mikudagur 29. juni 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
Sosialurin
Markvirðir – tá skal ein halda
tunguna mitt í munninum
Maria Dam
Nú markvirðir tykist vera
í miðdepli í lesarabrævi
um kosttilmæli, kann eg
ikki lata vera við at blanda
meg. Ikki tí, eg rokni við, at
Heilsufrøðiliga starvsstovan
(HS) sjálv dugir at greiða frá
hvussu markvirðini, sum
eru galdandi fyri matvørur
í Føroyum skulu nýtast. Men
eg rokni við, at HS í fyrstu
syftu tekur støði í hvørt
markvirðini eru galdandi
ella ikki, og síðan virkar í
samsvari við galdandi reglur.
Í mínum arbeiði fáist eg
ofta við metingar av støðini
viðvíkjandi dálkandi evnum
í umhvørvinum har eingi
føroysk markvirðir eru, og
eg havi enntá arbeitt við at
gera uppskot til markvirðir
í ávísum førum. Mín greiða
niðurstøða er, at tá ið tað
snýr seg um markvirðir,
er sera neyðugt at halda
tunguna mitt í munninum,
tí markvirðir eru so mangt,
og ofta eru markvirðini ikki
tey somu í ymiskum londum,
millum annað tí so nógv
ymisk atlit verða tikin, tá ið
markvirðini verða ásett.
Men eru tað ikki einans
atlit til heilsuna hjá fólki ella
djórum, sum skulu takast, tá
markvirðir skulu ásetast?
Well, so nemt er tað ein
ans tá talan er um sonevnd
daily/weekly ella monthly
intake virðir hjá fólki, eisini
nevnd TWI, sum stytting fyri
tolerable weekly intake. TWI
sigur hvat ovasta markið eig
ur at vera, tá ið tað snýr seg
um hvussu nógv av einum
ávísum evni, ein kann fáa í
seg tengd at millum annað
hvat tú vigar. TWI er sett
við tí eina fyri eygað at verja
fólkaheilsu, og tá skuldið
ikki vera so nógv at rafla
um, ella hvussu? Men jú, tað
er tað allíkavæl, tí greitt er,
at útgangsstøðið tú brúkar
ávirkar úrslitið. Og sjálvt, tá ið
útgangsstøðini eru tey somu,
er gjørligt at koma til ymisk
úrlit. Til dømis tá tað snýr
seg um TWI, sum er ásett fyri
kyksilvur fyri fólk ávíkavist
av serfrøðingabólkum í al
tjóða matvøru- og heilsu
stovnum FAO/WHO (JECFA)
og av amerikanska umhvørv
isstovninum EPA, so eru bæði
grundað á kanningar, sum
eru gjørdar av føroyskum
børnum. Hetta kann ein
skjótt kunna seg um við
at lesa tilfar á alnótini, um
hvussu tey eru komin fram
til sínar tilráðingar um TWI.
Og allíkavæl eru tey ikki
eins, hvussu ber tað til? Jú,
FAO/WHO hevur umframt
kanningina
av
føroysku
børnunum eisini hugt eftir
kanningum av børnum á
Seychellunum. Tí er støðið
hjá FAO/WHO miðal millum
føroysku
kanningina
og
Seychell kanningina. Har
afturat
hevur
FAO/WHO
mett tað verða nøktandi við
einum trygdarfaktori uppá
6,4, meðan EPA brúkar ein
faktorur uppá 10. Bæði TWI-
ini eru gjørd av serfrøðingum,
ið taka atlit til fólkaheilsu,
og bæði TWI-ini mugu vit
rokna, eru gjørd eftir bestu
sannføring hjá teimum, ið
hevur gjørt roknistykkini.
Allíkavæl kemst ikki undan,
at tað eina markvirði, er
galdandi fyri øll ES- lond
(sum er grundað á TWI,
sum er ásett av FAO/WHO),
meðan hitt er eitt markvirði
gjørd av einum stovni í USA,
og so er tað ikki so løgi, at
HS velur tað sum er støðið í
ES, og sum er gjørt av einum
alltjóða stovni.
Men so var tað hitt mark
virðið sum sipað verður til,
tá ið tað verður sagt, at mest
loyvda innihaldið av kyk
silvuri í nøkrum vørum ikki
má fara uppum 1 mg/kg.
Nú fara vit inn á tað fløkta
økið. Tí, nú snýr ásetingin
av markvirðir seg ikki um
hvussu nógv tú kanst eta
ella drekka ella anda niður í
teg, men nú snýr tað seg um
hvussu nógv tað kann vera
í eini vøru, sum skal seljast!
Og í okkara føri enntá í
vøru, sum skal seljast á ES-
marknaðin, tí, snøgt sagt
so eru hesi markvirðini ikki
galdandi í Føroyum óansæð
um vøran skal seljast yvir
disk, frá hjalli ella bara etast,
so eru markvirðini ikki gald
andi hjá okkum uttan bert
fyri vørur, sum skulu út
flytast til ES (Kunngerð nr.
147 frá 01.12.2009). So kann
juristurin steðga lesnaðin
her, tí málið er liðugt frá
einum løgfrøðiligum vinkli.
Men tað er tað so kanska
ikki kortini, tí juristurin
hevur eisini umsorgan fyri
børnum sínum og fyri sínu
egnu heilsu. So um so er, at
markvirðið er ásett við støði
í tí sum er vandamikið, so er
juristurin møguliga sinnaður
til - fyri privat endamál - at
síggja eitt sindur stórt uppá,
hvørt markvirðið er galdandi
við lóg ella ikki. Men tað
kann eg so sissa tykkum við,
at tað eru tey stórt sæð ikki.
Sjálvandi verður yvirskipað
hugsað um heilsuna, tí ann
ars var einki markvirði sett,
og markvirði eru oftani
sett fyri vørur, sum ein frá
fyrr av veit eru týðandi
fyri, hvussu nógv eiturevni
ein fær í seg við kostinum.
Men tá ið markvirðir so
skulu ásetast, so hyggur
ein eftir, hvat tað “vanliga”
innihaldið av dálkingarevni
er í vøruni, og hetta verður
so onkursvegna brúkt sum
støði. Hví skuldið tað annars
vera tvey markvirði fyri
kyksilvur í fiski, ið bæði eru
galdandi í ES? Og hví skuldi
tað annars - sama kunngerð,
sum víst á omanfyri - verið
seks ymisk markvirði fyri
kadmium í mati, og 11 ymisk
markvirði fyri dioksin og
dioksinlíknandi
PCB,
ið
verða brúkt alt eftir hvat
fyri vøra talan er um? Nei,
markvirði verður ásett við
støði í hvat sum er vanligt í
vøruni vit hava við at gera,
og tí er tað ikki rætt at
taka eitt markvirði, sum er
galdandi fyri fisk og brúka
tað uppá aðrar vørur, eitt
nú grindatvøst. Ikki desto
minni kemur tað fyri, at vit
gera tað, men so verður tað
gjørt fyri at lýsa innihaldið
av dálkingarevni við einum
mátistokki sum er viður
kendur. Men onkuntíð mugu
vit eisini lata markvirði vera
markvirði, tí hvussu skulu
vit annars fyrihalda okkum,
ta íð vit mugu staðfesta at
náttúrliga støðið í føroyskari
mold er ájavnt við svensku
markvirðini fyri metallini
kobalt, kopar og vanadium;
skulu vit hegna Føroyar
inni og siga at her má eing
in vera??? Nei, sjálvandi gera
vit ikki tað, tí vit staðfesta
kaldliga; soleiðis er jarð
frøðin í Føroyum, og svensku
markvirðini eru ikki gald
andi hjá okkum og kunnu ei
heldur brúkast fyri føroyska
mold.
Sjálvandi merkir hetta
ikki, at myndugleikar yvir
høvur skulu venda tað blinda
eygað til sjálvt um okkurt
er náttúrligt, sum til dømis
hetta við metallir í mold,
hetta má myndugleikin vissa
seg um áðrenn støðutakan.
ES:
Eitt afturat, av teimum 1172
grindahvalunum, sum eru
kannaðir fyri kyksilvur í
tíðarskeiðnum 1977 til 2010,
er ein hvalur funnin at hava
kyksilvur uppá 8 mg/kg ella
meira. Hinvegin er fimtihvør
hvalur, tvs. 20 %, funnir
at hava kyksilvurinnihald
uppá 1.0 mg/kg ella minni,
meðan 67 % ella 780 hvalir
hava 2 mg/kg ella minni. Tá
er hetta tikið sum stikk-sýnir
av í alt 35 grindadrápum.
Hvussu nógvir hvalir hetta
umboðar, havi eg ikki tøl
fyri uppá standandi fót,
men tað ber til at finna út
av. Fyri tey, sum hava skil
fyri tess, kann eg líka leggja
afturat, at vit hava yvirvekt
av vaksnum honhvalum í
tilfarinum, tí vit hava mett
hesir sum umráðandi í mun
til tvøst sum mannaføði. Til
samans eru 44% av kannaðu
hvalunum vaksnar honir,
meðan í einum standard
grindahvalabólki vóru hesi
40% í tí stóru grindahvala
kanningini í 1986-88.
Í fleiri ár hevur ósemja
verið
millum
Tórs
havnar Kommunu og
Landsverk um nýggja
landsvegin oman fyri
Havnina; nevndur inn
komuvegurin. Orsøkin
er talið av íbindingum
til kommunalar vegir.
Kommunan
hevur
ynskt fleiri íbindingar,
enn Landsverk ferðslu
trygdarliga
heldur
vera ráðiligt á einum
landsvegi
við
eini
hámarksferð upp á 80
km/t. Hetta málið hildu
vit vera loyst á einum
fundi fríggjadagin 17.
juni millum Tórshavnar
Kommunu, Landsverk
og Innlendismálaráðið.
Somu fatan hevur inn
lendismálaráðið.
Á
Landsverki
eru
vit tí sera bilsin yvir, at
kommunan í fjølmiðl
unum nú avsannar, at
partarnir funnu fram til
eina semju á fundinum.
Ein semja, sum ber í
sær, at kommunan fær
eina íbinding afturat
teimum
upprunaliga
ætlaðu. Hetta verður ein
íbinding í Flatarvegin.
Hinvegin góðtók komm
unan á fundinum, at
ongin íbinding verður í
Sundsvegin og Villing
ardalsvegin. Tað er tí
óskiljandi,
at
komm
unan
tekur
frástøðu
frá eini loysn, sum hon
sjálv var við til at gera
á
áðurnevnda
fundi.
Hendan semjan tekur
støði í trimum íbind
ingum. Eina til Stóru
tjørn, eina í Flatarvegin
og ta seinastu undir
Krákugjógv.
Á
fundinum
vísti
Landsverk sum lands
vegamyndugleiki á, at
loyvi ikki kann gevast til
íbindingar í Villingadals
vegin og Sundsvegin.
Bæði
út
frá
einum
ferðslutrygdarligum og
vegatekniskum sjónar
horni, er talan um eina
vánaliga loysn. Orsøkin
er, at íbindingarnar verða
ov tættar og ov ótryggar.
Talan er um ein landsveg
við hægri hámarksferð,
enn fyri vegir í bygd
um øki. Hesum segði
kommunan seg kunna
taka undir við. Partarnir
avtalaðu á fundinum, at
arbeiðast skal víðari fram
til eina formliga avtalu
millum Landsverk og
Tórshavnar Kommunu,
sum neyvari lýsir, hvussu
hesar íbindingar skulu
gerast og undir hvørjum
treytum.
Landsverk
er
av
teirri áskoðan, at hetta
átroðkandi málið átti at
verið loyst fyri langari
tíð síðani, og tí fegnaðust
vit um semjuna við
kommununa. Tað harm
ar
okkum
haraftur
ímóti, at kommunan
nú tekur frástøðu frá
semjuni,
sum
hon
sjálv var við til at gera.
Landsverk hevur sýnt
Tórshavnar Kommunu
stóra vælvild við at
ganga áhugamálunum
hjá kommununi á møti
í tann mun, hetta ikki
gongur út yvir ferðslu
trygd og onnur atlit í
sambandi við nýggja
vegateinin. Tí bjóðaði
Landsverk kommununi
íbinding í ein komm
unalan
veg
afturat.
Sostatt fær kommunan
tríggjar
ístaðin
fyri
tvær íbindingar, sum var
upprunaliga ætlanin.
Landsverk
vónar
framvegis, at kommunan
fer at stuðla undir at fáa
vegin lidnan. Nær hetta
arbeiðið kann takast
uppaftur, er sjálvandi
tengt at, nær møgulig
meirjáttan
kemur
á
fíggjarlógina.
Viðmerkingar
til málið um
innkomuvegin
Ewald Kjølbro
stjóri á Landsverki