Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mánadagin 4. juli koma 14 nýggir bussar í koyring í Tórshavnar kommunu. Buss­ arnir byrja at koyra eftir nýggju koyriætlanini, sum kem­ur í gildi sama dagin. Bussarnir eru av merkinum SOR og eru framleiddir í Kekkia við Iveco motori og teknikki. Teir hava hægstu umhvørvisgóðkenning og eru styttri enn teir verandi býbussarnir og harvið smid­ ligari til býkoyring. Talan er um rúmligar buss­ar við 60 siti- og standi­ plássum. Teir eru gjørdir so­ leiðis, at lætt er at koma inn og út, eisini við barnavogni og hjá fólki í koyristóli. Hóast bussarnir eru eitt sindur styttri enn teir núverandi, er tað eing­in trupulleiki, tí tá spíðs­belast­ ningurin er um morgunin og um eftirmiddagin, er nýggja rutan løgd soleiðis til rættis, at tá koma tveir bussar hvør eftir annan, soleiðis at um pláss ikki er í tí fyrra, er pláss í tí seinna. Nýggju bussarnir eru tekniskt framkomnir við innbygdum trygdar­skip­an­ um sum t.d. ABS bremsum við EBS-bremsuskipan við ESC-funktión. Teir hava automatisk gear, og Iveco motorarnir við 265 hk lúka strongu Euro5 krøvini til CO2-útlát Tað eru Gundurs Bussar saman við HZ-Bussum og Jón Thomasen, sum síðan 1. apríl hava rikið Bussleiðina í Tórshavnar Kommunu. Nýggir býbussar og nýggj koyriætlan royndartúrur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, Jóannes S. Jensen, leiðari á Plan- og rakstrardeildini hjá Tórshavnar kommunu, og Gundur Johanneson busseigari Mynd: Jens Kristian Vang Í sendingini verður ein av nýggju býbussunum royndarkoyrdur saman við Gunduri Johanneson, busseigara. Eisini eru samrøður um nýggju koyri­ ætlanina hjá býbussunum við Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórs­ havnar kommunu, og Jóannes S. Jensen, leiðara á Plan- og rakstrardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Jóannes S. Jensen Jákup Egholm Hansen Vinnu- & Bilradio Gundur Johanneson Leygardagin kl. 17 Sendingin verður eisini endur­ send sunnudagin kl. 15 og kl. 22