fríggjadagur 1. juli 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
Sosialurin
Ítróttur
Bringu Pál
Eina løtu riggaði alt hjá føroying
unum í Medina svimjuhøllini. Eisini
í 200 metrar bringu hjá monnum
komu vit fyrst á mál. Í harðari
kapping við Thomas Hollingsworth
av Guernsey, kom Pál Joensen
fyrstur á mál. Enn eina ferð settu
vit eisini nýtt oyggjaleika met við
tíðini 2:15.96.
Oyggjaleikamet ikki nokk
At kappingin er hørð á hesum leik
unum prógvði 4x100 metrar hjá
kvinnum. Tær fýra, Birita Debes,
Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr
og Cecilia W. Eysturdal, svumu sta
fettina skjótari enn oyggjaleika
metið í 2009, men tað var bara
nokk til eitt silvur heiðursmerki, tí
genturnar úr Jersey vóru upp aftur
skjótari. Hetta var afturgangandi
fyri svimjingina á Isle of Wight.
Hóast tíðirnar hjá føroyingum
vóru góðar, so blivu tær ikki altíð
umsettar til gullheiðursmerki.
Moralski sigurin
Á oyggjaleikunum er vanligt, at enda
seinasta dagin við eini mix stafett,
har svomið verður 8x50 metrar frí.
Tað eru skiftivís dreingir og gentir,
ið svimja. Kappingin telur ikki í
samlaðu støðuni, men hóast tað,
so verður gingið høgt upp í hana.
Her prógvaðu okkara svimjarar,
at vit eru besta oyggjasamfelagið
í svimjing. Við tíðini 3:28.52, vóru
føroysku svimjararnir fýra sekund
fyrr á mál enn Guernsey. Við
nýggjum oyggjaleikameti, vunnu
føroysku svimjararnir moralska
sigurin.
Samanlagt
Við 15 gull og 12 silvur heiðurs
merkjum í part, gjørdist talið á
bronsuheiðursmerkjum avgerandi
fyri hvør vann svimjingina saman
lagt. Har høvdu vit seks móti
teimum ellivu hjá Guernsey, sum
sostatt vann samanlagt. Føroyar
settu sær sum mál at vinna 30
gullheiðursmerki, men náddi bara
helminginum. Ein stórur partur av
søguni er, at støðið á svimjingini
er hækkað ótrúliga nógv síðani
2009. Tað blivu sett heili 38 nýggj
oyggjaleikamet, nakað sum ongin
hevði væntað undan leikunum.
Tá skal eisini havast í huga, at tær
sokallaðu “superdraktirnar” blivu
bannaðar eftir oyggjaleikirnar í
2009. Føroysk svimjing hevur tikið
seg fram síðani seinastu leikirnar,
men tað hava onnur lond eisini.
Hinvegin tykjast vit hava aldurin
á okkara síðu, tí flestu av okkara
svimjarum vóru undir 20 ár.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge – Isle of Wight
– Eg eri ikki eitt sindur fegin,
eg eri ovurfegin, soleiðis tók
Jón Bjarnason til, tá Rás2 hitti
hann eftir seinastu finluna, har
menninir vunnu 4x100 metrar
frí.
– Tað er so týdningarmikið, at
okkara svimjarar reisa seg aftaná
eitt vónbrot og tað hava teir gjørt
á hesum oyggjaleikunum. Tað
hevur gingið upp og niður, men
hetta var ein fantastiskur endi,
sigur Jón Bjarnason víðari.
Nógv hevur verið gjørt burt
ur úr umstøðunum. Millum
annað hevur maturin verið ein
trupulleiki hjá svimjarununm.
Nú svimjingin er komin at enda,
so vil Jón Bjarnason bara leggja
tað aftur um seg.
– Nú spældi alt væl av við
svimjingini, so restina tími eg
ikki at hugsa um. Tað eru nokk
ikki bara vit, ið hava fingið
vánaligan mat, sigur ein speiskur
og smá smílandi Jón Bjarnason
at enda.
trondur@sosialurin.fo
Fegin Jón
Bjarnason
Svimjing Hóast vit bara
fingu helmingin av teimum 30
gullheiðursmerkinum, ið var
málið, so er Jón Bjarnason fegin
um avrikið á oyggjaleikunum
Myndir: Álvur Haraldsen