Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 Sosialurin Ítróttur Munurin á nummar 113 og 114 er risa stórur. Ítróttarliga og ikki minst fíggjarliga kann tað fáa ovur­honds stóran týdning. Tá FIFA fer at gera av, hvussu lið­ ini í komandi HM-undankapping skulu spæla, verður styrkislistin fyri juli­mánað brúktur sum út­gangs­ støði. Hvørki Føroyar ella Wales spæla í juli, Liktinstein, sum ikki er langt aftanfyri okkum, spælir ikki fyrr enn í august og hini evropeisku liðini aftanfyri Føroyar og Wales, hava ikki møguleika at vinna seg upp um okkum, hóast tey avtala ein venjingardyst í juli. Tí verður lítil og eingin broyting á listanum fyri juli, sum so aftur hevur við sær, at vit longu nú vita, hvussu liðini verða styrkismett næstu ferð. Listin fyri junimánað gevur Før­ oyum og Wales eins nógv stig og somu plasering, nummar 114, men FIFA velur at seta Wales omanfyri á listanum. Brúka vit sama lista og einans hyggja at evropeisku lond­ unum, hevur FIFA sett Wales sum nummar 46 og Føroyar 45. Munurin á hesum báðum tølunum, er sera stórur. Munurin millum 45 og 46 er mun­urin millum styrkisbólk 5 og styrkis­bólk 6. Tað er nevniliga so­ leiðis, at átta tey veikastu evro­ peisku liðini verða koyrd í ein og sama pott, styrkisbólk 6, tá lut­ ur skal kastast um, hvussu skal spælast til komandi HM-undan­ kapp­ing. Liðið omanfyri tey kemur í styrkisbólk 5 og tað merkir, at tað liðið eisini kemur at spæla í móti lið­um, sum eru styrkismett veikari. Føroyar høvdu sostatt møtt liðum sum Malta, San Marino, Andorra og Luksem­burg. Við hesum mótstøðuliðum, hevði møguleikin fyri at vinna vaksið munandi. Hetta hevði aftur bøtt um umdømið hjá føroyskum fótbólti uttan í heimi, fleiri áskoðarar høvdu komið til dystirnar og føroyska fót­bóltslandsliðið hevði eisini verið meiri áhugavert hjá stuðlum. Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fót­bóltssambandinum, sær nógvar fyrimunir í hesum. – Virðingin fyri okkara landsliðið hevði beinanvegin vaksið. Tað hevði verið lættari at fingið venj­ingar­ dystir. Fíggjarliga hevði tað sjálv­ andi havt stóran týdning eisini, og fleiri áskoðarar høvdu ivaleyst eis­ ini komið til dystirnar, har vit hava ein góðan møguleika at vinna, metir Virgar Hvidbro. Tí letur Fótbóltssambandið tað ikki fara aftur við borðinum, at Wales – tilvitað ella ikki – liggur oman­fyri á styrkislistanum, hóast út­rokningar hjá øðrum parti siga nak­að annað, sum tað verður greitt frá aðra­staðni á hesum síðum. rolant@sosialurin.fo Eitt pláss ger mun fifa-listin Mynd: Álvur Haraldsen 2-0 sigurin á Estlandi er høvuðsorsøkin til at Føroyar nú ájavnt við Wales á styrkislistanum, men ivamál er um, hvat av londunum eigur avgerandi plássið Rólant Waag Dam Tað er runavíkingurin Jákup Emil Hansen, sum lesur stjórn­ málafrøði í Danmark, komin fram til. Eftir sigurin á Estlandi sá Jákup Emil, at styrkis­lista­ dyst­urin millum Wales og Før­ oyar kundi blíva óvan­liga tættur. Tí fór hann sjálvur at rokna upp á úrslitini og fann fram til, at Føroyar hava munin. – Tað skal so ómetaliga lítið til at broyta støðuna á styrkis­ listanum. Og gjøgnum­skygni, FIFA tosar um, sæst ikki aftur í útrokningarskipanini, heldur Jákup Emil Hansen. Sjálvur útrokningarfrymilin er at finna á heimasíðuni hjá FIFA, men hvussu hann skal lesast og síðani brúkast, er rættiliga torgreitt. Tað, Jákup Emil Hansen er komin fram til, er, at Føroyar hava 273,4821429 stig – neyvt sama úrslit sum football- rankings.info. So hevur hann eis­ini roknað seg fram til, at Wales hevur 273,3584416 stig. Altso er Føroyar frammanfyri við evarska smáum desimalum. Her er tað so, at 11. august 2010 kemur upp í myndina. Tá spældu Wales og Luksemburg venjingardyst klokkan 19.45, sum Wales vann 5-1. Styrkislistin hjá FIFA kom út sama dag, men fyrra­part, tað vil siga áðrenn dystin. Og sambært hesum lista lógu Luksemburg nummar 117 á list­anum. Dagin fyri, tá styrkislistin frá 14. juli framvegis var galdandi, lá Luksemburg nummar 116. Tek­ ur tú útgangsstøði í tí, so er tað, at Wales endar omanfyri Før­ oyar. Jákup Emil Hansen hevur roknað seg fram til, at tá fær Wales 273,7334416 stig. – Tá listin verður kunn­gjørdur áðrenn dystin, meti eg, at út­ rokningin skal taka útgangs­ støði í listanum frá 11. august og ikki 14. juli, sigur Jákup Emil Hansen. rolant@sosialurin.fo 11. august kann vera munurin Fifa-listin 11. august 2010 er ein ógvuliga avgerandi dagur, tá tað kemur til útrokningina av styrkislistanum hjá FIFA rá dreyminum