fríggjadagur 1. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
12
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge – Isle of Wight
Tað mangla 25 metrar av svimjingini
á Isle of Wight og Pál Joensen
vendur fyri seinastu ferð í 4x100
metrar frí. Á geilini við síðuna av
er Guernsey og tað er púra javnt
millum teir báðar. Guernsey hevur
samanlagt 15 gullheiðursmerkju,
meðan vit hava 14. Skulu vit leggja
okkum undir liðina á Guernsey
samanlagt, so má Pál í eyka tangan
at finna seinastu orkuna at leggja
seg á odda. Nøkur sekund seinni
er greitt, at Pál Joensen er í einum
flokki fyri seg sjálvan. Fyri hvørt
tak hann tekur, økist munurin
millum hann og Jeremy Osborne úr
Guernsey. Tá Pál kemur á mál vísur
klokkan í Medina svimjuhøllini;
3:24.10. Nýtt oyggjaleikamet, gull í
4x100 metrar frí hjá monnum, og ein
frálíkur endi upp á svimjingina.
Upp og niður
Tað hevur gingið upp og niður hjá
føroysku svimjarunum á oyggja
leikunum. Mánadagin gekk illa,
men týsdagin gjørdu vit eitt gott
hál. Mikudagin gekk aftur verri
og vandi var fyri einum veruligum
vónbroti á Isle of Wight. Undan
finalu umfarinum í gjár tordu fá
at vænta tað stóra av okkara svimj
arum. Tað skuldi tó vísa seg at verða
eitt minniligt kvøld í Newport
á Isle of Wight. Vónirnar um at
fanga Guernsey aftur samanlagt
vóru at kalla ongar, men longu í
nærstu finaluni svam Pál seg til
eitt gullheiðursmerki í 400 frí. John
Gallichan úr Jersey trýsti Pál til tað
seinasta, men seinastu 50 metrar
nar setti Pál ferð á og vann.
Magnus Jákupsson
vs Ian Powell
Í fimm kappingum eru 25-ára
gamli Ian Powell úr Guernsey og
16-ára gamli Magnus Jákupsson
tilmeldaðir við tveimum teimum
bestu tíðinum. Í 100 metrar rygg
svam Magnus skjótari enn oyggja
leikametið frá 2009, men tað gjørdi
Ian Powell eisini. Hann kom á mál
0.41 sekund áðrenn Magnus og vann
sostatt gullið frammanfyri Magnusi.
Í 50 metrar frí hjá monnum vann
Pauli Øssurson Mohr gull og
Heðin L. Olsen bronsu. Minni enn
eitt sekund skilti nummar eitt frá
nummar seks.
Birita og Poula fremst
Í 50 metrar rygg hjá kvinnum
vunnu vit bæði gull og silvur. Hesa
løtuna var gott lag á føroysku við
haldsfólkunum. Birita Debes var
undan finaluni mett sum favorittur,
meðan meiri óvist var hvussu Poula
Øssursdóttir Mohr fór at klára seg.
Tað var longu greitt tá tær vendu
á 25 metrum, at Birita Debes lá væl
til at vinna gull. Tí mundi størsta
gleðin verða tá tað gjørdist greitt,
at Poula kom var næst á mál.
Í stórum stíli
Svimjing Tað gekk ikki sum ætla við svimjingini á Isle of
Wight, men føroysku svimjararnir settu punktum í stórum
stíli. Tað var bara tann eini marginalurin, ið koppaði skeivan
veg, sum gjørdi at Guernsey vann svimjingina samanlagt.
Føroyar vunnu moralska sigurin, við at vinna óalmennu og
seinastu kappingina í svimjingini, 8x50 metrar frí mix
Tróndur Arge – Isle of Wight
Fleiri
ferðir
komu
føroysku
svimjararnir á mál við eini tíð, sum
var betri enn oyggjaleikametið
undan hesum leikunum, uttan at
vinna gull. Hetta, tí at metið bleiv
sett í somu svimjing av øðrum
luttakarum. Fyrsti dagurin gav
greið boð um, at svimjingin
hevur tikið seg nógv fram til
oyggjaleikirnar í ár. Í 11 finalum
vóru heili 11 nýggj oyggjaleikamet
sett. Av teimum tilsamans 38
nýggju metinum, eiga vit níggju.
1: 1500m frí menn,
Pál Joensen; 15:28.85
2: 200m bringa menn,
Pál Joensen; 2:1596
3: 4x100 menn,
Magnus Jákupsson,
Pauli Ø. Mohr, Heðin L. Olsen,
Pál Joensen: 3:24.10
4: 400m blandað menn,
Pál Joensen: 4:23.10
5: 50m firvald menn,
Magnus Jákupsson: 24.97
6: 100m rygg kvinnur,
Birita Debes: 1:02.80
7: 4x50 frí kvinnur,
Guðrun Mortensen,
Poula Ø. Mohr, Kristina
Eliasen, Birita Debes: 1:46.70
8: 50m rygg kvinnur,
Birita Debes: 29.60
9: 8x50m frí kvinnur og menn,
Magnus Jákupsson,
Pauli Ø. Mohr, Heðin L.
Olsen, Pál Joensen, Guðrun
Mortensen, Poula Ø. Mohr,
Kristina Eliasen, Birita
Debes: 3:28.52 (8x50m mix
telur ikki við í samlaðu
heiðursmerkjastøðuni)
Endaliga heiðurs
merkjabýtið í svimjing
1: Guernsey 15 gull, 12 silvur,
11 bronsur
2: Føroyar 15 gull, 12 silvur,
6 bronsur
3: Hetland 5 gull, 2 silvur,
3 bronsur
4: Jersey 3 gull, 10 silvur,
12 bronsur
5: Isle of Man 2 gull, 4 silvur,
3 bronsur
6: Isle of Wight 2 gull, 1 silvur,
1 bronsu
7: Cayman 2 silvur, 4 bronsur
8: Menorca 1 bronsu
Níggju føroysk oyggjaleikamet
Svimjing Tað blivu sett heili 38 nýggj oyggjaleikamet á Isle of Wight.
Tað sigur ikki so lítið um hækkaða støðið á svimjingini seinastu
tvey árini. Av teimum 38, áttu føroysku svimjararnir níggju