphéðinsson, utanríkisráðharri, János Martonyi, uttanríkisráðharri í Ungarn og Stefan Füle, kommiserur
Mynd: AP