fríggjadagur 1. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
10
Sosialurin
Ítróttur
FIFA-listin Fótbóltssambandið hev
ur kravt FIFA eftir eini frágreiðing,
har tey fáa útrokningarnar fyri
stigini hjá bæði Wales og Føroyum
útgreinaðar. – Vit hava eisini roknað
upp á úrslitini og koma fram til, at
Føroyar eru frammanfyri Wales,
sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.
Virgar Hvidbro er aðalskrivari í
Fótbóltssambandið Føroya. Hann
hevur bíðað við spenningi eftir at
FIFA kunngjørdi styrkislistan –
ikki minst tí, at listin hjá football-
ranking.info setti Føroyar omanfyri
Wales, tí Føroyar hava vunnið sær
0,0691559 stig fleiri eftir teirra út
rokningum.
– Vit hava eisini roknað upp á
tað sjálvi. Vit koma ikki heilt sama
úrslit, men okkara útrokningar seta
eisini Føroyar omanfyri Wales, for
telur aðalskrivarin.
FIFA kunngjørdi sín styrkislista
mikudagin. Har vóru bæði Wales og
Føroyar nummar 114, men Wales var
sett omanfyri. Á sama lista, men har
bara verður hugt eftir evropeisku
londunum, stendur Wales at vera
nummar 45 og Føroyar 46.
Tá Virgar Hvidbro sá hetta setti
hann seg beinavegin í samband
við FIFA, sum kravdi at fáa fyri
spurningin skrivliga. Hetta hava
tey fingið, og nú verður bíðað eftir
boðum frá høvuðssætinum í Zurich
í Sveits.
– Tey brúka altíð nakað av tíð at
viðgera slík mál, men vit kunnu ikki
bíða ov leingi, ger Virgar Hvidbro
greitt. Hann staðfestir eisini, at tey
ynskja at fáa allar útrokningar klár
lagtar, soleiðis at einki ivamál er.
Tískil hevur Fótbóltssambandið
eisini sett seg í samband við fólkini
handan football-ranking.info, fyri
at fáa útgreinað, hvussu tey koma
fram til síni úrslit, sum seta Føroyar
omanfyri Wales.
Ákæra ikki FIFA
Fleiri atfinningarsamar røddir hava
ført fram, at nýggi listin er enn ein
staðfesting av, hvussu kurrupt al
tjóða fótbóltssambandið er. Hetta
siga fólk, sum Miðlahúsið hevur
tosað við og somu boð hava tey
fingið í Fótbóltssambandinum.
Ákærurnar siga millum annað,
at í kjalarvørrinum av øllum gøl
unum,
sum
BBC-journalisturin
Andrew Jennings hevur avdúkað,
so hevur tað lítið upp á seg hjá FIFA
at flyta Føroyar eitt pláss niður á
listanum.
– Vit ynskja at fáa alt klárlagt
í hesum málinum. Men vit fara
ikki at ákæra nakran fyri nakað
sum helst, áðrenn vit hava fingið
útgreiningarnar frá FIFA og hava
tikið støðu til tað, sigur Virgar
Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbólts
sambandinum.
rolant@sosialurin.fo
fifa-listin
Rólant Waag Dam
Vit fluttu 22 pláss upp. Vit struku
framvið londum sum Luksemburg,
Liktinstein og Ísland og upp undir
liðina á Wales.
Føroyar og Wales býta sama
sess, nummar 114, á styrkislistanum,
hvørs almenna navn er FIFA/Coca-
Cola World Ranking. Bæði við 273
stigum. FIFA hevur tó valt at seta
Wales omanfyri Føroyar. Hyggja
vit eftir sama lista, men bara fyri
evropeisku londini, hevur FIFA sett
Wales sum nummar 45 og Føroyar
nummar 46, hóast stigatali er tað
sama. Hetta er at undrast yvir!
Spurningurin er tí, hvussu tað
ber til, at FIFA hevur sett Wales
omanfyri Føroyar á hesum lista?
Bókstavaraðið er í øllum førum ikki
brúkt, tí F kemur flestum kunnugt
áðrenn W.
Ein frágreiðing kundi verið, at
av tí, at Wales lá omanfyri, tá FIFA
gjørdi styrkislistan fyri mai og tískil
liggur omanfyri, nú liðini liggja
ájøvn í stigum. Hetta er tó ikki ein
regla, sum er galdandi, og í februar
finna vit dømi um hetta.
Tá vóru Costa Rica og Tunis
ájøvn í stigum og lógu nummar
48, men Costa Rica var fyrrnevnda
liðið. Hyggja vit so at listanum
fyri januar, so var Tunis nummar
44 og Costa Rica nummar 69. So
statt ber tað til hjá einum landi at
enda frammanfyri annað land á
listanum, tá stigatalið er tað sama,
hóast landið var aftanfyri á sein
asta styrkislistanum.
Tað kann illa merkja annað, at
FIFA brúkar desimalar eins og í
vanligari rokning og tað ger støð
una hjá føroyska landsliðnum upp
aftur meiri áhugaverda.
Plaga at raka rætt
Heimasíðan football-rankings.info
ger eins og FIFA ein styrkislista.
Tey brúka sama leist sum FIFA ger,
men síggja ein heiður í at kunngera
úrslitini nakrar dagar áðrenn FIFA
kunnger almenna styrkislistan.
Talan er um ein óalmennan lista,
sum kortini verður nógv brúktur av
altjóða fjølmiðlum. Í Miðlahúsinum
vita vit ikki um, at útrokningarnar
hjá football-rankings.info ikki hava
rakt blett, og tað er eisini ein av
orsøkunum til, at viðurkendir miðl
ar eisini brúka listan.
Hesaferð
hevur
football-
rankings.info tó gjørt eitt øðrvísi
enn FIFA hevur. Føroyar liggja
nevniliga omanfyri Wales á list
anum, og tað grunda tey á desi
malar. Teirra útrokningar vilja vera
við, at Føroyar hava 273,4821429 stig
meðan Wales hevur 273,412987. Tað
vil siga, at Føroyar eru 0,0691559
stig betri enn Wales.
Siga útrokningarnar hjá FIFA tað
sama, so verða tað altso 0,0691559
stig, sum seta Føroyar omanfyri
Wales og harvið eisini í hægri
styrkisbólk. Siga útrokningarnar
hjá FIFA nakað annað, sum okkurt
bendir á, síðani Wales liggur oman
fyri Føroyar á FIFA/Coca-Cola
World Ranking, so verða vit verð
andi í veikasta styrkisbólkinum
hjá FIFA.
rolant@sosialurin.fo
Millimetrar frá
hægri styrkisbólki
FIFA-listin Føroyska fótbóltslandsliðið er millimetrar frá
dreyminum, um at koma úr veikasta styrkisbólkinum hjá FIFA.
Spurningurin er nú, um dreymurin brestir á hesum sinni
Almenni styrkislistin hjá FIFA (niðanfyri) og óalmenni styrkislistin
hjá football-rankings.info seta Wales og Føroyar á hvør sítt pláss. Tað
hevur fingið Fótbóltssambandið at krevja eina frágreiðing frá FIFA,
tí munurin merkir, at Føroyar, sambært FIFA, ikki flyta styrkisbólk
Krevja frágreiðing frá FIFA
desimalar fr