Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 22 Sosialurin Kjak Levi Mørk Valevni fyri allar Føroyar Føroyar Javnaðarflokkurin Nú hava fleiri røddir verið frammi í miðlunum seinastu tíðina, har tað er varpað ljós á, at vit hava ov høgt skatta­ trýst, og tað loysir seg ikki at arbeiða, av tí at lønar­ skatturin er alt ov høgur. Eisini verður borið fram, at tað er í dag ringt at fáa fólk at arbeiða yvirtíð. Nýggjar kanningar vísa eisini, at kvinnur velja at vera heima, orsakað av ov høgum lønarskatti. Hetta er púra burturvið, og mín vón er, at mínir góðu floksfelagar og samgongan fær rættað henda skeivleika. Men sjálvsagt, tað er jú ikki bara sum at siga tað. Vit vita jú, at hallið á fíggjarlógini er stórt, og arbeiðsloysið veksur støðugt - og ræðumyndin er vaksandi fráflyting. Um vit ikki gera okkurt við henda høga lønarskatt, so fáa vit jú uppaftur størri hall á fíggjarlógini. Vit fáa eisini minni arbeiðsmegi við neyðuga førleikanum, tí tey fara kanska av landinum til betri kor, vegna ov høgt skattatrýst. Loysnin er at lækka margin­al­skattin og gera hann meira lagaliga hjá løntakar­ um. Hetta er sjálvsagt eisini tað einasta rætta at gera. Sum nú er, hava fólk ikki meira enn 30 krónur eftir av hvørjum hundraðkrónuseðli. Fyri tær 30 krónurnar skulu tey jú eisini liva og hava til dagligt breyð og mjólk til børnini. Vit mugu verja tey, sum enn eru í Føroyum Vit mugu verja tey, sum enn búgva í Føroyum, og loysn­ in er ikki núverandi lønar­ skattur. Lønarskattuin, sum nú er, ger jú, at fólk halda seg aftur við at arbeiða, har sum arbeiði enn er. Nógv fólk eru longu flutt av landinum ella hava ætlanir um tað. Samstundis verður tosað um, at fáa fólk at flyta heim aftur! Alt gott um at fáa fólk heimaftur til móðurlandið, men vit skulu eisini hava nakað at bjóða teimum - høgur lønarskattur og núverandi skattatrýst er ikki lokkandi! Bústaðarpakkin Eitt annað, sum eg sakni í almenna politikkinum, er, at vit frá politiskari síðu fáa gjøgnumført tann skjótt 11 ára gamla bústaðarpakkan. Hesin pakkin liggur fram­ vegis í tinginum til viðgerðar. Tað fer at muna hjá okkum øllum, serliga hjá okkara fam­ ilj­um, sum vilja seta búgv. Almenni raksturin má tálmast Men vit mugu eisini almenna raksturin tey næstu árini fram og hjálpa vinnuni við at betra um karmarnar. Vit mugu styrkja familjurnar í royndunum at seta búgv og framhaldandi hjálpa okkara veiku til eitt betri lív. Men tað krevur meira virksemi og betri karmar til vinnulívið. Vinnulívið Vit mugu fáa lønarskattin niður og seta meira fer á vinnulívið, soleiðis at vit fáa ment vælferðarsamfelagið. Uttan vinnulívið er jú held­ur einki vælferðar­sam­ felag. Somuleiðis hevur vinnu­lívið brúk fyri vælferð­ ar­samfelagn­um. Tað er jú skil og vit! Eg haldi, at vit skuldu givið fleiri aliloyvi, serliga í útjað­ar­anum. Alivinnan gevur jú nógvar inntøkur inn í kommunal- og landsskatti. Eftir mínum tykki eru ov fá aliloyvi. Somuleiðis kunnu vit gera meira burðardygga íløgur innan orkuframleiðslu. Sum nú er SEV alt ov ráðandi á hesum øki. Somuleiðis skulu vit finna nýggjar leiðir, eitt nú innan KT vinnuna. Almennar íløgur Nógvar almennar íløgur eru í gongd nú, og í eru fleiri byggingar á veg. Tað vera í løtuni bygdir nógvir almennir skúlar, ellisheim o.a. og hetta er sjálvsagt at frøast um. Tí tað hjálpir uppá inntøkusíðuna hjá landinum og hjá kommununum. Harvið fær byggivinnan eisini meira arbeiði. Skeivt at skera blokkin á sinni Eg haldi, at tað var púra skeivt at skera blokkin á sinni og ikki tálmað teimum al­mennu útreiðslunum samstundis. Avleiðingarnar síggja vit eisini í dag av somu orsøk. Vit hava ov stórar útreiðslur til vælferðarsamfelagið og ov fáar inntøkur. Men tað er ikki bara tær almennu útreiðslurnar, sum eru orsøkin til okkara hall, sum er á fíggjarlógini. Vit liva við eini heimskreppu, sum ger, at bæði oljuprísir og matvørur hækka. Hetta hava vit jú ikki stóra ávirkan á. Tað skal løna seg at arbeiða - tað skapar menning Eg havi altíð hildið, at tað skal løna seg at arbeiða, av tí at vit tessvegna fáa vit ein vøkstur og menning í okkara samfelag. Eg meti eisini, at vit høvdu fingið meira burturúr, um skattatrýstið sum heild ikki var so ovurstórt høgt, sum tað er í dag. Tí bæði lág og høgu inntøkurnar eru sera hart raktar. Vit hava jú øll nógv eyka gjøld frammanundan at dragast við. M.a. SEV, olju, bensin og ikki at gloyma matvøruprísir, sum ongantíð hava verið so høgir sum nú. Alt hetta ger tað sera trupult hjá tí einstaka húsar­ haldinum at fáa alt at javn­ viga fíggjarliga. Ein inntøkur missur. Tað harmar meg, at vit hava ein stóran inntøkumiss við at “eingin politikari torir” at nema við spurningin um teir mongu føroyingar sum sigla uttanlands og gjalda ikki skatt í Føroyum. Mær vitandi tók Jóannes Eidesgaard fyrrverandi fíggjarmálaráðharri málið upp. Men hóttanir um at flyta heilar familjur fóru av landinum, leggi eftir minum tykki lok á málið. Eg sigi ikki, at teir ikki skulu forvinna sær pening uttanlands. Men við verandi skattagrundarlagi hjá okkum, sum nú halda samfelags hjólinum koyrandi, høvdu eini 5 til 10 % í skatti til Føroya land gjørt ein stóran mun og bøtt munandi um hallið á fíggjarlógini. Tíverri sigur okkara nú­ verandi skattaskipan: - “ Tað skal ikki loysa seg at arbeiða” hjá øllum lønmóttak­arum - men summi sleppa enn betri enn onnur! Hetta mugu vit rætta upp­á – annars er ikki nógv eftir! Høgan lønarskatt! Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@olivant.fo Ein stuttur gongutúrur í Gásadali. Veðrið hevur verið gott um vikuskiftið – rættuligt summar. Fólk hava verið gongu­túrar í fjøllunum, í báti, niðri á sandinum, í urta­garði­ num, og fleiri hava grill­að sær ein góðan bita. Hvar er tað vakrari enn í Føroyum ein summardag? Ongastaðni! Jørgen Frantz Jacobsen, rit­høv­undur og persónligi vin­mað­ur William Heinesens, segði tað so væl, at høvdu Føroy­ar havt veðurlagið í Nice, so hevði eingin vita um Nice. Skagen, Toppen af Dan­ mark, er víðagitið fyri vakurt sólsetur. Bæði danskarar og útlendingar í hópatali leita til strondina í Gammel Skagen fyri at uppliva sólina seta í havið. Har er ein ískiosk niðri á strondini, sum kallast Solnedgangskiosken, har tú kann keypa ísar í alskins støddum og litum; onkur enntá uppkallaður eftir sólsetrinum. Á henda hátt ber so til at njóta sólina seta í Skagen, meðan lekri ísurin eisini setur. Men okkum nýtist ikki at fara av landinum til tess at síggja hetta vakra náttúru­ fyri­brygdi. Vanligt hevur verið, nakrar fáar vikur á há­ sumri­num, at leita til Leir­vík­ ar at síggja sólina seta í havs­ brúnna, og fólk í Suður­oynni kunnu t.d. fara til Famjins. Sunnukvøldið kl. 21.00 fór undirritaði, saman við konuni, ein biltúr til Gása­ dals at síggja sólina seta í havsbrúnna. Tú skal ikki ganga langt fyri at uppliva hetta vakra náttúrufyrbrygdi, einans 5-10 minuttir at ganga. Gingu ígjøgnum bygdina, og síðani eftir traðkaðu slóðini út á eggina og eftir slóðini fram við eggini einar 75 metrar niðanfrá. Teir, sum eiga bøin, ynskja, at vitjandi nýta slóðina. Har er gott at sita meðan ein bíðar, og útsýnið er eitt fyribrygdi í sær sjálvum – har er reyðlitta havsbrúgvin, har er Mykinesfjørður, sum spælir sær við ljósglæmuni frá setandi sóluni. Bjørgini á eystursíðuni á Mykinesi, Gáshólmur, Tindhólmur, Gása­dalur og bjørgini sunn­ an­fyri Gásadalsbygd rodna meiri og meiri í sólar­roðan­ um so hvørt sólin kemur niður ímóti havsbrúnni. Eitt fyribrygdi tú kann uppliva eitt skýfrítt summ­ arkvøld í Gásadali. Men har er eingin “sol­ned­gangs­ kiosk.” Kanska onkur í Gása­dali letur dyrnar upp inn í stov­una, har borð­ reitt kundi verið við eini so einkl­ari menu sum kaffi og skuffukaku – ein “sólsetur­ scafé” í Gásadali. Tá Sólin setur í havið