fríggjadagur 1. juli 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Teir eru frá pensjónsaldri og
upp til 86 ár. Og teir hittast
tvær ferðir um vikuna gjøgn
um veturin til fimleik og
hugnaliga samveru.
Tað er Dánjal Húsgarð,
sum hevur tikið stig fim
leikin. Og hann er ikki nakar
ársungi innan fimleikin.
– Eg havi íðkað fimleik
síðani eg var 10 ára gamal,
og tað hevur hingið við líka
síðani. Hugskotið at gera
fimleik við teimum eldru
kom í 1979, tá eg kom heim til
Føroya aftur. Tá yvirtók eg
eitt old-boys lið hjá Havnar
Fimleikafelag, sigur Dánjal
Húsgarð.
Og undirtøkan gjørdist
góð beinanvegin.
– Eg vandi teir fram móti
einari fimleikaframsýning, og
undirtøkan var sera góð. Vit
vóru heili 72 mans á liðnum,
og til framsýningina vóru 56
mans, sigur Dánjal Húsgarð.
Hetta helt fram tey næstu
umleið 15 árini, har hann
vandi old-boys lið og ofta
bygdi tey upp frá grundini.
– So fór eg at sigla við
Strandferðsluni við Ternuni
inn á Skálafjørðin, og tá lógu
vit á Strondum um náttina.
Tá fekk eg ein annan at taka
yvir í Havn, men tá byrjaði
eg at skipa fyri fimleiki inni
á Strondum, sigur Dánjal
Húsgarð.
Eisini har var stórur áhugi
fyri fimleiki millum teir
eldru.
– Teir komu hinumegin
fjørðin frá, og líka úr Fugla
firði at gera fimleik á Strond
um, sigu Dánjal Húsgarð.
Byrjaði í Tilhaldinum
Men so varð Skálafjarðar
siglingin niðurløgd.
– Eg havi hús í Hvalvík, og
so var tað upplagt at byrja á
Oyrarbakka. Har er fimleika
høll og svimjihylur eisini.
Har komu menn heilt úr Vík
til Kollafjarðar, og har bygdi
eg so upp eitt stórt lið eisini,
sigur Dánjal Húsgarð.
Hetta liðið hevði hann
heilt fram til hann misti
koyrikortið.
Men tað var altso av tí, at
eg koyrdi ov skjótt, skundar
Dánjal Húsgarð sær at siga.
Tað var so ein annar, sum
tók yvir liðið á Oyrarbakka.
– So var tað jú tað, at konu
fólk høvdu fimleik í Tilhaldi
num, og tað førdi til, at menn
inir gjørdust øvundsjúkir. Tá
ringdi ein til mín og spurdi
meg, um eg ikki kundi taka
eitt lið av monnum, men eg
arbeiddi tá, so tað gjørdist til
aðru hvørja viku, sigur Dánjal
Húsgarð.
Hetta var seinnapartar
klokkan 15, og tað vísti seg
ikki at vera besta tíðin, og
undirtøkan var ikki nakað
serligt.
– Men nú eri eg pensjón
eraður, og nú gera vit fim
leik fyrrapartar, og nú er
undirtøkan ein heilt onnur,
sigur Dánjal Húsgarð.
Liðið, sum hevur gingið til
fimleik í Tilhaldinum í vetur,
telur 23 mans, og teir eru frá
pensjónsaldri og upp til 86 ár.
Byrja aftur í september
Men Dánjal Húsgarð hevur
ikki avmarkað seg til bert at
gera fimleik fyri monnunum,
sum ganga í Tilhaldið.
– Eg havi eisini fimleik fyri
teimum eldru í Nólsoy, og har
var tann elsti 99 ár. Hann er
tíverri farin nú, sigur Dánjal
Húsgarð.
Aldurin ger sjálvandi, at
venjingarnar verða lagdar
við tí í huga.
– Talan er sjálvandi ikki
um lop, men eg havi lagt
venjingarnar soleiðis til rætt
is, at allir teir musklar, sum
vanliga ikki verða brúktir,
fáa venjing, sigur Dánjal
Húsgarð.
Honum dámar ógvuliga
væl at hava teir eldru til fim
leik, og hann heldur, at hetta
eru stuttligastu liðini at
venja, sum hann nakrantíð
hevur havt.
Og hann ætlar sær ikki at
gevast á hondum.
– Eg ætli mær at byrja
aftur í september mánað, tá
hoygging og tílíkt er liðugt,
sigur Dánjal Húsgarð.
Higartil hevur hann havt
fimleik við teimum eldru
tvær ferðir um vikuna í
Tilhaldinum, og einaferð í
Nólsoy, men tá byrjað verður
aftur í september, ætlar hann
at venja tríggjar ferðir um
vikuna í Tilhaldinum.
– Eg havi havt fimleik tveir
morgnar um vikuna, men eg
taki tríggjar, tá vit byrja aftur,
sigur Dánjal Húsgarð.
Tilhaldið í summarfrí
Hann heldur, at fyri at fáa
sum mest burtur úr, skulu
teir eldru gera fimleik tvær
ferðir um vikuna, men tað er
ikki altíð, at tað liggur fyri at
møta, so við at venja tríggjar
ferðir um vikuna átti at borið
til hjá teimum flestu at møtt
tvær ferðir í minsta lagi.
– Og so ætli eg mær at
fara til Nólsoyar tvær ferðir
um vikuna at gera fimleik við
teimum har úti, sigur Dánjal
Húsgarð.
Talið á teimum, sum gera
nýtslu av tilboðnum um fim
leik í Tilhaldinum er vaksið
støðugt, og Dánjal Húsgarð
roknar við, at tað fer at vaksa
enn meir, tá byrjað verður
aftur eftir summarsteðgin
við trimum venjingum um
vikuna.
– Eg plagi altíð at gevast,
tá Stillavikan byrjar. Tað
gjørdi eg í Nólsoy, og tað
havi eg eisini gjørt við øll
hini liðini, sum eg havi havt,
men hesir vildu ikki gevast,
og liðið bara vaks, so vit
hava hildið fram heilt til nú
Tilhaldið fer í summarfrí,
sigur Dánjal Húsgarð.
Teir styrkja
likam og sál
Gjøgnum veturin hava upp í 23 eldri menn hitst í Tilhaldinum í Havn til fimleik. Hetta er gott
fyri bæði likam og sál, eru teir samdir um, og ikki minst hevur tað sosiala nógv at siga
Dánjal Húsgarð klárar ikki at halda seg burtur frá fimleikinum. Nú hevur hann fimleik
við teimum eldru bæði í Tilhaldinum í Havn og í dagtilhaldinum í Nólsoy
Mynd: Jens Kristian Vang