mikudagur 29. juni 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74
24
Sosialurin
Veruleiki og spuni
í Gundadali
Jógvan Arge
formaður í mentamálanevndini í Havn
Tað er gott, at nakað nú
hendir við Tórsvølli. Tað er
eisini gott, at Fótbóltssam
band Føroya og Tórshavnar
býráð hava funnið eitt stev
í málinum. Samstundis má
tó ansast eftir ikki at fara
heilt upp frá við alskyns
fyrigyklan um aðrar ætlanir
í Gundadali. Havi tí hug at
greiða eitt sindur frá.
Lagdur er fram ein so
nevndur masterplanur ella
heildarætlan.
Meiningin
við honum er at kunna
síggja og meta um Tórsvøll
og
grannalag
í
einum
hugsaðum framtíðarhøpi.
Masterplanurin sjálvur
er ein neyðug skitsa, sum
arbeiðast kann út frá, tá tey
ymsu tøkini skula takast í
royndunum at dagføra og
nýtíðargera Gundadal.
Men aftan fyri master
planin liggur fyrst og fremst
ynskið hjá fótbóltsmyndug
leikum
og
býarmyndug
leikum at fáa gjørt sjálvan
Tórsvøll til eitt virðiligt
tjóðarstadion. Tórsvøllur er,
sum er, ikki nóg framkomin
til altjóða nýtslu.
Hann hevur ikki tað at
bjóða, sum í dag er minsta
mát fyri eitt stadion, ið
hýsir altjóða fótbólti. Har
eru ikki ljós, har eru ikki
nóg borðbarar umstøður
til áskoðarar og pressu, og
sjálvur grasvøllurin er ein
meira at kalla deyð íløga,tí
hann
tolir
ikki
nógva
nýtslu.
Fyrstu ætlanirnar
Hesi trý viðurskiftini eru
tey, sum í hesum umfari
num verða drigin úr master
planinum til fremjingar.
Tórshavnar býráð og FSF
hava longu avrátt at seta
ljósini upp. Kostnaðurin er
mettur til 16,5 mió kr. FSF
fíggjar 12 mió og TK 4,5 mió
kr. Arbeiðið ætlast at verða
liðugt í september.
Stungið er út í kortið,
at sjálvur vøllurin verður
lagaður til umhvørvið, og
graslíki verður lagt á hann,
so ikki minst havnarfeløgini,
men eisini landsliðini fáa
meiri nyttu av vøllinum.
Hetta
skal
fremjast
í
næstum.
Sum triði liður í hesum
fyrsta
umfarinum
skal
vestursíðan nýtíðargerast.
Áskoðaraplássini verða dag
førd, tey verða takt, og undir
tekjuni skal útbúnaðurin
gerast, so hann lýkur krøvini
til eitt altjóða fótbóltsum
hvørvi. Fíggarligu avgerðir
nar um hendan partin eru
mær kunnugt ikki avgreidd
ar, og her steðga annars tær
ætlanir, sum eru konkretar
í løtuni.
Eystur- og
suðursíðan
Í einum seinni umfari er lagt
upp til at taka áskoðara
plássini
á
eystursíðuni
fyri. Hugsað verður um at
dagføra tey og tekja tey.
Hinvegin er ikki ætlanin
at hava áskoðarapláss við
endarnar. Masterplanurin
sær fyri sær, at tann stóra
tribunan suður eftir verður
tikin niður, og bygningur
reistur har a la bygningin
við norðurendan.
Hvussu
hetta
verður
gjørt er ikki avrátt, men
hugsandi er, at annar áhug
aður fær í boði at reisa og
reka
hendan
bygningin.
Tað kann vera partvíst
hotell, matstova og ymiskt
annað, eisini møguleikar
fyri
innandura
frítíðar
virksemi.
Næsta grannalagið
Fara vit so út um sjálvan
Tórsvøll, eru næstu grann
arnir HB og B36 húsini,
Svimjihøllin og Gundadals
høllin. Heilt nattúrligt er, at
masterplanurin eisini metir
leysliga um hesar grannar.
Men lat tað vera sagt, at
broytingar í hesum bygn
ingum og møguligar ný
byggingar eru ikki partur av
teimum avgerðum, sum eru
tiknar. Hetta eru hugskot,
sum sponsku arkitektar
nir hava lagt fram í sínum
masterplani, sum FSF og
býráðið hava biðið teir
gjørt,
men
Tórshavnar
býráð hevur ikki gjørt av,
um nakað av hesum skal
gerast á tann hátt, sum teir
skjóta upp.
Kommunan eigur ikki
Gundadalshøllina, so ein út
bygging av henni er fyrst og
fremst avgerðin hjá eigar
unum, ið eru Kyndil, Neistin
og Fleyr. Hinvegin eigur
kommunan stykkið millum
B36 húsið og HB-húsið. Tað
stendur sum eitt op millum
tvey stásilig ítróttahús. Har
skal eina ferð gerast okkurt.
Men hvat tað verður, er
ongin ætlan um enn. Heldur
ikki hvør, ið fremja hana
skal.
Svimjihøll og/
ella baðiland
So er tað tann besta svimji
høllin
í
Norðurhøvum.
Spaniólarnir skjóta upp at
byggja hana út, so størri
hylur kann fáast til vega har.
Lítil ivi um, at vit hava tørv
á einum baðilandi og annars
eini svimjihøll aftrat, skula
vit upp á 50 metrar.
Men tað er ein stórur
spurningur, um tað er skila
gott at pilka við ta núver
andi høllina. Tí eru fleiri
røddir ímóti. Loyvi mær at
halda, at spanska ríslið um
at skoyta upp í núverandi
svimjihyl mest av øllum
er eitt kosmetiskt íkast til
Gundadal sum heild.
Málið um nýggja svimji
høll og/ella baðiland eigur
at verða tikið upp í sínari
heild, so vit fáa ta bestu
framtíðarloysnina – uttan
at skula stongja núverandi
svimjihylin í langa tíð.
Nú hoyrdi eg Dag og Viku
hendan dagin tengja eitt
hugskot um súkklustudning
til havnarfólk saman við
ætlaðu
ítróttabyggingun
um. Lat meg siga, sum er,
at tað hugskotið fyrst og
fremst prógvar, at Jacob
Haugaard hevur ikki livað
til fánýtis.
Kann vælferð fara í fisk?
TÍÐINDASKRIV frá
Norðuratlantsbólkinum
Fiskur og fiskiskapur er
grundarsteinurin undir væl
ferðini í Norðuratlantshavi.
Høgni
Hoydal,
formaður
Tjóðveldis,
mælir
til,
at
londini í Norðuratlantshavi
standa saman um rættin
til og burðardygga nýtslu
av okkara náttúrutilfeingi.
Hann er í løtuni í Grønlandi,
har hann í dag hevur hildið
røðu á landsfundinum hjá
grønlendska
systurflokk
inum, Inuit Ataqatigiit (IA).
Grønland,
Ísland,
Før-
oyar og í stóran mun eisini
Noreg eru dømi um, at tað
ber til, heilt ella lutvíst, at
byggja eitt nútíðar væl
ferðarsamfelag
upp
við
støði í fiskivinnuni, meðan
fiskur og fiskivinna hava
havt nógv minni týdning
fyri vælferðarsamfeløgini í
hinum norðurlondunum og
restini av Evropa.
“Londini í Norðuratlants
havi hava prógvað og eru
livandi dømi um, at fiskur
kann fara í vælferð. Men enn
eru avbjóðingar og vandi fyri,
at vælferðin eisini kann fara
í fisk”, sigur Høgni Hoydal í
røðu síni í dag.
Londini
í
Norðurat
lantshavi eru einastu lond í
heiminum, har búskapurin í
so stóran mun er tengdur at
veiðu av livandi tilfeingi, og
har londini samstundis hava
nútíðar fólkaræði og búskapir
til at umsita, hava eftirlit við
og til at góðska tilfeingið.
Londini hava megnað –
hóast søgulig mistøk og
stríð um umsiting og eftirlit
– at hava eina rímiliga burð
ardygga umsiting av eg
num
fiskastovnum.
Har
tað søguliga er farið av kós,
er í umsitingini av felags
fiskastovnum
í
Norður
atlantshavi, har tjóðskapar
lig seráhugamál og valdið hjá
stórkapitalinum hava ført til
niðurpíning av stovnunum.
Londini, sum øll byggja
sína vælferð á fisk og fiski
vinnu, eiga at hava felags
áhuga
fyri,
at
Norður
atlantshavið
kann
vera
undangonguøki innan burð
ardyggari nýtslu av náttúru
tilfeingi.
“Bæði í Íslandi, Grønlandi
og Føroyum sita okkara
flokkar og viðgera uppskot
til broytingar í fiskivinnu
umsitingini, ognarrættinum
og nýtslurættinum. Uppskot
ini eru ymisk í teimum
trimum londunum. Men vit
eiga eftir mínum tykki at
vera samd um at tryggja í
okkara grundlógum – okkara
stýrisskipanum og stjórn
arskipanum – at náttúrutil
feingið ikki kann einskiljast
og gerast lutur í spekulasjón,
men er fólksins ogn. Tað er
skrivað inn í uppskotið til
føroyska
stjórnarskipan.
Eisini í Íslandi er ein grund
lógarbroyting í gerð, har
spurningurin
verður
við
gjørdur. Somuleiðis hevur
Vinstra-grøni
flokkurin
í
Norðurlandaráðnum,
VSG,
lagt uppskot fram um tað
sama í Norðurlandaráðnum.
Komandi árini verða stórar og
prinsipiellar avgerðir tiknar
um framtíðina og týdningin
av fiskivinnuni í Norður
atlantshavi. Okkara flokkar
hava allir eina lyklastøðu í
hesi gongdini. Lat okkum
samstarva nógv meira um
felags áhugamál og royndir”,
mælir Høgni Hoydal til í røðu
síni á landsfundinum hjá IA í
Nuuk í dag.
Kjak
Heilsu
sendingin
fimleikur, Samrøður
og góð koStráð
Sosialurin 341800
rás2 hvønn dag
Kl. 07.10 Kl. 09.45 Kl. 20.45
Lesið
-so eru tit við!